Hvirlur royndu seg í Ólavsøkurenningini

Alda nærkast 13 sek á 100 m.
22.07.2016
Alda flaggberi
28.07.2016

Hvirlur royndu seg í Ólavsøkurenningini

Sum vant byrjaði Ólavsøkan við rennikapping á Skálatrøð. Her var Hvirlan sjálvandi umboðað, og er tað stuttligt at síggja umboðanin støðugt økjast.

Í bólkinum gentur føddar 2009 ella seinni var seks ára gamla Sigrið Hansdóttir skjótast á mál. Hon rann teir 430 m uppá 1 min 44 sek. Fýra ára gamla systurin Ró Apolonia royndi seg eisini, og rann hon teinin uppá 2 min 44 sek.

Í bólkinum dreingir 17 ár og yngri royndu Dánjal Dahl Ljósheim seg. Her skal sigast at henda kapping var eftir at Dánjal hevði roynt seg í dysti móti vaksnu monnunum á 5 km teininum. Dánjal rann teir 1300 m uppá 4 min 13 sek, sum var eitt lítið minut frammanfyri nummar tvey.

Tey vaksnu runnu 5 km, og hjá kvinnunum var Hvirlan sum vant væl umboðað. Rigmor Napoleonsdóttir Arge rann teinin uppá 20 min 41 sek, sum einans tvær kvinnur gjørdu betur, harav ein í veteran bólkinum, so Rigmor ognaði sær eitt silvurmerkið hesaferð. Birna Abrahamsen gjørdistg nummar fimm í veteranbólkinum við tíðini 24 min 20 sek, meðan Adelaid Kirke gjørdist nummar sjey í sama bólkið við tíðini 25 min 20 sek.

Hjá monnunum økist støðugt ið luttakarum, og hesaferð royndu tríggjir mans seg. Fremstur av teimum var 16 ára gamli Dánjal Dahl Ljósheim, sum hóast sín unga aldur, gjørdist nummar seks av teimum 38 monnunum, sum runnu teir 5 km. Tíðin hjá Dánjal gjørdist 17 min 33 sek, og var hann sostatt minni enn eitt minut frá at koma á heiðursmerkja pallin. Páll H. Vesturbú rann teinin uppá 20 min 29 sek, og rakk hetta til eitt níggjundapláss millum veteranarnar. Triðja Hvirlan var Kristian Martin Garðalíð, sum annars mest roynur seg við 7,26 kg tungu kúluni. Hann rann teinin uppá 31 min 3 sek.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *