Imponerandi úrslit síðsta umfarð av Grand Prix á breyt

Kristian Martin kom út á 9,41 m í INAS EM
12.06.2014
Tórur risafet upp móti teimum bestu
28.06.2014

Imponerandi úrslit síðsta umfarð av Grand Prix á breyt

Síðsta umfarð av Grand Prix á breyt var á Tórsbreyt leygardagin 21. juni. Aftur hevði Hvirlan flotta umboðan í øllum greinabólkum og øllum aldursbólkum. Tó er tað, sum altíð størri tyngd í luttøkuni hjá teimum eldru. Hetta er í tráð við langsigtaða mátan felagið arbeiðir uppá, har venjing í barnaárunum er fokusera uppá at leggja solidan botn, soleiðis at heilt góð úrslit kunna koma, tá íðkarar eldast. Tað vóru tó fleiri góð úrslit í yngru bólkunum eisini.

Gentur 8-9 ár

Yngstu umboðini hjá Hvirluni vóru Thora Debes Kúrberg og Emilia Soll. Tær byrjaðu dagin við 80 m renning. Her ognaðu tær sær báðar persónlig met við tíðunum 16,80 s (Emilia) og 18,00 s (Thora).

Onnur greinin var bóltkast. Her skuldi Thora og Emilia kasta inn í mótvindin. Hetta var uttan iva orsøkin til at tær ikki aftur bøttu um síni persónligu met, men í tøttu kappingini megnaði Thora at kasta 10,52 m í rakk til eitt triðjapláss, meðan Emilia kastaði 10,26 m.

So var longdarlop á skránni, og aftur vístu Thora og Emilia at tær duga síni ting. Thora bøtti munandi um sítt persónliga met, so tað nú er 2,65 m, meðan Emilia leyp 2,48 cm, ið er longri enn hon hevur lopið áður.

Emilia royndi seg eisini á 400 m, har hon ognaði sær enn eitt persónligt met. Hon rann teinin uppá 1 min 48,82 sek.

G8-9

Gentur 10-11 ár

Barbara Hammer Anjudóttir, Natasja Anjudóttir og Naina Soll byrjaðu dagin við 200 m renning. Barbara og Naina vóru í fyrra riðlinum, har tær báðar kempaðu seg til persónlig met. So var tað seinni riðilin, har favorittarnir vóru við. Her kom Natasja úr svinginum í tættari kapping um annaðplássi við tvær aðrar, og helt hesin dystur á líka á mállinjuna. Endin gjørdist at Natsja bøtti um sítt persónliga met í mótvindinum, við meir enn ½ sekundi. Hetta rakk til triðjapláss. Tíðirnar vóru: Natasja 32,81 s, Barbara 37,54 s og Naina 39,97 s.

Tær tríggjar fylgdust frá renning til kast, har tær skuldu royna seg við 150 g tungu bóltunum. Eins og yngru genturnar, so skuldu tær kasta inn í mótvindin, so her bleiv onki persónligt met. Natasja ognaði sær triðja pláss við einum kasti uppá 29,79 m. Barbara kastaði 22,61 m meðan Naina kastaði 17,62 m.

Næstseinasta greinin var longdarlop, og her komu aftur flott úrslit. Natasja leyp 3,67 m, ið er longri enn hon hevur lopið áður. Barbara leyp somuleiðis longri enn hon hevur lopið áður. Longsta hjá Barbaru var 2,95 m. Naina leyp 2,72 m.

Barbara, Naina og Natasja endaðu dagin við at rennna hálvan annan umgang (600 m). Tað sást ikki at tær høvdu havt ein langan dag, tí aftur komu allar á mál við flottum persónligum metum. Natasja kempaðu aftur í fremra enda, og við tíðini 2 min 6,54 sek ognaði hon sær triðja pláss. Barbara rann teinin uppá 2 min 32,69 sek, meðan Naina rann hann uppá 2 min 49,65 sek.

G10-11

Dreingir 10-11 ár

Mattias Isaksen byrjaði dagin við at renna hálvan umgang á Tórsbreyt. Her skuldi hann renna ímóti eysturættini, so ikki var vantandi at nakað met fór at standast burturúr, men tað vildi Mattias ikki góðtaka. Hann rann eitt flott sving og kom úr svinginum á øðrum plássi, við tveimum beint í hølunum. Hann kempaði allan vegin, og helt plaseringina. Tíðin hjá Mattias var 32,12 sek, ið er meir enn eitt sek skjótari, enn hann áður hevur runnið teir 200 m.

Síðsta greinin við Hvirlu luttøku var longdarlop, har Mattias aftur stóð klárur. Hann leyp væl, og legði seg á annað pláss longu í fyrsta umfarið. Í triðja umfarið tók hann fyrsta pláss, men misti tað aftur fáar minuttir seinni. Longsta lopi hjá honum gjørdist 3,98 m, ið er væl longri enn hann hevur lopi áður.

D10-11

Gentur 12-13 ár

Lydia Simonsen royndi seg sum einasta Hvirla við 400 g tungu spjótunum. Hetta var hennara fyrsta spjót-kapping, men tað var ikki til at síggja, tí hon megnaði at kasta heilar 16,03 m, sum er ein flott debut.

Dreingir 12-13 ár

Elias Thorsteinsson byrjaði dagin við Trýstøkk. Her var vindurin undan, og fyri Elias eitt vet ov nógv undan, tí bæði í fyrsta og triðja umfarið leyp hann útum a-kravið til talentbólkin. Tíðanverri var vindurin omanfyri teir loyvid 2,0 m/s undan. Taå er tó hugaligt hjá Elias at vita, at longdirnar eru har. Longsta lopið hjá Elias var 9,87 m.

Eftir trýstøkk stóð 200 m á skránni. Her fekk Elias selskap av Bárður Jóhansson. Bárður hevur í ár tikið seg sera nógv fram, og aftur vísti hann hvat hann kann, tí í nógva mótvindinum bøtti hann um sítt persónliga met við meir enn einum sekundi so tað nú er 29,86 sek. Elias bøtti eisini um sítt met við góðum sekundi, so tað nú er 31,65 sek.

Næstsíðsta grein var spjótkast, har Kristian og Bárður royndu seg. Báðir bøttu um síni persónligu met. Bárður til 24,70 m, ið rakk til eitt triðjapláss og Kristian til 19,43 m.

Bárður og Kristian endaðu dagin við at renna 1500 m. Hjá báðum var hetta debut á teininum, men tað sást ikki tí teir runnu væl. Bárður ognaði sær eitt flott triðjapláss við tíðini 5 min 38,29 sek, meðan Kristian rann teir 1500 m uppá 6 min 12,17 sek.

d12-13

Gentur 14-15 ár

Rebecka Monja Jørgensen byrjaði dagin við 400 m renning. Rebecka hevur tikið seg nógv fram í vetur, og serliga er tað í rennigreinunum at stórar broytingar eru hendar. Her vísti hon aftur at har er framgongd, við at ogna sær eitt persónligt met. Tíðin var 70,84 sek.

Onnur greinin var kúlustoyt, og her vóru heilar fýra Hvirlur við. Afturat Rebecku vóru Tinna Berg Jørgensen, Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge og Guðrið Káradóttir Petersen klárar at royna seg við 3 kg tungu kúluni. Her vísti Bjørk, sum saman við Guðrið eru eitt ár yngri enn allar tær kappaðust ímóti, hvussu kúlustoyt ferð fram, tí allar hennara royndir vóru nóg langar til at vinna kappingina. Tað longsta var 8,05 m, ið er góðar tveir metrar longri enn hon áður hevur megna í kúlustoyt. Tinna bøtti um sítt persónliga met við 1½ metri til 7,43 m, ið bara var 5 cm frá øðrum plássi. Rebecka bøtti um sítt met við meir enn einum metri til 6,69 m og Guðrið bøtti eisini um sítt met til 6,53 m.

Síðsta greinin var longdarlop, og her var reyða umboðanin góð. Guðrið, Bjørk, Rebecka og Tinna vóru allar klárar tá kappingin byrjaði. Tinna var í serflokki, og við 4,42 m leyp hon longri enn hon hevur gjørt áður. Rebecka bøtti um sítt persónliga met við næstan ½ metri tá hon í síðsta umfarið leyp 3,62 m. Bjørk hevði trupulleikar við at fáa atrenningina at sita, men megnaði í síðsta umfarið at leypa 3,49 m. Guðrið bøtti munandi um sítt met tá hon leyp 3,41 m.

G14-15

Dreingir 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim, Dávið Hentze, Rói Sørensen og Pauli N. Vang byrjaðu við kúlustoyt. Dávið royndi seg á fyrsta sinnið við 4 kg kúluni. Hann er tó væl fyri, tí hann megnaði at fáa 4 kg kúluna út á 8,35 m, ið er ½ m longri enn hann fekk 3 kg kúluna í fjør. Dánjal bøtti um sítt ersónliga met við umleið ½ metri til 7,06 m. Pauli økti um sítt met við 1½ m til 6,64 m, meðan Rói bøtti um sítt met við næstan 3/4 m til 4,43 m.

Dánjal og Rói fóru til 400 m startin. Dánjal venur væl, og vísti aftur at hann er í støðugari framgongd. Hesaferð við at skera meir enn 10 sek av sínum persónliga metið. Tíðin hjá honum var 66,03 sek. Rói royndi seg á fyrsta sinnið á teininum og kom á mál við tíðini 82,89 sek.

Tá 1500 m var á skránni var Dánjal einsamallur í reyðum í sínum bólki. Hann rann tó væl, og bøtti um sítt persónliga met við 12 sekunum, so tað nú er 5 min 20,94 sek.

D14-15

Gentur 16-17 ár

Marita Káradóttir Petersen byrjaði dagin við kúlustoyt. Her gjørdi hon sum hon plagar i kast, tí hennara stytsta roynd var 2½ m longri enn longsta hjá nummar tvey. Tað longsta hjá Maritu kom í síðsta umfarið tá 3 kg tunga kúlan lendi á 9,49 m.

Marita endaði dagin við longdarlopi, ið ikki er grein hon hevur valt at satsa uppá. Eins og í kúlustoyti, so sást hetta ikki, tí aftur vóru allar hennara royndir nóg góðar til at vinna greinina. Hennara longsta kom í síðsta umfarið. Tað bleiv mált til 4,45 m.

G16-17

Dreingir 16-17 ár

Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen byrjaðu dagin við kúlustoyt, har teir báðir royndu seg á fyrsta sinnið við 5 kg kúluni. Her vann Tórur við 8,81 m, meðan Jákup gjørdist nummar tvey við 7,09 m.

Eftir kúlustoyt stóð 400 m á skránni. Tórur og Jákup vóru báðir klárir at royna seg. Hetta var fyrsta royndin hjá Tórur á teininum. Ætlanin var at pace seg eftr ringastu kappingarneytunum, men hóast Tórur vann sprint á báðum undanfarnu GP-umførðunum, so var hann seedaður at renna á einari av uttaru geilunum, so báðir teir ringastu kappingarneytarnir vóru innanfyri. Tí var avgjørt at taka tað róligt í byrjani og so heldur seta ferð á móti endanum. Sum sagt so gjørt. Hann fór inn í annað sving væl aftanfyri hinar báðar, men so setti hann tempoði upp, og hóast hann einans venur til lop, so megnaði hann næstan at fanga báðar. Tíðin hjá Tórur var 56,05 sek. Jákup vísti at hann eisini er við at takað stór fet framá í sprint, tí hann skar meir enn 10 sek av sínum persónliga metið, so tað nú er 61,37 sek.

Tórur og Jákup fóru so til longdarlop. Her rakti 15 ára gamli Tórur plet í fyrsta umfarið, og fleyg heilt út á 5,97 m, við einum góðkendum undanvindi uppá 2,0 m/s. Hetta røkkur til eitt triðjapláss á danska ranglistanum hjá teimum 16-17 ára gomlu. Jákup leyp 4,83 m í fyrsta umfarið, og eins og hjá Tórur so var vindurin góðkendur. Hetta er tað longsta Jákup hevur lopið uttandura.

Jákup endaði dagin við at renna 1500 m. Her bøtti hann um sítt persónliga met við 2 sekundum til 5 min 18,55 sek.

D16-17

Gentur 18-19 ár

Aftur hesaferð var Bjørk Reynagarð Svabo einasmøll at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Tíðanverri er ongin, sum hevur hug at bjóða henni av tá 4 kg tunga kúlan liggur klár. Kanska er orsøkin at kúlan er farin at flúgva rættuliga langt. Bjørk byrjaði tó við at gera yvirtrakk, men so fór kúlan útum 8 m strikuna, ið er bólkamet. Hon steðgaði tó ikki har, tí hon økti í síðsta umfarið til 8,55 m.

G18-19

Dreingir 18-19 ár

Hanus Bergsson, Hallur Simonsen og Hans Hjørleivur Magnussen byrjaðu dagin við kúlustoyt. Tíðanverri vóru teir einsamallir, men hetta merkti ikki at kappingin ikki var áhugaverd, tí Hallur legði út við at taka bólkametið sum Hans Hjørleivur ognaði sær mikudagin. Hanus svaraði aftur við at takað leiðsluna og bólkametið í øðrum umfarið. Hetta lat Hallur ikki sita á sær og tók tí og fluttu bólkametið har út, sum hann í løtuni er tann einasti, sum hevur kapacitet til at vera í løtuni. Úrslitið gjørdist Hallur 13,03 m, Hanus 11,81 m og Hans Hjørleivur 10,85 m.

Hanus endaði dagin við longdarlop, har hann í fyrsta umfarið hevði trupulleikar við atrenningini, men í øðrum umfarið riggaði betur. Tá kom hann út á 5,58 m, ið er 1 cm frá hansara persónliga metið. Hetta gjørdist longsta lop í hesi kapping.

Kvinnur

Eins og hjá elstu gentunum, var einans ein luttakar hjá kvinnunum í kúlustoyt. Tað var Louisa Svabo, sum royndi seg við 4 kg tungu kúluni. Louisa fekk ikki teknikkin at sita heilt, men fekk tó kúluna út á 5,87 m.

Kv

Menn

Menn byrjaðu við við kúlustoyt, og aftur vóru allir luttakararnir í reyðum. Her lat Steinolvur Geyti ongan iva verða um hvør var best, tí longu í fyrsta umfarið stoytti hann kúluna út á 9,73 m, ið var nóg mikið til at vinna. Hann økti tó við nøkrum cm í øðrum umfarið til 9,81 m. Á øðrum plássi kom Kristian Martin Garðalíð við 8,95 m, meðan Helgi Geyti á triðja plássi kom út á 8,45 m og Teitur Arge Seloy kom út á 7,41 m.

Mennirnir endaðu dagin við longdarlop, og her var Hvirlan væl umboðað við heili fýra luttakarum. Kappingin byrjaði við einum brakið, tí longu í fyrsta umfarið leyp Bogi Berg 6,32 m, ið er 2 cm longri enn oyggjaleikakravið. Tíðanverri var vindurin 1,0 m/s ov nógvur. Steinolvur gjørdist nummar tvey við 5,11 m, Helgi nummar trý við 5,04 m, meðan Trygvi hevði ein dag, har atrenningin ikki vildi rigga. Hann fekk eitt mált har hann rann ígjøgnum. Tað var 4,66 m.

Menn

Fleiri myndir eru í myndasavninum

1 Comment

  1. Gutti says:

    Tillukku tit øll í Hvirluni, og takk fyri eitt gott og spennandi Grand Prix á breyt 2014 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *