Sprint, Lop og Kast (ung)
14.07.2008
Tryggingarfelagið Føroyar og Hvirlan gjørt sponsoravtalu
21.07.2008

Hvirluvindar í kapping

Tað eru í løtuni nógv ymisk kappingartilboð til børn, og hvirluvindarnir royna seg eisini javnan í hesum kappingum. Í farnu viku luttóku hvirluvindar bæði í rennikapping í Miðvági og í frælsakapping á Svangaskarði.

Í samband við grand prix renning á vestanstevnu í Miðvági skipaði Frælsi fyri rennikapping fyri børn. Har luttóku 4 av børnunum í Hvirluni í yngsta bólki. Hesi vóru Emma, Helena, Kristian og Bárður. Tey runnu øll samstundis, og vóru reyðu hvirluvinda-blusurnar eyðkendar millum hini børnini. Hjá dreingjunum vóru Bárður og Kristian í tættari kapping og komu á mál sum ávikavist nummar 5 og 6. Tó høvdu fyriskipararnir ikki tikið tíð, so hvussu skjótt hvirluvindarnir runnu er óvist. Hjá gentunum gjørdist Emma nummar tvey og fekk sostatt eitt silvurmerki, meðan Helena gjørdist nummar 4.

Síðsta umfar av grand prix fyri børn og ung var á Svangaskarði mikukvøldið. Har royndu Marita og Emilia seg. Báðar royndu tær seg í fleiri greinum, og úrslitini vóru javnt góð. Á 200 m gjørdust tær nummar 3 og 4, í longdarlopi nummar 3 og 5, meðan tær gjørdust ávikavist nummar 3 og 6 í kúlustoytinum. Samanlagt vann Marita eitt bronsumerki í longarlopi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *