Hvirluvindar aftur í gongd

Hvirluvindavenjing byrjar aftur á Frælsinum
08.08.2008
Venjing hjá teimum ungu í gongd
13.08.2008

Hvirluvindar aftur í gongd

Eftir at hava hildið frí í 5 vikur fóru hvirluvindarnir aftur í gongd við frælsavenjingina í sólskininum á Frælsinum. Tíanverri hevði venjarin, Heri, skrivað skeivt tíðspunkt á heimasíðuna, so at tað vóru nøkur, sum møttu kl. 18. Hetta er sera óheppið, og vilja vit gera tað vit kunna fyri at tryggja, at skeiv tíðspunkt ikki verða lýst aftur.

Til venjingina vóru tað 4 sum royndu seg, og fingu tey øll sveittan fram. Sum upphiting varð byrjað við at renna eina slangustafet og síðan eina medisinbóltstafet.  Hareftir byrjaði renningin. Fyrst við reaktiónsstartum, og síðan ymsum rennivenjingum. Aftaná royndu tey seg í longdarlopi, og tað var stuttligt at síggja, hvussu tey gjørdu sítt besta, og gott sá tað út. At enda var ymisk venjing við medisinbólti, bæði at rætta hann fyri at venja koordination og smidigheit, og at kasta hann á ymsar hættir.

Næsta venjing verður á kastivøllinum við Eysturskúlan komandi mikudag  (20. august) kl. 17.00.

Fleiri myndir frá venjingini eru at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *