Hvirluvindar á Flaggdegnum

Misjøvn úrslit á kastivøllinum
19.04.2008
Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum
09.05.2008

Hvirluvindar á Flaggdegnum

Helvtin av hvirluvindunum, sum til dagliga venja hjá okkum í Hvirluni, luttóku í flaggdagsrenningini, og komu tey øll móð og væl nøgd á mál. Tað var sum at síggja sólina og kenna fríska lotið, tá tey pøst við reyðum kjálkum, men brosandi um alt andlitið, fóru strúkandi framvið. Felagið hevði ikki skipað fyri felags tilmelding ella biðið tey um at renna, so hetta var nakað, tey hava funnið upp á av sínum eintingum, og fegnast vit sum slíkt áræði.

Tilmelding sum Hvirlur næstu ferð

Summi vóru kanska ørkymlað til tilmeldingina, tí tey funnu ikki Hvirluna nakrastaðni, men av tí at felagið ikki enn er vorðið limur í ÍSF, eru vit heldur ikki partur av FÍF, og tí bar ikki til at finna okkum og melda til sum Hvirla. Vónandi kemur hetta skjótt í rættlag, soleiðis at um onkur skuldi fingið hug at luttikið í stevnurenningunum, ið plaga at vera kring landið, so verður møguleiki at flagga fyri sítt felag.

Gentur

31 Emilia Larsen 1998 9.06
43 Emma Hansdóttir 2001 10.40
45 Guðrið Káradóttir Petersen 2000 10.54
60 Helena Svabo Ziska 2001 12.35

Dreingir:

9 Ragnar Eyðunsson Samuelsen 1999 6.59
12 Kristian Debes Kúrberg 2001 7.11
18 Ragnar Rasmussen 2000 7.40
37 Dávid Hentze 2000 9.07
39 Jóhan Heinason Joensen 1999 9.41
42 Bárður Jóhansson 2001 10.25
43 Niklas Samuelsen 2001 10.27
51 Elias Thorsteinsson 2001 12.30

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *