Hvirlur halda áfram við at imponera í stórkappingunum

Nógv børn á Stuttleikum
10.06.2018
Lydia broncu í vesturdanska meistaraheitinum
19.06.2018

Hvirlur halda áfram við at imponera í stórkappingunum

Triðja og síðsta stórkapping á hesum sinnið var á Tórsbreyt leygardagin. Henda kapping var væl fyriskipað av Treysti og Roysnið, sum m.a. høvdu biðið um og fingið nærum perfekt veður til at kappast í.

Børn upp til 7 ár

Tey yngstu fáa møguleika fyri at royna seg í eini grein. Hesaferð var bóltkast á skránni, og eins og undanfarin umfør, so var Ró Appolonia Hansdóttir til dystin fús. Hon megnaði at kasta 150 g tunga bóltin út á 4,75 m.

Gentur 8-9 ár

Sigrið Hansdóttir byrjaði dagin við at renna 80 m. Hon var skjót avstað, og lá lið um lið við dreingirnar hon kappaðist ímóti allan vegin. Á málinum segði klokkan at Sigrið hevði ogna sær eitt flott persónligt met áljóðandi 14,21 sek.

Eftir spurtin fóru tær báðar Sigrið og Sonja Klein Simonsen til bóltkast. Her legði Sigrið út við at kasta 26,35 m, sum var hennara longsta hesaferð. Framgongdin er eyðsýnd, tí í somu kapping fyri einum árið síðan kastaði hon 11,99 m. Sonja legði út við at kasta 12,19 m. Hetta økti hon til 12,78 m í øðrum umfarið, sum gjørdist hennara besta.

Sigrið og Sonja fylgdust síðan til longdarlop. Her legði Sigrið út við økja um sítt eina viku gamla persónliga met. Hesaferð til 3,13 m. Hon hevði fleiri góð lop, men hesi vóru ikki heilt líka long sum tað fyrsta. Sonja legði út við at leypa 1,98 m. Hetta økti hon til 2,19 m í øðrum. Tað triðja var eitt vet styttri.

Sigrið endaði dagin við at renna 400 m. Aftur kom hon í ein tættan dyst við dreingirnar hon rann saman við. Hetta hjálpti henni at halda eina høga ferð, sum annars er trupult tá ein rennir einsamøll. Á málinum segði tíðin 1 min 20,30 sek.

 

Gentur 10-11 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaði dagin við at renna 80 m. Hetta var hennara fyrsta kapping á hesum teininum. Hon kom væl avstað, og vísti at hon er við at ogna sær ein flottan rennistíl. Í einum tøttum riðli rann hon á mál við tíðini 14,67 sek.

Eftir spurt var bóltkast á skránni. Her legði Beinta Debes út við at kasta 19,86 m, sum er 1 cm styttri enn hennara persónliga meti. Elena legði út við at kasta 7.71 m. Hvørgin var tó nøgd, tí í øðrum umfarið økti báðar. Elena flutti sítt persónliga met við næstan tveimum metrum til 9,78 m, meðan Beinta kom heilt út á 25,01 m, og økti harvið um sítt persónliga met við góðum fimm metrum. Elena økti eisini í síðsta umfarið. Hesaferð til 10,54 m.

So var tíðin komin til longarlop. Her vóru bæði Beinta og Elena klárar. Elena legði út við at leypa út um 3 m strikuna fyri fyrstu ferð. Lopið bleiv mált til 3,02 m, sum er 23 centimetrar longri enn hennara persónliga met. Beinta legði út við at leypa 2,84 m, men í øðrum umfarið leyp hon 3,02 m, sum er ein centimetur styttri enn persónliga metið hon setti fyri einari viku síðan. Báðar royndu at koma longur, men hesaferð endaðu tær báðar á neyvt somu longd.

Dreingir 10-11 ár

Ólavur Róin av Steinum byrjaði sín dag við at royna seg á 80 m. Hann valdi at byrja uttan startblokk, sum var gott val, tí at nýta startblokk áðrenn man er klárur, er ein tann fremast orsøkin til at so nógv børn og ung hava trupulleikar við at læra at nýta startblokkar. Ólavur kom væl avstað, og steðgurin í kapping sást ikki aftur, tí hann rann flott, og kom á mál við tíðini 14,75 sek, sum er persónligt met.

Eftir spurtin fór Ólavur beina leið til bóltkast, har hann legði út við at kasta 150 g tunga bóltin 23,46 m. Hetta økti hann til 23,49 m í øðrum umfarið, sum gjørdist hansara longsta hesaferð.

So fór Ólavur til longdarlop, og aftur vísti hann at hann hevur tikið seg nógv fram, tí longu í tí fyrstu royndini legði hann góðan ½ m omaná sítt persónliga met við at leypa 2,90 m. Næsta lopið var eisini væl longri enn gamla persónliga metið, men ikki heilt so langt sum tað fyrsta. Síðsta lop miseydnaðist, men eitt flott persónligt met til Ólavur.

Gentur 12-13 ár

Jóhanna Súnadóttir Pedersen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield luttóku í síni fyrstu stórkapping í ár. Teirra dagur byrjaði við trýstøkk, sum tær einans høvdu roynt eina ferð til venjing. Tað var tó ikki til at síggja tá kappingin fór í gongd. Jóhanna legði út við at leypa 7,95 m, meðan Kristina kom út á 7,55 m. Báðar øktu tær í øðrum umfarið. Jóhanna til 7,98 m og Kristina til 7,59 m. Í triðja kom Jóhanna á fyrsta sinnið út um 8 m strikuna við einum lopið uppá 8,18 m. Siðsta lopið hjá Kristinu eydnaðist ikki heilt, so teir 7,59 m gjørdust endaliga úrslitið hjá henni. Ein stak flott debut hjá báðum.

Báðar fóru tær síðan at royna seg á 80 m. Tá skotið fór ruku tær avstað, og tað sást at at tær hava kempa til venjing, tí har var munandi meir effekt í fetunum sammet við í fjør. Hetta sást eisini á tiðunum, tí Kristina skar gott hálvt sekund av sínari bestu tíð við at renna 13,73 sek, meðan Jóhanna skar eitt heilt sek av sínari bestu tíð við at renna 12,82 sek.

Eftir spurtin fóru tær báðar til spjótkast, har 400 g tungu spjótini bíðaðu. Her legði Kristina út við at bøta um sítt pesónliga met til 9,56 m, meðan Jóhanna, sum luttók í síni fyrstu spjótkapping kom út á 10,16 m. Báðar gjørdu yvirtrakk í øðrum umfarið fyri síðan at kasta sítt longsta í triðja og síðsta umfarið. Kristina kom út á 9,88 m, meðan Jóhanna kom út á 11,20 m.

Kristina og Jóhanna endaðu dagin við at royna seg á sínum fyrsta 1000 m. Tær kendu ikki teinin, og tí løgdu tær varliga út, og fokuseraðu uppá at halda tempo. Tað er ringt at vurdera hvat optimalt tempo er, og tá tær komu inn á síðstu 100 m sást at har var nakað eftir, tí við einum øgiligum spurti heintaðu tær nógv síðstu metrarnar. Endin gjørdist at Kristina fekk tíðina 4 min 10,11 sek og Jóhanna fekk tíðina 4 min 18,37 sek.

 

Gentur 14-15 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við longdarlop. Hon gjørdi yvirtrakk í fyrsta umfarið. Í næsta justeraði hon ov nógv, og leyp langt áðrenn plankan. Tað bleiv mált til 3,52 m. Í triðja riggaði betur, og kom hon út á 4,16 m. Fjórða og síðsta lopið sá langt út, men tað var tíðanverri yvirtrakk.

Børka fór beint til 400 m startin. Børka er ikki von við at renna 400 m, men hon er altið klár at kempa. Hon legði varliga út, men økti so tempo so hon á kom á mál við tíðini 70,16 sek, sum er 11,5 sek skjótari enn hennara persónliga met.

So var kúlustoyt á skránni, og aftur var Børka klár. Hesaferð var hon tó ikki einsamøll Hvirla, tí Elin Niclasen royndi seg eisini við 3 kg kúluni. Tað var eisini Elin, sum domineraði kappingina, tí longu í fyrsta umfarið stoytti hon kúluna út á 8,53 m, sum var nóg mikið til at vinna. Hon steðgaði tó ikki har, tí í triðja umfarið økti hon til 8,68 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð. Børka royndi seg á fyrsta sinnið við 3,0 kg kúluni. Her kom hon longu í fyrsta umfarið heilt út á 7,94 m, sum bara er ½ m styttri enn hon megnaði við 2,0 kg kúluni í 2017. Hon hevði fleiri góðar royndir, men teir 7,94 m í fyrsta umfarið gjørdust teir longstu hesaferð. Samanlagt blivu tær ávikavist nr 1 og 3 í kúlustoyt.

Børka endaði dagin við 1500 m renning. Tað úrslitið er ikki tøkt í løtuni.

Dreingir 14-15 ár

Miso Buha, sum fyri viku síðan skar heili fýra sekund av sínum persónliga metið á 400 m, skuldi nú aftur royna seg á sama teini. Miso legði agressivt út í fyrsta svingi. Tá hann kom úr svinginum, helt hann ferðina alla handaru langsíðuna, og seinna svingi. Síðstu 100 m á einum 400 m eru tiltiknir krevjandi, men her megnaði Miso at halda tempo. Úrslitið gjørdist 55,04 sek, sum bara er ¼ sek seinni enn persónliga metið hann setti í Danmark. Harvið fekk Miso staðfest at hann hevur flutt seg upp á eitt heilt annað støði í summar.

Eftir 400 m skuldi Miso royna seg í longdarlopi. Miso hevur stríðst við at fáa atrenningina til at sita, men triðju kappingina á rað, vísti hann at nú er tað við at verða fortíð. Hansara fyrsta gjørdist tó yvirtrakk við hálvum fóti, men í øðrum umfarið kom hann út á 5,06 m. Hetta økti hann í fjórða og síðsta umfarið til 5,11 m.

Gentur 16-17 ár

Sunniva Bogadóttir, Helena Svabo Ziska og Lý Høgnadóttir Mohr royndu seg við 3,0 kg tungu kúlunum. Helena, sum primert venur diskuskast, legði út við at bøta um sítt persónliga met við góðum metri til 8,51 m. Sunniva, sum primert venur spjótkast, svaraði aftur við eisini at bøta um sítt persónliga met til 8,83 m. Lý, sum primert venur sprint, legði út við 7,38 m, sum er eitt vet styttri enn hennara persónliga met. Sunniva økti til heilar 9,64 m, og bøtti harvið um sítt persónliga metið góðum metri. Hvørgin teirra megnað at økja meir hesaferð, meðan Lý megnað í allar síðsta umfarið at koma heilt út á 7,67 m, sum bara er 21 cm frá persónliga metinum hjá henni. Sunniva og Helena gjørdust ávikavist nummar eitt og tvey samanlagt.

Gentur 18-19 ár

Hamarkastarin Guðrið Káradóttir Petersen royndi seg við 4 kg tungu kúluni. Her legði hon varðliga út við 7,20 m. Hon økti í øðrum umfarið til 7,47 m. Triðja og fjórða eyndaðust ikki heilt líka væl, men í fimta rakti hon kúluna betur. Tað gav 7,70 m og persónligt met. Hon steðgaði tó ikki har, tí í síðsta umfarið kom hon heilt út á 7,88 m, og bøtti aftur um sítt persónliga met. Guðrið vann eisini kappingina samanlagt.

Dreingir 18-19 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við kúlustoyt. Hetta var hansara fyrsta kapping við 6,0 kg tungu kúluni. Tað var tó ikki til at síggja, tí longu í øðrum umfarið kom hann longur út, enn hann hevur megnað at fingið 5,0 kg kúluna áður. Hann steðgaði tó ikki har, tí í tveimum umførðum økti hann, soleiðis at hansara longsta gjørdist 10,13 m. Dánjal gjørdist nummar eitt samanlagt.

Eftir kúlustoyt skuldi Dánjal royna seg á síni fyrstu 400 m kapping í ár. Hóast hann rann móti monnunum, so var vantandi at hann fór at verða rættuliga einsamallur fremst, og so var. Tí longu eftir fyrsta sving sá hann ongan annan, og rann sína egnu kapping. Hann dugdig væl at disponera, og helt eina javna ferð allan vegin. Á málinum segði tiðin 53,93 sek, sum er smá trý sek skjótari enn gamla persónliga metið, og eisini skjótari enn kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Stutt eftir 400 m, var Dánjal róptur til start á 1500 m. Ikki bara sum at siga tað eftir so harðan dyst, men Dánjal var klárur. Tá skotið fór, legði hann hart út fyrstu 200 m, men hann føldi at hann ikki kundi halda hetta tempo allan vegin, og slakaði hann nakað uppá ferðina. Her kom hann at liggja millum tveir av monnunum, sum hann rann saman við. Hetta var eisini fyrsta kapping í ár at hann ikki lá einsamallur fremst allan vegin. Hann lá og bíðaði til 100 m vóru eftir, og setti so ein ógvisligan spurt inn og vann trygt á monnunum. Tíðin segði 4 min 38,50 sek, sum bara er tvey sek frá hansara bestu tíð. Eftir umstøðunum flott. Dánjal fekk gull samanlagt.

Dánjal endaði dagin við longdarlop. Hóast tung bein eftir flottar 400 m og 1500 m, so legði hann út við at leypa 5,26 m, sum er persónligt met. Næstu lopini vóru ikki líka góð, men í fimta økti hann til 5,34 m, og í sætta til 5,38 m og økti harvið um sítt persónliga metið við góðum hálvum metri. Dánjal fór eisini heim við samlaða sigrinum.

Kvinnur

Edna Maria Debes, byrjaði dagin við longdarlop, har hon hevði avgjørt at hon bara skuldi fáa eina markering. Hetta gørdi hon við at renna ígjøgnum og harvið ogna sær fyrsta pláss samanlagt í kappingini.

Eftir longdarlop lá 4,0 kg tunga kúlan og bíðaði. Edna Maria kom út á 7,82 m í fyrsta umfarið. Hetta er tað longsta hon er komin í tvey ár, men hon steðgaði tó ikki har, tí í øðrum økti hon til 7,86 m. Triðja og fjóðra eydnaðust minni væl, men í fimta rakti hon kúluna væl, og kom heilt út á 7,99 m. Edna Maria hevði tó goymt tað besta til síðst, tí við síðstu royndini á degnum kom hon heilt út á 8,29 m, sum bara er 5 cm frá hennara persónliga meti. Edna Maria vann kappingina samanlagt.

Menn

Sprintarin Magnus Dal-Christiansen og leyparin Tórur Mortensen byrjaðu dagin við 7,26 kg tungu kúluni. Hjá báðum var hetta fyrstu ferð teir royndu seg við hesi kúlu. Magnus legði út við at stoyt kúluna út á 7,79 m. Hetta var hansara longsta inntil hann í fjórða umfarið kom út á 8,13 m. Tórur legði út við at stoyta kúluna út á 9,81 m. Hann endurtók somu longd í triðja umfarið, men í fimta kom hann heilt út á 10,54 m, sum er góðan metur longri enn hann áður hevði megna at stoytt 6,0 kg tungu kúluna. Tórur og Magnus gjørdust ávikavist nr 1 og 2 samanlagt.

Mennirnir báðir endaðu dagin við longarlop. Hetta er grein, sum Tórur áður hevði fingið góð úrslit í, men fyri góðum árið síðan var valt at skifta avsett bein, og síðan tá hevur hann einans luttikið í einari kapping. Hann byrjaði dagin við at leypa 6,26 m, sum bara er 4 centimetrar frá oyggjaleikakravinum. Næstu tvey lopini miseydnaðust, tí merkið, ið vísur hvar atrenning skuldi byrja var flutt. Í fjórða leyp hann so 6,25 m, hóast hann setti av einar 30 centimetrar aftanfyri plankan. Í fimta lopið ognaði hann sær billett til oyggjaleikirnar, við at leypa 6,36 m. Hann goymdi tó tað besta til síðst, tí hóast hann mátti justera atrenning áðrenn avsett, so fekk hann alla ferðina við sær út í lopið. Úrslitið gjørdist 6,88 m, sum er 31 cm longri enn persónliga metið hjá honum. Magnus, sum primert venur sprint, hevði avgjørt at royna seg, og av tí at hann ikki hevur vant longd, var avgjørt at byrja við stuttari atrenning. Her leyp hann 4,73 m í fyrsta, lopið, og økti so hvørt umfarið til hann í fjórða leyp 4,99 m. Nú var atrenningin longu ov stutt, og tí var satsa við at flyta atrenningina frá 9 til 11 fet mitt í kappingini. Hetta er djarvt, men Magnus dugir at kappast, so hann megnaði at fáa nýggju atrenningina til at sita í fyrstu royndini. Úrslitið gjørdist 5,34 m. Hann lendi tó eitt sindur skeivt, og valdi tí ikki at leypa síðsta lopið. Har er tó ongin ivi um at tað er nógv eftir í honum. Tórur og Magnus gjørdust ávikavist nr 1 og 2 samanlagt.

Øll úrslitini koma á www.fif.fo. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *