Opin kapping leygardagin
14.07.2009
Leikaløta á Tórsbreyt 21. juli, kl. 21-23
16.07.2009

Íslendskir vinir vitja tey ungu

Tey ungu venja við fullari ferð og hesaferð royndu tey seg við diskuskast og trýstøkk. Tað serliga hesaferð var at tvey ung úr íslendska vinarfelagnum hjá Hvirluni ÍR-frjálsar vóru við til venjingina.

20090715-venjing-0005

Upphiting var heimagjørda bóltspælið har ein 2 kg vektarbóltur skal fáast í mál (eina forðing) hjá mótpartinum. So var fari til verðuliga frælsavenjingina. Har var so deilt í tveir bólkar har annar bólkurin vandi diskuskast meðan hin vandi trýstøkk og styrki við vektarbóltum.

20090715-venjing-0043

Diskusvenjingin byrjaði við specifikkari diskuskoordinatión fyri síðan at fara til venjing við diskum. Har var fyrst trilla fyri at venja seg við hvussu diskurin skal sleppast og at fáa hann at rotera rætt. So var fari at kasta, fyrst standandi, so tann sokallaða “suðurafrikanaran”, ið er ein partur av heila diskuskastinum. At enda var farið til fulla kastið. Øll tey ungu tóku tær avbjóðandi rørslusamansetingar sum eitt diskuskast er, til sín, og eftir einans hálvan tíma sá tað heilt gott út hjá nøkrum.

20090715-venjing-0014

Lop venjingin byrjaði við ymsum lop serium fyri at fáa nógv avsett og samstundis venja lop-koordinatión. So var fari til trýstøkk, bæðið frá standandi starti og við stuttum og longri renningarlopi.

20090715-venjing-0047

Styrkivenjingin var við vektarbóltum hesaferð. Hetta umfataði kast á ymsar mátar, bæðið standandi og liggjandi. Arbeitt var við 1, 2 og 3 kg bóltum.

20090715-venjing-0054

Venjingin endaði við eini boðrenning har tey ungu sluppu at brenna restina av orkuni av.

20090715-venjing-0056

Tað sum er stuttligt hjá teimum ungu í summar er at tvey eru komin úr Íslandi at vitja í summar. Hesi, ið síggjast á myndini niðanfyri, venja til dagligt í íslendska vinarfelagnum ÍR-frjálsar. Vit gleða okkum til at fáa møguleika at fara til Íslands at vitja við okkara ungu.

20090715-venjing-0020

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *