Hvirluvindarnir pøstir í sólini :-)

Úrslit frá kastikapping
11.05.2008
Felagsmet sett í Norra
16.05.2008

Hvirluvindarnir pøstir í sólini :-)

Tað varð tuskað og oksað runt í Kommunuskúlanum, har børnini fingu roynt seg við alskyns lopum, renning, styrki- og samskipanarøvilsum

Nógv ymisk lop vóru roynd

 Aftur ein frælsadagur við sól! Hesa ferð vóru vit í Kommunuskúlagarðinum, har vit løgdu fyri við “Øllum mínum høsnarungum”, síðan fóru vit í tveir bólkar, har Randi og Heri høvdu evnini “lop og reaksjónsstartir” og “samskipanarvenjing á ymsum stuttbreytum”. Bólkarnir vóru krevjandi, tí tann hjá Hera kravdi nógv hugsanarvirksemi, meðan tann hjá Randi við mongu lopunum var serstakliga kropsliga krevjandi. At enda drønaðu vit runt á eini breyt, sum fevndi um ovara og niðara part av skúlagarðinum. Í niðara parti snúði tað seg um at gera ymisk øvilsi á ávísum støðum, meðan ovari partur varð ein stuttur rennitúrur við fullari ferð – ein sokallaður spurtur. Staðavenjingin snúði seg um handstøður, lop við samlaðum beinum, títta renning og renning við heldur longri fetum, hopp við hoppibandi og meira.

Aftur hesa ferð vóru nógv foreldur, ið rættu eina hjálpandi hond, soleiðis at pulsurin var høgur alla tíðina og lítil og eingin bíðitíð.

Hvirluvindarnir høvdu veruliga blást seg tómar, tá teir takkaðu fyri í dag, men aftur hesa ferð var tað við brosandi andlitum 🙂

 

Fleiri myndir eru á síggja á vinstra bredda undir myndir/2008.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *