Hvirluvindar klárir til Hvalbiar

So er tíð at fyrireika seg til Virkisleikir!
14.04.2009
Ein sera góður túrur í Hvalba
21.04.2009

Hvirluvindar klárir til Hvalbiar

Nú nærkast legan í stórum, tí í morgin ári kl. 7 fara vit av Havnini. Ferðaliðið telur 16 børn og 12 vaksin, og nøkur hava rokast við matarskrá og at keypa inn, meðan onnur hava lagt verkligu skránna til rættis, so nakað av fyrireiking hevur verið.Hann lovar gott veður – kanska kalt, men turt, so alt bendir á, at ætlanir okkara um at vera nógv úti fara at halda. Børnini hava eisini fingið at vita, at tey skulu hava góð og heit klæðir umframt skiftiklæðir við, so vit vænta, at tað skal nógv til at taka hvirlurnar av fótum 😉

Tað mesta av spælinum verður at fara fram á plenuni ella á sandinum, men gongutúrar verður eisini tíð til. Leygarkvøldið verður eisini okkurt skemtiligt á skránni, áðrenn farið verður í soviposarnar.

Barnadansistevna er eisini í Suðuroynni hetta vikuskiftið, so nógv børn vera umborð á “Smyrli” og í Hvalba, men tað halda vit bara er stuttligt, og kanska vit fáa onkrar nýggjar vinir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *