Innandura venjing við fullari ferð

Fundir um íslandstúrin
13.01.2012
28 Hvirlur til Íslands
25.01.2012

Innandura venjing við fullari ferð

Um veturin venja Hvirluvindarnir inni hvønn mikudag. Henda veturin verður vant í fimleikahøllini í Sankta Frants Skúla. Mikudagin var temaði hjá eldru hvirluvindunum kast, so eftir at hava hita upp við at spæla (boðrenningar), var farið í eina kastibreyt, har kasta bleiv frameftir, uppeftir og síðulens. Har var kasta standandi og liggjandi. Har var kasta tungan og lættan reiðskap, og harafturat vóru kondi og styrki elementir í hesi kasti-“breytini”.

Eftir at hava kasta fyri allar pengarnar var fari til eina strævna koordinatións gevandi breyt. Í hesi breyt var lop, balanca, almen koordinatión, “styrki” og kvikleiki vandur. Av tí at børnini nú eru vorðin so vaksin, kann venjingin halda áfram til nakrir fáðir minuttir eru eftir, tí at longur tekur tað ikki børnunum at fáa allan reiðskapin uppá pláss.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *