Hvirluvindarnir á Frælsinum

Tórsbreyt fær tey síðstu løgini
25.06.2008
Landsliðskastarar hjá Hvirluni til Bottnaryd í vikuskiftinum
26.06.2008

Hvirluvindarnir á Frælsinum

Seinasti venjingardagurin áðrenn stutta summarsteðgin var á Frælsinum. Heilir 19 hvirluvindar vóru komnir til venjing dagin, har annars nógv vóru, sum nýttu tíðina til at ynskja nýfloygdu pisunum til lukku við avrikinum.

 

Venjingin byrjaði sum so ofta fyrr við upphiting, sum var skipað sum spæl. Hesa ferð var tað “allir mínir høsnarungar”. Síðan varð deilt í tveir bólkar, har Randi gjørdi ymisk reaktións- og renniøvilsir, so tað bleiv ein heilur renniskúli burturúr.

Hjá Hera varð mest herðsla løgd á at kasta við medisinbóltum. Tað vóru 1 og 2 kg bóltarnir, sum vórðu mest nýttir, onkur var tó, sum hevði hug at royna 3 kg bóltin, men tá hann ikki bara skuldi kastast, men eisini loftast, var tað skjótt, at smærru bóltarnir komu fram aftur. Eisini vórðu nýggju 600 g diskarnir hjá Hvirluni royndir, og tað megnaðu børnini stak væl.

Enda varð við, at børnini runnu bólt-stafett, tvs at “pinnurin”, ið avleverast skuldi, var ein 1 kg medisinbóltur. Fyrst runnu tey, men síðan skuldu tey bakka aðra hvørja ferð, og sum altíð so kláraðu tey eisini hetta uttan trupulleikar.

Myndir frá venjingini síggjast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *