Hvirlur kláraðu seg væl í VK3 á Argjahamri!

Hvirlur kláraðu seg væl í VK3 á Argjahamri!

Tað vóru munandi betri veðurlíkindi á Argjahamri í ár, enn tá ið VK3 var í fjør. Nakað av vindi var tó og eisini rættuliga runut. Tað var undan út á Glyvursnes, og heimaftur var vindurin ímói og tí kendist brekkurnar tungar í løtum, men væl var runnið og tíðirnar vóru góðar.

Í opna bólkinum hjá monnum vann Marnar Djurhuus t. 30:53 , Jan Elmar Sørensengjørdist nr. 2 t. 32:19 og Andreas Hansen nr. 3 t. 33:03. Hjá kvinnum vann Rebekka Fuglø t. 36: 51, Rigmor N. Arge nr. 2 t. 38:48 og Hergerð Heldarskarð nr. 3 t. 40:40

4

Hjá veteranum hjá monnunum vann Martin Gravesen t. 34:31, Hallur Holm gjørdist nr. 2 t. 35:29og Regin Áki Hansen nr. 3 t.  36:24. Hjá veteranunum hjá kinnunum, vann Rigmor N. Arge t. 38:48, Hergerð Heldarskarð bleiv nr. 2 40:40 og Birna Mohr Joensen bleiv nr. 3 t. 40:47.  Adelaid Kirke bleiv rann við t. 47:20

1

Superveteranar hjá Hvirluni høvdu eisini góð úrslit, John Egholm var nr. 2 t. 38:33og Páll Vesturbú bleiv nr. 4 t. 40:23. Hjá kvinnuligu superveteranunum kempaði Cecilia Arendal seg til eitt 2. pláss í dag við tíðini 51:40.

3

Hjá unglingunum bleiv Dánjal Ljósheim nr. 2 við tíðini 37:44

2

Hetta var ein góður dagur fyri Hvirluna, sum við 7 luttakarum vunnu heili 6 heiðursmerkir. Aftaná kappingina vóru góðir brúsumøguleikar og lekkurt var við heitum kakao, kaffi, bollum og frukt. Ein harður teinur á Argjahamri er væl yvurstaðin og vit gleða okkum til hugnaligu jólarenningina 24/12-2016 kl. 10:00 har byrja verður á rennibreytini.

Øll úrslitini kunnu síggjast inni á www.fif.fo