Hvirlur kunna máta seg við tey bestu í Danmark.

5 silvurmerkið fyrra dagin á DMU
25.08.2019
Hvirlur kempaðu fyrra dagin á FMU
01.09.2019

Hvirlur kunna máta seg við tey bestu í Danmark.

Ungu Hvirlurnar kempaðu væl annan dagin á DMU, har tær vístu, at hóast tingini ikki rigga, so megna tey at kappast við tey bestu í Danmark.

Dagurin byrjaði við at 18 ára gomlu Helena Svabo Ziska og Lýdia Poula Simonsen royndu seg í diskuskast móti hinum 18-19 ára gomlu gentunum. Helena, sum fyri viku síðan ognaði sær føroyska meistaraheitið, hevði ligið sjúk alla vikuna, og tað var ivasamt um hon fór at kappast, men hon gjørdi eina roynd, og tá kroppurin segði ok, eftir upphiting, so var hon við. Tekniskt riggaði tað væl hjá henni, og fyrstu trý kastini lendu øll innanfyri 26 metrar. Hetta tryggjaði henni tó eitt fjórða pláss áðrenn fari var undir finalu umførini. Lýdia, sum eigur føroyska metið, hevði hinvegin trupulleikar við at fáa teknikkin at sita. Hon kom ikki heilt uppá pláss eftir rotatiónina og tí fekk hon ikki nýtt styrkina rætt. Í triðja kom hon út á 24,32 m, sum gjørdi at hon lá á sætta plássi áðrenn finalu umførðini.

Avgjørt var at Helena skuldi royna at seta meir ferð á. Tá er lætt at missa tamarhaldi, men tað er har metrarnir sita. Fjórða kasti eydnaðist heilt væl, hóast hon var í so høg, og tí ikki hevði so nógv at arbeiða við. Kasti bleiv máta til 27,51 m. Fimta misteydnaðista heilt, og í sætt kastaði hon aftur ein lítlan metur styttri. Fjórða og fimta miseydnaðust hjá Lýdiu, og so var bara at satsa, og vita hvat hendi. Her megnaði hon at kasta sítt longsta kast í kappingini. Tað bleiv máta til 25,89 m, sum var minni ein hálvan metur frá fimta plássi.

Dánjal Dahl Ljóseim skuldi síðan royna seg á 800 m. Hetta var fyrstu ferð í ár, at hann royndi seg á hesum teininum, og við tveimum hørðum 400 m í beininum frá fyrra degnum av DMU, so var spenningur um hvat hann megnaði. Hann legði varliga út, og vísti hetta seg at vera ein feilur, tí fimm stungu av, og Dánjal lá tí einasamallur og skuldi royna at hála seg fram aftur til hinar. Hetta er nógv tyngri, enn um hann var í bólkinum, og hesaferð var tað ov nógv hjá honum. Hann royndi at kempa, og móti endanum hálaði hann eitt vet inn, men tað hann misti í byrjani var ov nógv at heinta. Hann gjørdist nummar seks við tíðini 2 min 7,28 sek.

Guðrið Káradóttir Petersen var farin í gongd við upphiting meðan Dánjal rann. Hon royndi seg við 4,0 kg tunga hamaranum, í bólkinum G18-19 har hon m.a. skuldi royna seg móti danska meistaranum. Upphitingin vísti at teknikkurin ikki heilt sat, roynt var at justera, men tá kappingin byrjaði endaði fyrsta kasti í netinum, og bleiv tí ikki máta. Í næsta kom vektin aftur yvir á høgra bein, sum ger at radius blívur ov stuttur, og hon missir framdrift í ringinum. Kasti bleiv máta til 34,61 m. Triðja miseydnaðist heilt, men nú byrjaði hon at fáa kensluna aftur, og í fjórða kom hon út á 37,58 m, í fimta út á 39,48 m. Hon vildu tó útum 40, og í síðsta megnaði hon tað við at kasta 40,52 m. Hetta rakk til eitt fimta pláss í kappingini. Sigast skal tó at um Guðrið kappaðist í bólkinu G20-22, so hevði tað blivið til  bronsumerki.

So vóru 200 m á skránni, har Miso Buha fyrst skuldi royna seg í bólkinum Dreingir 16-17 ár. Hann var styrkismettur til at renna í A-finaluni, har teir sterkastu vóru. Miso hevur arbeitt nógv við at fáa ein meir effektivan start, og tá skotið fór sást, at hetta er við at seta seg, tí hann var sera effektivur á fyrstu fetunum, og skjótt var hann uppi í fullari ferð. Hann kom úr svinginum saman við hinum, har hann rann seg inn í ein mótvind. Hann helt væl, men móti endanum misti hann nakað, men fyrstu 150 m eru uttan iva teir bestu hann hevur runnið. Tíðin á málinum segði 24,60 sek, sum rakk til eitt nýggjunda pláss.

Tórur var eisini styrkismettur til at renna í A-finaluni. Eftir at hann fyrr í ár hevur tikið føroysku metini á 100 m, 200 m og 300 m, er fokus flutt yvir á 400 m, og tí er optimering ikki gjørd í mun til toppferð. Síðan oyggjaleikirnar hevur starturin sitið væl, og so var eisini hesaferð, eftir fyrstu 30 m var hann longu uppi á liðini av manninum uttanfyri. Hann helt síðan ferðina kring svingi, og kom úr svinginum í tøttum dysti um gullið, men so misti hann nakað og tá 50 m vóru eftir spenti hann ov nógv í royndini at fylgja við í oddinum, og misti harvið ferðina. Hann kom tískil á mál sum nummar fýra við tíðini 22,80 sek (w: -1,4 m/s).

Síðst í eldin var Edna Maria, sum skuldi royna seg í longdarlopi í bólkinum G20-22. Tað sást longu í upphitingini, at hon var væl fyri, tí ferðin var høg, og hon var agressiv á plankanum. Í fyrsta lopinum var hon í so passiv við svingbeininum, og tí roteraði hon framyvir, og misti harvið longd. Lopið bleiv máta til 4,69 m. í næsta fekk hon svingbeini betur upp, men misti tað eitt vet ov tíðliga, og tí lendi hon við tí aftari enn við lop-beininum. Hóast hetta gjørdist lopið 4,80 m. í triðja riggaði betur, hon kom inn við góðari ferð, fekk svingbeinið upp, og helt tað. Hon lendi tí væl longri úti enn í fyrra lopinum, men tíðanverri gjørdi hon yvirtrakk við einum lítlum centimetri, so lopið bleiv ikki máta. Hon gjørdist sostatt nr 10, bara 23 centimetrar frá einum plássi millum tær 8 sum hildu áfram í finaluni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *