Rebekka og Yuan-Zhong ársins Jøtna og Jøtun

Føroyskt met á Jatnatøkum
26.07.2013
Skrúðgonga á ólavsøku – “Kom við!” :-)
27.07.2013

Rebekka og Yuan-Zhong ársins Jøtna og Jøtun

Á Jatnatøkum verður ein serlig virðisløn latin til ta kvinnu og tann mann, hvørs úrslit geva flest stig á stigatalvuni hjá altjóða sersambandinum fyri frælsu ítróttina (IAAF). Onkuntíð hava fá stig skilt nummar eitt og tvey, men í ár var ongin ivi um vinnarin, hvørki hjá kvinnum ella monnum.

Hjá kvinnum fekk Rebecka Fuglø 841 stig fyri at renna metið á 400 m uppá 60,99 sek, meðan Yuan-Zhong Wu fekk 890 stig fyri at leypa 2,00 m í hæddarlopi. Fyri avrikini fingu Jatnarnir báðir hvør sítt verk frá Rabarbuglas.

 Stuðla kappingini høvdu: P/F Wenzel og Hotel Føroyar

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *