Imponerandi avrik av ungum Hvirlum á FMU

Hvirlur kempaðu fyrra dagin á FMU
01.09.2019
Árligi aðalfundur Hvirlunnar verður sunnudagin 22. sept kl. 16.00 í ÍSF-húsinum
04.09.2019

Imponerandi avrik av ungum Hvirlum á FMU

Annar dagurin byrjaði við skrúðgongu og eini røðu, sum Heri Ziska helt. So var fari at kappast. Tað var váttligt og væl av vindi. Hetta legði ein dempara á úrslitini, men ikki á ídni hjá røsku íðkarunum, sum aftur vístu hvat teir megnaðu.

Stutt sprint

Rói Thomassen (D8-9 ár) byrjaði dagin við 60 m finaluni. Hann ognaði sær pláss í finaluni leygardagin, har hinir fimm í finaluni runnu skjótari í innleiðandi riðlunum. Rói er tó fightari, og tá skotið fór, var hann beinan vegin millum teir fremru, og allan vegin á mál kempaði hann um eitt pláss á pallinum. Hann kom á mál á einum flottum øðrum plássi við tíðini 10,80 sek, sum er 0,63 sek skjótari enn, hann rann tá hann kvalificeraði seg til finaluna. Hetta fekk hann silvurmerkið fyri.

Elena Ellindsdóttir Olsen (G10-11 ár) hevði eisini ognað sær pláss í finaluni á 60 m, har hon í innleiðandi riðlinum hevði runnið sera væl, og bøtt munandi um sítt persónliga met. Í finaluni sat tað ikki heilt hjá henni, men hon kempaði fyri tað, og kom á mál við tíðini 10,72 sek, sum er tað næstskjótasta hon hevur runnið. Einastu ferð hon rann skjótari var í innleðiandi riðlinum leygardagin.

Hjá 10-11 ára gomlu dreingjunum royndi Terji Dal Christiansen seg. Terji valdi at starta standandi, í mun til hinar, sum brúktu startblokk. Hetta er gott væl, tí um ein ferð í blokkin áðrenn ein er klárur, so vil tað oyðileggja start-teknikkin og gera tað munandi truplari at læra at starta rætt úr blokki seinni. Terji rann teinin uppá 10,40 sek, sum er væl skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Tær 12-13 ára gomlu genturnar runnu 80 m, og her var Jóhanna Súnadóttir Pedersen við. Jóhanna hevur arbeitt nógv við rennistíl og acceleratión. Hetta sást, tí hóast hon startaði standandi, so var hon tann skjótasta avstað, og hóast hinar pressaðu, so kom hon á mál sum nummar eitt við tíðini 11,69 sek, sum er meir enn hálvt sekund skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Miso Buha (D16-17 ár) royndi seg á 100 m. Hann hevur arbeitt við at fáa eitt betur drive úr blokkinum, og hevur hetta sæð gott út í seinastuni. Tí var spennandi at vita, hvussu tað fór at rigga. Hesaferð sat tað væl, hann kom skjótt upp í ferð, og tann nýggi rennistílurin sat eisini ein part av vegnum, men fjarðaði burtur móti endanum. Tíðin á málinum segði tó 11,88 sek (w: 3,4 m/s), sum er nógv tað skjótasta hann hevur runnið teinin. Hetta fekk hann silvurmerkið fyri.

Í elsta bólki (Dreingir 18-19 ár) royndi Dánjal Dahl Ljósheim seg. Hann hevur primert arbeitt við sprint úthaldni og kondi, og tí er startur og sprint ikki optimera í seinastuni. Hesaferð miseydnaðist starturin, men hann kom tó væl upp í ferð, og við at halda fokus á rennistíl, megnaði hann at renna teinin uppá 11,77 sek (w: 3,4 m/s), sum er nógv tað skjótasta hann hevur runnið teinin.

Langsprint

Tær 10-11 ára gomlu genturnar roydnu seg á 300 m, og her var Elena Ellindsdóttir Olsen klár. Hon spenti í tá skotið fór, og eftir fyrstu 100 m lá hon beint aftanfyri tað fremstu. Hon misti eitt sindur í svinginum, men síðstu 100 m kempaði hon og helt avstandin og tryggjaði sær eitt annað pláss í riðlinum. Tað vísti seg, at ein í fyrra riðlinum hevði runnið eitt sindur skjótari, og tískil fekk Elena bronsumerkið fyri tey 59,66 sek, hon rann teinin. Hetta var góð 5 sek skjótari enn, hon hevur runnið teinin áður.

Jóhanna Súnadóttir Pedersen (G12-13 ár) royndi seg á 300 m. Her var taktikkurin, at pressa fyrstu metrarnar og so halda tempo, inntil hon sá mállinjuna og so skuldi pressast síðstu 100 m. Hon var skjót avstað, og var saman við einari aðrar væl fremri enn hinar tá fyrstu 100 m vóru farnir. Í svinginum misti hon eitt sindur, meðan hon síðstu 100 m nærkasti í stórum. Hon var tó eitt vet ov stutt til at heinta hana hesaferð, og fekk tískil silvurmerkið fyri tíðina 52,38 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Eins og hjá teimum 12-13 ára gomlu, so er longsti sprintteinurin hjá teimum 14-15 ára gomlu 300 m. Her var Kristina Verlandsdóttir Hayfield klár at royna seg. Kristina pressaði fyrstu 50 metrarnar í harða mótvindinum, og so var fokus at halda stílin og ferðina uttan at pressa ov nógv næstu 150 m. Tá hon kom inn á langsíðuna (síðstu 100 m) lá hon í tøttum dysti um eitt silvurmerkið. Her vísti Kristina aftur, hvussu hon dugur at kempa, tí hon dróg frá hinari og ognaði sær silvurmerkið við tíðini 55,60 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Í elsta bólkinum royndi Dánjal Dahl Ljósheim seg. Tað var á hesum teininum hann ognaði sær silvurmerki á danska meistaraheitinum fyri ung farna vikuskiftið. Tað var enn nógvur vindur, og tí vildi lætta loysnin vera at taka tað róligt, men tað ger Dánjal ikki. Hann legði hart út, og í sterka mótvindinum millum 100 og 200 m fokuseraði hann uppá teknik og tempo. Hetta riggaði so mikið væl at tempo næstan helt sær. Í seinna svingi helt hann enn tempo, meðan hann setti ferðina upp síðstu 100 m. Á málinum segði tíðin 54,78 sek, sum hann fekk gullmerkið fyri.

Miðtein

Hjá teimum yngstu er 400 m tann stutt miðteinurin. Kristjan Róksson og Rói Thomassen royndu seg í einari sera tættari og spennandi kapping. Allir løgdu hart út, men skjótt stungu Kristjan og ein annar av frá hinum, og hesir báðir lógu í einari sera tættari kapping allan vegin til mállinjuna, har Kristjan bara var 0,25 sek frá gullinum, men við at renna teinin uppá 1 min 24,15 sek skar hann góð 3 sek av sínum persónliga metið. Rói, sum rann sín fyrsta 400 m, lá í tøttum dysti um bronsumerkið, men gjørdist ov stuttur. Tíðin hjá honum gjørdist 1 min 30,79 sek.

Longdarlop

Tær 12-13 ára gomlu genturnar lupu við sonu, sum merkir um tær seta av innanfyri sonuna, sum er 1 m long, so verður máta harfrá tær leypa. Hesaferð var aftur tað serliga fyribrygdi, sum bara sæst í Føroyum, nevniliga at lopið verður í mótvindi, hóast umstøður loyva at man leypur undan vindinum. Tær báðar Beina Debes og Jóhanna Súnadóttir Pedersen, hildu seg tó ikki aftur, tí báðar ognaðu tær sær personlig met í nógva mótvindinum. Jóhanna kom heilt út á 3,79 m (w: -2,2 m/s) og Beinta kom út á 3,25 m (w: -3,1 m/s). Fyri hetta fekk Jóhanna gullmerkið, meðan Beitna akkurát gjørdist ov stutt til bronsumerkið.

Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndi seg í bólkinum gentur 14-15 ár. Hetta er fyrsta árið at Kristina leypur frá planka, tvs at hon setur av aftanfyri, og helst so nær amerking sum gjørligt, og so verður máta frá avmerkingini. Kristina hevur longu vant seg við at leypa frá planka, og longu í fyrsta lopið bøtti hon um sítt persónliga met hóast mótvindurin var 2,9 m/s. Lopið bleiv máta til 3,50 m. At hon er trygg i lopunum, sást út frá at tað einans vóru 19 centimetrar millum hennara longsta og hennara stytsta. Hesaferð var tað longsta teir 3,50 m, hon leyp í fyrsta umfarið. Hetta fekk hon bronsumerkið fyri.

Trístøkk

Eins og í longdarlop noyddust trýstøkkarnir av einhvørjari løgnari orsøk at leypa ímóti vindinum, har forholdini annars vóru nærum perfekt til at fáa góð úrslit, um lopið var undan vindinum. Hjá teimum 16-17 ára gomlu dreingjunum royndi Miso Buha seg. Eftir tvey miseydnaði lop og síðan tvey lop beint omanfyri 12 metrar valdi hann at steðga, tí tað gav onga meingin at halda áfram undir slíkum umstøðum. Teir 12,19 m rukku til eitt gullmerkið.

Helena Svabo Ziska (G18-19) royndi seg á fyrsta sinnið í kapping í trístøkk. Av tí at hetta er nýggj grein hjá henni, var atrenningin rættuliga stutt. Hon dugir tó væl at leypa, og fyrsta lopið gjørdist 8,04 m (w: -2,8). Hon økti við nøkrum centimetrum í øðrum og aftur í triðja, meðan tað fjórða var eitt vet styttri. So var valt at satsa og økja atrenningina. Hetta gjørdi at tað passaði til skeiva bein í fimta, men hon leyp tó næstan 8 metrar. Í sætta hevði hon hægri ferð, og nú leyp hon á rætta beininum, men væl aftanfyri plankan. Longdin gjørdist 8,07 m, so uttan iva var hetta hennara longsta lop, men teir 8,30 m frá triðja umfarið gjørdist úrslitið, og tað fekk hon bronsumerkið fyri.

Dánjal Dahl Ljósheim (D18-19 ár) luttók eisini í trístøkk, sum er ein grein hann ikki plagar at luttaka í. Hansara fyrsta miseydnaðist, meðan tað næsta gjørdist 11,42 m (-3,4 m/s). Tað triðja miseydnaðist, og so valdi Dánjal eisini at pakka saman. Hann fekk tó gullmerkið fyri teir 11,42 m hann leyp í øðrum umfari.

Kúlustoyt

Hjá teimum 8-9 ára gomlu dreingjunum royndu Jógvan Ziska Simonsen og Rói Thomassen seg við 2,0 kg tungu kúluni. Her legði Jógvan har út, við at stoyta kúluna heilt út á 5,90 m og legði hann seg harvið á fyrsta pláss. Rói, sum ikki hevur roynt kúlustoyt áður, kom út á 4,30 m í fyrstu royndini, og harvið legði hann seg á triðja pláss. Í øðrum umfarið fór ein framvið Jógvan, meðan Rói økti til 4,39 m. Rói økti aftur í triðja umfarið, hesaferð til 4,63 m, og harvið tryggjaði hann sær bronsumerkið. Tað longsta hjá Jógvan vóru teir 5,90 m frá fyrsta umfarið. Hetta fekk hann silvurmerkið fyri.

Terji Dal Christiansen (Dreingir 10-11 ár) royndi seg við 2,0 kg tungu kúluni. Her bleiv fyrsta royndin kolldømd, men í næstu royndini kom hann heilt út á 6,51 m, sum er lítlan metur longri enn hann hevur stoytt kúluna áður. Tað triðja bleiv eisini kolldømt, men teir 6,51 m rukku til eitt silvurmerkið, bara 2 centimetrar frá gullinum.

Beinta Debes og Jóhann Súnadóttir Pedersen royndu seg við 2,0 kg tungu kúlunum móti hinum 12-13 ára gomlu gentunum. Her legði Jóhanna út við at bøta um sítt persónliga met til 5,78 m, meðan Beina somuleiðis bøtti um sítt persónliga met. Hon kom út á 6,73 m. Tær lógu á ávikavist fyrsta og triðja plássi eftir fyrsta umfarð. Í øðrum umfarið fór ein framvið Beintu, men Beinta svaraði aftur í triðja við at stoyta kúluna heilt út á 7,03 m, og harvið ognaði hon sær gullmerkið. Jóhann økti eisini í síðsta umfarið, og kom á fyrsta sinnið útum 6 m strikuna. Teir 6,05 m rukku til bronsumerkið í kappingini.

Hjá 12-13 ára gomlu dreingjunum royndi Aron Mikkelsen seg fyri fyrstu ferð við 3,0 kg tungu kúluni. Hann legði út við at stoyta kúluna út á 3,87 m, og valdi síðan at steðga. Hann fekk bronsumerkið fyri avrikið.

Tær 14-15 ára gomlu genturnar royndu seg við 3,0 kg tungu kúluni. Her var Kristina Verlandsdóttir Hayfield aftur klár. Hesaferð saman við Børku Berg Jørgensen. Tað var Børka sum legði harðast út við at stoyta kúluna út á 7,72 m. Kristina kom út á 5,02 m í fyrstu royndini. Í triðju royndini økti Kristina til 5,07 m og aftur í fjórðu økti hon, hesaferð til 7,32 m. Tær 14-15 ára gomlu fáa bara 4 royndir, og sostatt endaðu tær á 7,72 m og 5,32 m, sum rukku til ávikavist gull og bronsu.

Hjá 16-17 ára gomlu gentunum royndi Elin Niclasen seg. Hon hevur áður víst at hon kann við 3,0 kg tungu kúluni, hóast hon mest venur spjótkast. Hesaferð lat hon heldur ongan iva vera um sigurin, tí við at stoyta kúluna út á 8,35 m í fyrsta umfarið, hevði hon tryggja sær gullið. Hon økti tó í øðrum og aftur í triðja. Trý tey seinastu vóru eitt vet styttri, og tískil gjørdist tað longsta hesaferð teir 9,00 m, sum hon kom útá í øðrum umfarið.

Miso Buha royndi seg hjá dreingjunum í bólkinum 16-17 ár. Har 5,0 kg tunga kúlan lá klár. Hann legði út við at stoyta kúluna út á 8,59 m. So valdi hann at gevast fyri at kunna fokusera uppá hinar kappingarnar, hann fekk tó gullmerkið fyri avrikið.

Hjá teimum 18-19 ára gomlu gentunum er Hvirlan altíð væl umboðað, og so var aftur í kúlustoyt. Henda kapping er oftast stak áhugaverd, tí tað er altið dystur um heiðursmerkini, tvs um silvur og bronsu, tí Lydia Poula Simonsen hevur etablera seg um nógv tann besta í kúlustoyt her heima. Hetta staðfesti hon longu í fyrsta umfarið tá hon stoytti 4,0 kg tungu kúluna út á 11,04 m. Guðrið Káradóttir Petersen legði seg á annað pláss við 8,29 m, meðan Helena Svabo Ziska bøtti um sítt persónliga met til 6,66 m og Jóhanna Óladóttir Joensen bara var 10 centimetrar aftanfyri. Har hendi ongin broyting í øðrum umfarið, men í triðja økti Helena til 6,87 m. So var ”friður” inntil Guðrið bøtti um sítt personliga met í sætta umfarið til 8,49 m og tryggjaði sær silvurmerkið, meðan Helena aftur bøtti um sítt persónliga met. Hesaferð til 7,10 m, og tryggjaði sær harvið bronsumerkið. Lydia, sum hevði havt trupulleikar við tí tekniska, fekk tað aftur at rigga í sætta umfarið. Tað var tó eitt vet styttri enn í fyrsta umfarið, og fekk tískil gullmerkið fyri teir 11,04 m frá fyrsta umfarið.

Dánjal Dahl Ljósehim royndi seg eisini við 6,0 kg tungu kúluni. Eins og hjá Miso, so var hatta millum kappingar, sum høvdu hægri raðfesting, og tí valdi Dánjal at gevast eftir tær fyrstu tríggjar royndirnar. Úrslitið gjørrdist at hann fekk gullmerkið fyri 8,87 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *