Hvirlur gull í hálvum og heilum marathon

Hvirlan skein á Tórsbreyt
31.05.2015
Hvirlan aftur í hopla á Tórsbreyt
21.06.2015

Hvirlur gull í hálvum og heilum marathon

Tað vórðu tríggjar Hvirlur við í stóra hópinum av rennarum og gongifólki, úr Føroyum og uttanlands.

Hóast fáar, so knáar og sjónligar.

Tvær Hvirlur runnu sítt fyrsta marathon og fyrsta ½ marathon.

Páll Højgaard Vesturbú royndi seg á fyrsta sinni á heilum marathon. Hann rann væl og kom á mál við tíðini 3.46,43. Tað má sigast at vera ein góð fyrsta roynd og ikki minst, tá vit hugsað um rutuna, sum her heima er harðari enn aðrar marathon rutur runt um í heiminum. Tá FM í ½ marathon varð runnið í Klaksvík fyri trimum vikum síðani, bøtti hann um sítt persónliga met við heilum tíggju minuttum. So tað verður víst bara betri tíð, tá hann aftur fer at royna seg á marathon.

Paula Mohr rann á fyrsta sinni ½ marathon. Og mín sann, kom hon fyrst av kvinnunum á mál við tíðini 1.42,38 og gjørdis vinnari á ½ marathon. Tíðin hjá Paulu er ein stak góð tíð, tá hon roynir seg á fyrsta sinni á teininum og ikki minni, tá vit vita at henda ½ marathon rutan er seig. Paula var nærum 5 min skjótari enn nr. 2

Helst verður nógv meir at síggja til Paulu Mohr í øðrum kappingum framyvir.

Rigmor Napoleonsdóttir Arge vann tryggan sigur og er Føroyameistari í marathon 2015. Í ár, eins og undanfarnu á hevur hon verið fyrsta kvinnan á mál, tá hon hevur runnið Tórshavn Marathon. Hon kom á mál við tíðini 3.22,48 og varð nr 12. samanlagt av heili 94 luttakarum. Rigmor var heilar 14 min. skjótari enn nr. 2.

So vit í Hvirluni mugu sigast at vera kná, eisini á teimum longu teinunum.

marathon 2Mynd av Paulu tá hon kemur um málstrikuna. Myndir frá bragdid.fo

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *