Hvirluvindar og ungar hvirlur syrgdu fyri góðum hvirludegi

Hvirlan og Stuttleikir á frælsavøllunum leygardagin kl. 14.00-16.00
25.05.2010
Tað var stuttligt á Stuttleikum!
29.05.2010

Hvirluvindar og ungar hvirlur syrgdu fyri góðum hvirludegi

Fleiri góð úrslit á fyrstu ungdómskappingini, sum FÍF stendur fyri. Hvirlan var umboðað í næstan øllum greinum, tað er eitt sindur tunnligt við gentum í yngra og eldra endanum, men tey, ið vóru við, kappaðust við ídni og hegni.

Gentur og dreingir 8-9 ár

Í bólkinum dr. 8-9 ár áttu vit 3 luttakarar, sum allir runnu 600 m uttan at steðga. Á veg á mál lá Elias nakað framman fyri Bárð, sum beint fyri mál tók seg framum. Somu dreingir vóru eisini við í bóltkasti. Allir ómakaðu sær, og sást, at teir mintust nógv av tí, teir hava lært til venjing. Teir fetaðu rætt, og høvdu armin upp á pláss, so nógv bendir á, at teir eina ferð verða førir fyri at hava ein góðan blokk. Helena var einasta hvirlugenta í sínum aldursbólki, sum kastaði, og var hetta fyrsta ferð Helena royndi seg í bóltkast. Tekniskt var úrslitið heilt gott.

Gentur og dreingir 10-11 ár

Tað vóru einans Guðrið og Tinna sum royndu seg fyri Hvirluna. Guðrið í bóltkast og Tinna á 600 m. Tinna legði hart út og lá á odda stórsta partin av teimum 600 m, men móti endanum sást at fokus í venjingin er tekniski parturin og ikki úthaldinheitin. Hon dragnaði eitt sindur, men bardist væl heilt á mál. Í bóltkast royndi Guðrið seg, og sum altið hjá henni, so var teknikkurin sera góður. Kappingar menniskja er hon eisini tí at hon megnaði at kasta longsta kast í síðstu roynd.

Gentur og dreingir 12-13 ár

Emilia og Marita í bólkinum 12-13 ár kastaðu spjót, og vann Marita kappingina trygt við Emiliu sum nummar tvey. Marita fekk øll síni køst góðkend, meðan Emilia fekk tvey góðkend. Ólavur og Tórður kastaðu eisini spjót. Tíverri fekk Ólavur einki kast góðkent, men køstini vóru long, so tað boðar frá góðum, serliga tá havt verður í huga at Ólavur einans hevur vant spjótkast eina ferð, og tað var í 2009. Tórður kastaði væl, men helt sjálvur, at spjótini vóru nakað løtt og tískil trupul at fáa út á ynsktu longdirnar. Tað man fara at koma… 🙂

Tað kann vera, at Ólavur ikki fekk nakað merki í spjóti, men nógv løgdu merki til raska dreingin, ið fitt petti av teinum lá á odda og veruliga gav eldru dreingjunum í bólkinum kapping. At enda fóru tveir fram um Ólav, og hann kom á mál sum nr. 3. Tórður og Jákup vóru eisini við í hesi kappingini, og vóru teir í miðjuni á feltinum alla tíðina. Móti endanum dragnaði Jákup nakað, meðan Tórður tók seg fram, men báðir runnu javnt og uttan íhald. Eitt avbera flott úrslit, sum vísur at um teir fara at fokusera uppá renning í síni venjing so verða teir torførir at takað.

Gentur og dreingir 14-15 og 16-17

Hetta eru hvirlurnar hjá Hera, Ása og Rógva, sum venja mestsum allar greinar, tó at teimum dámar okkurt betur enn annað. Onkur er komin í talentbólkin og fleiri vilja sleppa upp í part, so teir kýta seg til venjing og kapping. Dagurin í dag var einki undantak í so máta, og taka vit lopini fyrst, so var tað í dag hæddarlop sum stóð á skránni. Trygvi leyp sum vant hægst av Hvirlunum, men hesaferð var hann 10 cm frá sínum persónliga metið og tí fór Rúni Seloy framvið. Helgi fekk eitt flott persónligt met við 155 cm. Bjørk, ið er byrja at venja aftur eftir skaða, royndi seg á fyrsta sinnið í hædd. Hon var tíðanverri einsamøll og merkti tað kappingina. Bjørk fekk tó eina góða markering.

Spjótkappingin gekk eisini væl. Helgi kastaði sannførandi og aftur hesaferð bøtti hann um bólkametið, so tað nú er 44,49 m. Hann tykist vísa, at hetta bert er eitt stig á leiðini. Hanus sum manglar góðan metur í at klára A-kravið til talentbólkin vísti stabilitet tá hann kastaði 1 cm styttri enn sítt persónliga met tá hann vann bólkin D14-15.

Fleiri royndu seg í renning, og hjá dreingjum 16-17 sóðu vit á fyrsta sinnið ein meirluta av hvirlum í blokkunum. Tað var tó ikki óvantað Rúni Seloy sum vann, men Trygvi rann eina góða kapping á øðrum plássi. Harafturat er vert at nevna Bjarna, ið til dagligt einans venur kast og lop, fylgdi Hans næstan allan vegin. Hans hevur annars klára b-kravið til talentbólkin, so um Bjarni hevði vant sprint meir miðvíst, so var lítið at ivast í at hann skjótt tók seg fram.

 

Samanumtikið: Ein góður dagur við nógvum fittum og røskum luttakarum, sum felagið er erpið av, eins og felagið er fegið um góðu avrikini og nærlagnið hjá øllum.

Úrslitini koma í næstum á www.athletics.fo. Fleiri myndir er í myndasavninum.

1 Comment

  1. hziska says:

    So eru úrslitini klár. Tey finnast á: http://www.athletics.fo/?p=3037

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *