Hvirlurnar væl framkomnar

Hvirlan ger innrás á Stórmót í Reykjavík
19.01.2011
Status eftir fyrra dag: 25 persónlig met í 29 startum!
22.01.2011

Hvirlurnar væl framkomnar

Ferðin byrjaði við Farðstöðina, har tey flestu möttust, so lá leiðin vestur á flogvöllin. Eftir check-inn var bara eftir at biða inntil flogfarið fór. Umborð fingu vit góðan bolla við ost. Í Reykjavik tók “íslendska Hvirlan” Lív móti okkum, og skjótt vóru vit ávegis fyrst at veksla pengar, síðan at keypa mat og at enda til ÍR húsið, har vit gista komandi tríggjar næturnar. Í ÍR húsinum fingu ein móttöku sum gjördi at Hvirlurnar földu seg sera vælkomnar. Eftir at hava fingið ein bita var farið at leita eftir píka skóm og so at venja í Laugardalshöllini, har Stórmót verður í leygardagin og sunnudagin.

“Venjingin” gekk út uppá at læra óvandu umstöðurnar at kenna, og annar rista ferðingina úr beinunum. Roynt var bæðið at föla stóru innandura kúlurnar, at starta í blokki, at renna kröppu innandura svingini, testa renningarlopið til f´lötu lopini osf. Stak hugaligt, og var eisini hugaligt at síggja hvussu væl höllin verður nýtt. Tað bleiv vant á langsíðunum, í báðum sandgryvjunum, í kúlustoyts ringinum, í netinum har longu kastini verða vand osf. Stutt sagt megnaðu tey við lagaligheit at rúma sera nógvum samstundis, írokna gestunum úr Hvirluni.

Eftir venjing var farið at svimja í uttandura svimjihylinum í Laugardalinum. Tað var stuttligt at uppliva samspælið milllum kalda vindin og heita vatnið, og ikki minst hoyra meir ella minni harmæltu Hvirlurnar koma oman gjögnum langa vatnrushibanan. Eftir at hava fingið ein bita í Hvirluni á veg heim, hildu Hvirlurnar niður í Kjallaran í ÍR húsinum har ein höll er, og har er so í lötuni basketball á skránni.

Hvirlurnar byrja kl. 09.00 í morgin og tá vit eru liðug uml. 16:30, tá hava 19 hvirlur roynt seg í 31 startum, ið umfata kast, lop, sprint og miðtein.

2 Comments

  1. Haukur - ÍR says:

    Þakka hlý orð um móttökur í ÍR-heimili. Kveðja Haukur hjá ÍR

  2. hziska says:

    Hey Haukur

    Takk fyri at vit sleppa at búgva í ÍR húsinum meðan vit er í Íslandi. Okkara íðkarar tosa longu um Stórmót 2012 🙂

    Vinarliga

    heri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *