Íslendska vinarfelagið einaráðandi

Broyting í venjingarskránni mikudagin 25. aug.
24.08.2010
Børnini og tey ungu vísa vegin!
26.08.2010

Íslendska vinarfelagið einaráðandi

í 2009 vann ÍR fyri fyrstu ferð í 20 ár íslendsku steypakappingina hjá vaksnum. Hetta var eftir hava bygt søgu-ríka felagið upp aftur, eftir nøkur ár har talið av limum var minka munandi, og úrslitini høvdu verði hareftir. í 2010 vísti felagið so hvat kann koma burturúr, um ein hevur dreymirnar og vil leggja kravdu orkuna í at fylgja dreymunum allan vegin. Felagið vann nevniliga lið- og steypakapping í øllum aldursbólkum frá 11 ár upp til vaksin í 2010. Sostatt er felagið í løtuni nærum einaráðandi innan frælsar í Íslandi.

Vit í Hvirluni ynskja ÍR hjartaliga tillukku við flotta avrikinum, og gleða okkum til at vitja aftur í Íslandi í vetur og at fáa vitjan úr ÍR aftur komandi summar eins og vit hava haft tað seinastu tvey sumrini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *