Hvirluvindar og regndropar 5 min. yvir 6

Fyrstu hvirluvindar í kapping
29.05.2008
Úrslit frá kastikapping
01.06.2008

Hvirluvindar og regndropar 5 min. yvir 6

Aftur hesa ferð var turt, nú vit vóru í Sandágerði og royndu kúluvarp og longdarlop á fyrsti sinni úti.

Vit halda sambandið upp eftir vera gott, um tað heldur á at vera soleiðis, at tað júst byrjar at regna, tá vit eru liðug at frælsast.

Aftur hesa ferð var uppmøtingin góð og eftir málageipanini vóru lagið og hugurin góður hjá børnunum. Vit byrjaðu við einum samskipanarbreyt, har krøv vórðu sett til kunning (orientering), minni, nýggjar avbjóðingar og tol, tí ein treyt var eisini at halda raðfylgju. Aftaná varð skift í tríggjar bólkar, sum skiftu millum tríggjar støðir, soleiðis at tey vóru uml. 10-12 min. á hvørji støð og royndu ymisk øvilsi og ymiskar venjingar. Longdarlop og lítil samskipanarvenjing var á eini støð, kúluvarp og stuðulsøvilsi til ta greinina á eini støð og síðan varð hoppað band á síðstu støðini. Hoppibandið hesa ferð var langt, og tvey vaksin vundu alla tíðina. Børnini duga betur at hoppa inn, so vurderingin av tíð batnar, samstundis sum tey eisini klára at vera fleiri, ið hoppa í felag. Stuttligt var eisini at síggja, at longdarlopsvenjingin í vetur, har vit vandu rumpulending í tjúkku madrassuni í Kommunuskúlanum, eisini lukkaðist væl úti í sandinum. At enda vandu vit reaksjónsstartir, har Randi og børnini í felag funnu upp á útgangsstøður. Børnini bóltaðu m.a. rút og runnu víðari, so sandur var ikki bara í skónum, men alla staðni millum skins og hold. Ein góður dagur, sum aftur hesa ferð var væleydnaður tí, foreldrastuðulin er so góður, at nógv ferð og øvilsi eru á skránni hvønn tíma 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *