Hvirlur imponeraðu í Gøteborg

Super dagur í Sandágerði
06.07.2011
Jatnatøk komandi leygardag
16.07.2011

Hvirlur imponeraðu í Gøteborg

Talentbólkurin hjá FÍF luttók farna vikuskiftið í VU-Spelen í Gøteborg. VU-spelen er ein sera sterk altjóða kapping fyri ung. Luttakarar vóru m.a. úr øllum norðanlondum, Skotlandi, týsklandi og Qatar. Í talentbólkinum eru fimm Hvirlur. Tær eru (í parantes greinin, sum viðkomandi hevði kvalificera seg til bólkin í):

  • G12: Tinna Berg Jørgensen (80 m)
  • G13: Marita Káradóttir Petersen (spjótkast)
  • D16: Hallur Simonsen (diskuskast)
  • D16: Hanus Bergsson (spjótkast)
  • D17: Trygvi Laksáfoss (100 m)

Øll luttóku tey í greinini tey høvdu kvalificera seg í, og harumframt øðrum greinum. Tað vóru Hallur Holm og Guttorm Sørensen sum høvdu skipa fyri túrinum, og Rebekka Fuglø og Heri Ziska vóru við sum hjálparleiðarar. Ferðast var við Atlantic Airways til Kastrup, og síðan við Bussi til Gøteborg. Í Gøteborg búði ferðalagi á vallaraheimi norðan fyri býðin.

Yngsta Hvirlan á túrinum var Tinna, ið gjørdist 12 ár sama dag, sum kappingin byrjaði. Hon luttók á 80 m, 200 m og í longdarlopi. Leygardagin byrjaði hon við at renna 80 m innleiðandi longu kl. 9.10 um morgunin. Hetta er greinin hon hevði kvalificera seg til bólkin í við tíðini 10,64 sek, og tí var tað við spenningi at hon fór í blokkin. Hon var í einum sterkum riðli, men megnaði tó at gerast nummar fýra. Tíðin vísti seg at verða 10,45 sek hóast ein lítlan mótvind. Seedningin gav ikki ábendingar um at hon skuldi røkka einari finalu, men flotta úrslitið gjørdi at Tinna kom í b-finaluna. Har rann hon eitt sindur seinni (10,51 sek), men megnaði tó at fanga tvær afturat, so hon endaði sum nummar 12 samanlagt. Nevnast kann at Tinna hevur betra sína tíð á 80 m við heili 1,30 sekundum síðan síðsta summar.

Næsti startur hjá Tinnu var í longdarlopi. Hesaferð kl. 9.00 sunnumorgun. Henda kapping fór fram á lítla frælsa-økinum uttanfyri sjálvt Ullevi-stadion. Upphitingin gekk gott, og renningarlopið passaði væl undan kappingini. Hetta var ein kapping har 79 skuldi royna seg, og hóast tað var deilt í tveir riðlar, sum kappaðust samstundis, so gekk góður ½ tími millum hvørt lopið, og tað var tíðuligt at hetta var sera óvant fyri Tinnu. Tá hon endiliga slapp at royna seg vildi renningarlopi ikki heilt. Fyrsta lopið leyp hon á skeivum beini, meðan tey bæði næstu miseydnaðust heilt. Hon kom tó út á heili 3,73 m, sum undir slíkum umstøðum má sigast at verða heilt gott.

Triði og seinasti starturin hjá Tinnu var á 200 m. Hetta var hennara fyrsta kapping á hesum teininum, og tí var ilt at siga hvat ein kundi vanta. Tinna skuldi renna í trið-skjótasta riðli. Avtala var tó at tað skuldi satsast, og so var gjørt. Tinna fór úr blokkinum sum ein kanón, 0g tá hon kom úr svinginum lá hon á odda í sínum riðli. Hesa leiðslu helt hon næstu 60 m, fyri síðan at økja enn meir í endanum. Tíðin hjá henni var 29,54 sek, ið er bólkamet við meir enn einum sekundi. Við hesum endaði Tinna á einum samlaðum 13. plássi. Stakk flott tá hugsa verður um at sprint venjingin í vetur hevur verði fokusera uppá renni-teknik og styttri teinar.

Marita luttóka á øðrum sinni á VU-spelen. Hennara fremsta grein hevur verði spjót, men hesaferð skuldi hon royna seg í spjótkasti, kúlustoyti, longdarlopi, 80 m, 200 m og 60 m forðarenning. Fyrst á skránni var 60 m forðarenning. Hon rann í riðli 6 av 7. Starturin eydnaðist væl, og kom hon væl uppum fyrstu forðing. Hon stríddist allan vegin við genturnar, sum runnu ávikavist vinstru og høgru megin hana. Tað var ikki vanta at hon kom í finaluna, men eitt persónligt met og bólkamet var málið. Tá so úrslitatalvan vísti, at hon hevði runnið 10,96 sek var frøðin stór. Gamla metið frá januar var 11,77 sek, og um hugt verður eftir hvat hon rann í 2010, so hevur hon betra seg við góðum 2½ sekundum.

Seinnapart var so spjótkast á skránni. Her hevur Marita leingi kasta umleið 25 m hóast venjingin hevur víst at teknikkurin er betraður nógv. Í Gøteborg komu lønin fyri nógvu tímarnar á Tórsbreyt, og kanska serliga fyri alla venjingina í ringum veðrið, tí at tað oysti niður meðan kappingin var. Marita opnaði kappingina við einum kasti uppá 32,11 m, ið er ein betran av hennara bólkametið við 6,10 m! Næstu tvey kastini miseydnaðust, men hon var komin millum tær 8 sum sluppu at halda áfram í kappingini. Seinastu trý kastini kom hon aftur útum 31 m, men tó ikki longur enn í fyrsta umfarið. Hon endaði á einum 8 plássi, einans góðar 2 metrar frá pallinum. Nevnast kann at Marita var meir enn 7 metrar frá pallinum í 2010. Leygardagin var tað einans 80 m á skránni. Her betraði Marita aftur sítt met munandi, og kom á mál við tíðini 11,83 sek. Gamla metið hjá henni var 12,27 sek. Besta tíðin í 2010 var 12,82 sek.

Sunnudagin vóru heilar tríggjar greinar á skránni hjá Maritu. Dagurin byrjaði við kúlustoyti. Har byrjaði hon róliga, men í øðrum umfarið kom kúlan heilt út á 9,05 m, ið er persónligt met við uml. ½ m. Tað rakk tó ikki til eitt pláss millum tær 8, sum hildu áfram í finaluni. Eftir ein steðg uppá góðan tíma, var so aftur tíð at hita upp. Hesaferð til longdarlop. Eins og hjá Tinnu fyrigekk hetta á upphitingarøkinum uttanfyri sjálvt Ullevi-stadion. Tað vóru fleiri enn 100, sum skuldu royna seg, og tí var avgjørt at hita upp millum hvørt lopið. Marita leyp 3 lop, ið øll vóru longri enn 4 metrar. Tað longsta var 4,23 m. Eftir stuttan steðg var fari at hita uppaftur. Hesaferð til 200 m, ið ikki er nakað Marita plagar at kappast í. Marita var skjót úr blokkinum, og tá rennarnir komu úr svinginum, lá hon á øðrum plássi. Hon bardist allan vegin á mál, men náddi tó ikki tí fremstu, men megnaði at halda hinar sjey aftan fyri seg. Tíðin hjá Maritu vísti seg at verða neyvt tann sama, sum Tinna hevði runnið einans ½ tíma fyrr (29,54 sek). Hetta er persónligt met við góðum1½ sekundi.

Hallur og Hanus luttóku báðir í bólkinum D16. Hallur í diskus og kúlu, meðan Hanus royndi seg í spjót og kúlu. Í kúlu kappaðusta teir í bólkinum D16, meðan teir í diskus og spjót kappaðust í bólkinum D16-17. Fríggjadagin var tað høvuðsgreinin hjá Hanusi (spjótkast), sum stóð á skránni. Hann var so mikið heldigur at hann kastaði áðren tað fór at regna, og fekk tað bestu seriuna hann hevur havt í kapping. Øll hansara kast vóru omanfyri 46 m. Tó kom onki uppum 47 m, men tá stabiliteturin er har, so eru langu kastini ikki langt vekk. Longsta kasti var 46,94 m, ið er nýtt bólkamet.

Leygardagin royndu teir báðir seg so í kúlustoyti, har teir liggja sera tættir báðir. Hesaferð var Hanus tann stinnari, tá hann í øðrum umfarið kom út á 10,28 m, ið er 4 cm frá hansara persónliga metið. Hallur hevði ein dag har ferðin í beinunum ikki heilt var har, og endaði hann tí á 9,88 m, ið er uml. ½ m frá hansara persónliga meti.

Sunnudagin var tað so Hallur sum skuldi royna seg í sínari høvuðsgrein (Diskuskast). Hansara teknikkur hevur verði eitt sindur óstabilur, í seinastuni, og tí var tað við spenningi at fari var í hesa kapping, har VU-spelen hevði valt at seta kvalifikatións-krav á fyri luttøku. Hallur Byrjaði við einum kasti uppá 25 m, men tað sást at hann føldi seg allsamt tryggari og í øðrum kastinum kastaði hann útum 30 m, fyri síðan at enda við 32,49 m, ið er hansara næstbesta úrslit nakrantíð.

Trygvi var tann elsti umboðandi Hvirluna, og royndi hann seg á 100 m, í longdarlopi og í hæddarlopi. Fríggjadagin var tað longdarlop sum stóð á skránni. Tíðanverri so stóð regni niður meðan kappingin var, men hetta tyktist ikki darva sjálvum lopinum, tað setti tó krøv til upphiting millum lopini. Í fyrstu royndini fekk hann eitt gott avsett. Tíðanverri, so roteraði hann eitt sindur við hoftini í avsettinum, og resulterati var at hann misti vinstra bein í lendingini. Hetta kostaði heilt fitt í longdini, men hóast hetta, so var lopið mált til 5,35 m. Í næstu tveimum lopunum hendi tað so at renningarlopið ikki vildi, og tí endaði Trygvi við at leypa 5,35 m.

Leygardag var tað so greinin hann hesaferð hevði kvalificera seg til talentbólkin í. Spenningurin var stórur, tí tað eru einans nakrar vikur síðan hann á fyrsta sinnið rann skjótari enn 12 sek. Hann fekk ein góðan start, og kempaði allan vegin um placeringar í einum sera jøvnum riðli, har hann endaði í miðuni. Tá tíðin kom á talvuna, var frøðin stór, tí at hon vísti at hann hevði runnið teir 100 m uppá 11,88 sek, og harvið skori 11/100 afturat av sínum metið. Hann tók samstundis felagsmetið aftur frá Øssuri.

Seinasta greinin hjá Trygva var í hæddarlopi. Hetta er grein hann ikki hevur vant í vetur vegna skaða, men vónin var tó at náða upp móti teimum 170 cm hann hevur lopið áður. Byrjanin var tó ikki heilt eftir vild, tí at skógvarnir lógu eftir á vallaraheiminum, og tí var tað um at renn út í taxabil, koyra heim, heinta skógvar og so koma innaftur sum skjótast. Hetta gjørdi at hann ikki var gjøgnum upphitaður til kappingina. Hóast hetta kom hann væl í gongd, og leyp langt uppum 160 cm. So var yvirliggjarin fluttur uppá 167 cm, ið er hægri enn Trygvi hevur lopið leingi. Fyrsta royndin gekk ikki so gott, men tann næsta var heilt nær við og somuleiðis tann triðja. Tíðanverri so gekk tað akkurát ikki hesaferð, men har er lítil ivi um at við meir tekniskari venjing, so kemur Trygvi ikki at hava trupulleikar við 167 cm.

Viðvíkjandi talent-krøvum, so var úrslitið á VU-spelen at fylgjandi krøv blivu klára (tað eru ongi B-krøv í bólkinum G12 ella í kast í bólkinum D16):

  • Tinna (G12): A-krav á 80 m (kláraði A-kravið í bólkinum G14)
  • Tinna (G12): A-krav á 200m (kláraði A-kravið í bólkinum G13)
  • Marita (G13): A-krav á 60 m hæk
  • Marita (G13): A-krav í spjótkasti (kláraði A-kravið í bólkinum G15)
  • Marita (G13): B-krav á 80 m (manglaði 3/100 til A-kravið)
  • Marita (G13): A-krav í kúlustoyti
  • Marita (G13): B-krav í longdarlopi
  • Marita (G13): A-krav á 200 m.
  • Hanus (D16): A-krav í spjótkast (kláraði A-kravið í bólkinum D17)
  • Trygvi (D17): A-krav á 100 m.

Samanumtikið má sigast at øll vístu seg frá síni bestu síðu í Gøteborg, og nógv forbetraðu seg rættuliga munandi. Enn er árið ungt, so har er lítil ivi um at onkur forbetring kemur afturat áðren árið er av, fyri ikki at talað um komandi árini.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *