Hvirlurnar venja í Sandágerði týsdagin 30. juni kl. 16.30-18.00

Hallur, Hanus og Tórur á oyggjaleikir
25.06.2015
Summarvenjing fyri allar ídnar hvirlur, ið ikki orka at vera í frið
27.06.2015

Hvirlurnar venja í Sandágerði týsdagin 30. juni kl. 16.30-18.00

Nú summarferian hjá skúlabørnum er byrjað, hava vit árligu venjingina í Sandágerði fyri allar hvirlur. Tað vil siga, at tey, ið venja mánadag og mikudag, umframt tey, ið vanliga venja týsdag, eru vælkomin til eina øðrvísi, men stuttliga venjing í deiligum, fríðum umhvørvi við sjógvin.

Skráin er sum vanliga frælsavenjing við lopi, kasti og renning, men ivaleyst lagað til umstøðurnar.

Berið øðrum hvirlum boðini og møtið fjølment í góðum summarhýri.

Vinaliga

Nevnd og venjarar

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *