Innanduravenjing gongur við rúkandi ferð

Børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum
05.10.2008
Hvirluvindar í heystfrí
12.10.2008

Innanduravenjing gongur við rúkandi ferð

Mikudagarnir í fimleikahøllunum í Kommunuskúlanum eru eyðkendir av nógvum aktiviteti, høgari ferð og glaðum børnum og ungum.

kl. 17-18 eru heili tvey lið í gongd. Í ovaru høllini venja Heri og Rógvi ung, ið eru fødd í ’93-’97. Tann venjingin er meira frælsa-specifik, og ein frælsagrein er høvuðstema hvørja ferð. Í gjár var tað spjótkast, sum stóð á skránni. Afturat teknisku venjiningini vóru generel koordinatión og kondi/styrki eisini vand.

Samstundis, sum tey ungu vandu uppiá, tóku Randi og Ragnar sær av nýggja hvirluvindaliðnum (árgang ’99-’02). Hesi børn høvdu sín næsta venjingartíma í gjár, men hava longu lært, hvussu ein eigur at uppføra seg, fyri at venjing við so nógvum børnum á só lítlum plássi skal gerast góð og gevandi fyri hvønn einstakan. Vit hitaðu upp, Ragnar gekk á odda í slanguni, sum gjørdi eina rúgvu av ymiskum rørslum. Síðan vóru reaksjónsstartir og ymiskt samskipanar- og styrkiøvilsi á skránni (øvilsini innihalda bæði element, tó at dentur er lagdur á samskipan). Eftir tað vóru nøkur øvilsi við ertnaposum, har vit vandu javnvág, konsentrasjón og samstarv – vit gingu við teimum á høvdinum, á fótablaðnum, á nakkanum, bakkaðu og gingu frameftir. Eisini vandu vit samlað fráspenni, tá vit høvdu teir millum knøini, og tá vit vóru tvey og tvey saman vandu vit eisini samstarv, t.d. at ganga í takt og merkja rørsluna hjá makkaranum. Eisini vandu vit forðarenning og endaðu við eini breyt, har vit vandu grovmotorikk og dirvi.

Ein góður tími, har Randi og Ragnar serliga fegnaðust um nærlagni og evnini hjá børnunum at lurta og gera sum biðin. Fantastiskt 🙂

Tá nevndu lið vóru liðug at venja, byrjaði hvirluvindaliðið, sum nú hevur vant saman í eitt heilt ár nú. Hesi venja í niðaru høll frá 18-19. Hesaferð vóru heili 22 børn, sum vandu, og fyltu tey væl í høllini. Fyrst var hita upp við stopp-dansi, síðan var farið til sprint- og koordinatiónsvenjing, t.d. reaksjónsøvilsi, ertnaposaøvilsi og boðrenning við tungum bólti, áðrenn ein sera krevjandi bani var bygdur. Tað vísti seg tó, at banin á ongan hátt var for krevjandi til røsku børnini. Allir tímar endaðu við, at limirnir fingu fjepparalutir frá Tryggingarfelagnum Føroyum, – dunkarnir eru fínir at vísa, at vatn eigur at verða drukkið heldur enn nakað annað, og endurskinini munnu koma væl við, nú myrka tíðin nærkast.

Alt í alt ein góður dagur, har tað er hugaligt at vita sær, at omanfyri 50 hvirlulimir onkursvegna møtast ella umskarast millum kl. 17 og 19 mikudagar í Kommunuskúlanum. Bæði liðini eru so at siga full, – tó eru 2 dreingjapláss eftir mikudag kl. 17-18, børn fødd 1999-2002.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *