Hvirluvindar og summarfrælsar

Fyrstu úrslit hjá Hvirluni
30.03.2008
Skráin fyri summarfrælsar hjá Hvirluvindunum
12.04.2008

Hvirluvindar og summarfrælsar

Hvirluvindarnir hjá felagnum, børn 7-10 ár, fara á flog aftur 16. apríl, og longu nú er fullteknað, so ikki kann sigast annað enn, at børnini frá vetrarfrælsum eru trúgv.  At byrja við fara vit viðhvørt at vera í Kommunuskúlagarðinum, í Sandágerði, á Frælsinum og á kastivøllinum vestan fyri Eysturskúlan. Ætlandi skuldu vit venja á nýggju leikvøllunum norðan fyri Ringvegin, men teir eru ikki lidnir enn, so í staðin fara vit at fjakka eitt sindur runt umkring í Havnini, til vit eftir ólavsøku fáa okkara miðstøð á frælsabreytunum. Kanska eitt sindur troyttandi, at arbeiðið er seinkað, men tað skal ikki vera okkum ein forðing, og vit síggja, at tað gongur framá – tað er tað besta av øllum.

Eins og í vetur verður venjingin skipað soleiðis, at einstaka barnið sleppur at royna seg við ymsum kropsligum rørslum, soleiðis at tað styrknar, gerst gyrðið, fimt og betur ført at samskipa. Hetta verður fram um alt gjørt við spæli, soleiðis at felagsskapur og samstarv saman við renning, lopum og køstum verða íðkað. Høgur intensitetur í hvørjum tíma er eisini eitt mál í sær sjálvum, tí børnini skulu kenna tað í sinni og íkroppi, at tey hava verið til frælsar. Tað er ikki meiningin, at tey sum tað fyrsta skulu koma í tankar um, at tey stóðu nógv í rekkju, ella at tað var strevið at bíða. Hetta við ongum bíðirøðum fæst fram, um ein hevur nógv ymiskt á skránni, sum øll fáa gjørt samstundis ella næstan samstundis. Í hesum sambandi er hjálp frá foreldrum gull verd, tí tá ber til at seta ymiskt í gongd og halda tað gangandi. Vit royndu ein leist í vetur og vóru so mikið væl roynd, at vit í summar ætla at varðveita góða foreldrasamstarvið.

Summarfrælsaskráin koyrir frá 16. apríl til 25. juni, og so taka vit táttin upp aftur á nýggju leikvøllunum 13. august til 3. septembur. Vetrarfrælsar byrja aftur mikudagin, 1. oktobur í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum. 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *