Hvirlur strálaðu um kapp við sólina á Svangaskarði

Bussur inn á Svangaskarð 2. august
01.08.2011
Filmur av Jatnatøk Youth 2011
03.08.2011

Hvirlur strálaðu um kapp við sólina á Svangaskarði

Tað var óvanliga gott veður tá Treysti skipaði fyri fjóra umfarið av Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði. Á skránni hesaferð var 200 m renning og kúlustoyt fyri 13 ár og yngri, meðan tey eldru kundu royna seg í longdarlopi og miðteinarenning. Hvirlan var umboðað í bólkunum G10-11, D10-11, G12-13, D12-13 og D16-17.

Gentur 10-11 ár:

Guðrið Káradóttir Petersen og Helena Svabo Ziska royndu seg her. Fyrst í eldin var Helena á 200 m. Hetta var hennara fyrsta roynd á hesum teininum, og tí var hon eitt sindur spent. Eftir at sagt var “takið støðu” vóru trupulleikar við revolvarnum, men startarin valdi at lata ungu íðkarnar standa klárar inntil trupulleikin var loystur, hóast tað tók meir enn 10 sek til skoti endiliga fall. Helena kom á mál við tíðini 39,15 sek. Í kúlustoyt royndu báðar seg, og har kom Guðrið út á 4,86 m, meðan Helena kom út á 4,15 m. Tær hava báðar verði longur úti fyrr, men tó tvey flott úrslit.

Dreingir 10-11 ár:

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson royndu seg bæði á 200 m teininum og í kúlustoyti. Fyrst á skránni var 200 m. Har kom Dánjal væl frá byrjan, meðan Bárður var eitt sindur aftari, men Bárður var drúgvur og hálaði væl inn á Dánjal, sum tó helt á mál. Tíðin hjá Dánjali var 35,13 sek, meðan Bárður kom á mál við tíðini 36,90 sek. Hetta var fyrsti 200 m hjá báðum, so ikki kann sigast annað enn flott var runni. Í kúlustoyti stoytti Bárður kúluna út á 4,22 m, meðan Dánjal kom heilt út á 5,49 m í síni fyrstu kúlustoytskapping.

Gentur 12-13 ár:

Hesaferð vóru tað Marita Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen, sum umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Á 200 m teininum var tað spennandi at siggja hvussu leikur fór, tí at báðar runnu neyvt somu tíð (29,54 sek) í Gøteborg fyri nøkrum vikum síðan. Hesaferð var bana-lutakastið so at Marita fekk uttastu geil, meðan Tinna fekk næst-uttastu, og só vóru hinar longur inni. Tá tær komu úr svinginum eftir 100 m var Tinna ein metur fremri og hóast Marita royndi, so helt Tinna leiðsluna heilt á mál. Tíðin hjá Tinnu var 29,61 sek, meðan tíðin hjá Maritu var 30,08 sek. Í kúlustoyti byrjaði Marita stabilt beint niðan fyri 9 m, men so í síðsta umfarið fekk hon rættuligt flog á kúluna, so hon fór heilt út á 9,60 m. Tað er bólkamet við meir enn einum ½ metri. Tinna setti eitt flott persónligt met við 7,13 m.

Dreingir 12-13 ár:

Her vóru tað tríggjir sum royndu seg í hvirlu-búna. Teir vóru Jákup Dahl Ljósheim, Ólavur Weihe Joensen og Tórur Mortensen. Fyrst var 200 m skránni. Her legði Tórur seg á odda frá byrjan og økti nærum allan vegin. Ólavur kom úr svinginum nakað aftanfyri nummar tvey, men bardi seg støðugt fram á hann, so at hann var líka við at takan hann á strikuni.  Kappingin hjá Jákup bleiv álvárliga nerva av, at startarin valdi at skjóta, hóast Jákup gjørdi vart við at alt ikki var í lagi, og var við at reisa seg úr blokkinum. Tíðin hjá Tóri var 28,10 sek, sum er persónligt met við meir enn 1 sekundi. Samanlagt hevur Tórur betra sítt persónliga met á 200 m teininum við meir enn 4 sekundum higartil í ár. Ólavur kom á mál við tíðini 29,73 sek, ið er persónligt met við uml 2½ sek. Jákup megnaði, hóast ringa byrjan, eisini at betra um sítt met við næstan 4½ sek, so tað nú er 32,54 . Í kúlustoytinum betraðu teir allir síni met munandi; Tórur við meir enn ½ m til 7,14 m, Ólavur við meir enn einum heilum metri til 7,08 m og Jákup við góðum ½ m til 6,39 m.

 

Dreingir 16-17 ár:

Her vóru tað einans Trygvi Laksáfoss og Steinolvur Geyti, sum royndu seg í longdarlopi. Tað er altíð áhugavert at leypa á Svangaskarið, tí ein blendplanki hevur mist belægningin, so har er ein lægd uppá nakrar cm í atrenningini. Trygvi gjørdi yvirtrakk tvær ferðir og triðju ferð traðkaði hann í lægdina í atrenningini og valdi tí at renna ígjøgnum heldur enn at leypa. “Lopi” bleiv mált til góðan metur, so hann fekk so eina notering. Steinolvur leyp 5,67 m, ið er 3 cm centimetrar frá hansara persónliga meti.

Samanumtikið ein flottur dagur á Svangaskarið. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *