Imponerandi byrjan á Tórsbreyt

Nógv fólk runnu jólini inn
24.12.2017
Tórur føroyskt met á 60 m; tvær ferðir
20.01.2018

Imponerandi byrjan á Tórsbreyt

Fyrsta kapping á Tórsbreyt í ár bleiv gjøgnumførd hóast hitin var undir nullpunktinum. Í teknisku greinunum hevur hetta serliga stóra ávirkan, tí tað er ringt at halda hitan millum royndirnar. Hetta forðaði tó ikki ungu kastaragentunum, sum kvøldið fyri høvdu fingið játtan stuðul frá Úrval, at vísa at tær eru væl fyri eftir at fyrsta helvt at vetrarvenjignini er av.

Fyrsta greinin var hamarkast, og her royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska seg. Hamarkast er primera greinin hjá Guðrið, og tað sást beinan vegin, tí hóast hon í ár skal kasta við kvinnu-hamarnum, so kom hon heilt út á 33,29 m í fjórða umfarið, sum er bólkamet við nógvum metrum. Lydia kastaði 3 kg hamaran út á 24,98 m í síðsta umfarið ,meðan Helena kastaði 3 kg hamaran út á 22,48 m.

Eftir hamarkast var farið beint til diskuskast. Her vóru allar tríggjar við aftur, umframt at Sunniva Bogadóttir eisini var við. Her legði Helena, sum hevur diskuskast sum sína fyrstu grein, út við at kasta 1 kg tunga diskin heilt út á 26,05 m, sum er bólkamet. Næstu kastini spenti upp, og tí kom hon ikki longri hesaferð. Hinar tríggjar royndu tvær ferðir, og valdu so at gevast. Longst av teimum kom Lydia við 22,85 m, Sunniva kastaði 21,63 m og Guðrið 18,26 m.

So var kúlustoyt á skránni. Her var tað bara Lydia, sum hevur valt kúlustoyt sum sína fyrstu grein, ið royndi seg. Hon legði varliga út, men kom longri út fyri hvørt umfar inntil hon í fjórða umfarið kom út á 11,39 m við 3 kg tungu kúluni. Tað er bólkamet. Hetta gjørdist hennara longsta hesaferð.

Síðsta greinin var spjótkast og her royndi Sunniva seg saman  við Elin Niclasen. Tær hava báðar valt sær spjótkast sum fremstu grein. Sunniva valdi at kasta við 600 g tunga kvinnuspjótinum, meðan Elin kastaði við 500 g spjótinum. Sunniva hevði eina stabila seriu, har tað longsta kom í fjórða umfari. Tað bleiv mált til 32,18 m. Elin kastaði væl, men spjótið vildi ikki markera (um oddurin ikki nertur við fyrst, so verður kastið ikki góðkent). Hon tók tí eitt trygdarkast í síðsta umfarið, sum bleiv mált til 26,66 m.

Samanumtikið er tað stuttligt at síggja hvussu væl ungu kvinnurnar megnaðu at præstera hóast kuldin tíðiligvís merkti teirra avrik. Hetta lovar gott fyri summarið tá bæði venjing og kapping verður undir meir hóskandi umstøðum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *