Føroysk met í Reykjavík
07.02.2016
Tey reyðu búnast og mennast
14.02.2016

Hvirlur eru góðar

Langi og harði kappingardagurin í gjár, endaði við at tey flestu fóru at svimja, og síðan heim til ein lekran heitan bita. Tíð var sjálvandi til at reypa eitt sindur og annars hugna sær saman áðren farið var til songar. Tí nóg  skuldu aftur royna seg i dag.

Gentur 15 ár

Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 3 kg tungu kúluni. Lydia legði hart út, tí longu í fyrsta umfarið bøtti hon um sítt persónliga met við 40 cm. Helena, sum er við at koma í gongd við miðvísa venjing eftir ein steðg, kom út á 5,49 m. Í øðrum umfarið øktu báðar. Lydia legði smáðar 20 cm omaná við at stoyta kúluna 8,10 m. Helena økti við næstan einum hálvum metri og kom út á 5,95 m. Báður høvdu góða roynd at koma enn longur, men tað longsta tað, ið kom í øðrum umfarið.

stormot2016-IMG_1066

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Jóhan Nattestad Kass royndu seg í trýstøkk. Báðir hava teir roynt hana áður, men vant er ikki til hesa grein. Tað var tó ikki til at síggja, tí báðir lupu væl og bøttu um síni met við meir enn einum metri. Longu í fyrsta umfarið kom Dánjal á fyrsta sinnið fekk Dánjal eitt góðkent met uttanfyri 9 m strikuna , og 10 m strikuna. Tað bleiv mált til 10,54 m. Í fjóra umfarið legi hann nakrar centimetrar afturat, so hann endaði úti á heilum 10,61 m. Dánjal brjaði 8,80 m, sum var persónligt met. Í triðja umfarið kom hann tó út á 9,94 m, og bøtti harvið munandi um sítt met.

stormot2016-IMG_1105

Kvinnur

Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, var, eftir føroyska metið í gjár, aftur klár at royna seg. Hesaferð á 200 m teininum. Alda hevur vant væl, og vísti á 60 m at ferðin er góð. Hon legði eisini hart út, og hóast krøppu svingini, so helt hon góða ferð allan vegin. Á málinum vísti klokkan 28,03 sek, sum er meir enn eitt sekund skjótari enn hennara gamla persónliga met.

stormot2016-IMG_1137

So skuldi Edna Maria Debes royna seg í longdarlopi. Hon kendi tó at beinini vóru tung eftir trýstøkk. Hetta sást eisini í atrenningini, har tann lætti sprint-stílurin ikki var har. Hon hevði tó góða rútmu og kom í fyrsta umfarið út á 4,27 m. Í øðrum økti hon út á 4,41 m. So var roynt at justera fokus, men hetta eydnaðist ikki fyrr enn í fimta umfarið har hon fekk eitt tekniskt gott lop. Tað bleiv mált til 4,58 m, sum var hennara longsta á degnum. Við lættari beinum er lítil ivi um at munandi longri lop liggja og bíðja.

stormot2016-IMG_1182

Menn

Magnus Dal-Christiansen og Tórur Mortensen royndu seg 200 m teininum. Magnus var á uttastu geil í triðja riðli. Eftir at Magnus hevði hugt at myndum frá 60 m í gjár, valdi hann at royna at justera sprint-teknikkin. Hetta vísti seg at verða ein góð avgerð, tí hann rann munandi betur, og hóast hann ikki hevur vant sprint-úthaldinheit, so skar hann ¾ sek av sínum persónliga metið, so tað nú er 24,28 sek. Tórur kendi eisini at trýstøkk í gjár hevði stressa beinini meir enn vant. Hann rann tó væl á geil eitt, men kendi sjálvur at har manglaði tað síðsta spænsti til at kunna renna optimalt. Tíðin gjørdist tó 23,74 sek, sum er góðar 2/10 skjótari enn hann hevur runnið áður, og bara smáðar 2/10 frá føroyska metinum.

stormot2016-IMG_1149

Síðsti maður í eldin var Jákup Dahl Ljósheim, sum skuldi renna fýra umgangir á 200 m longu breytini. Jákup hevði eitt stabilt tempo allan vegin, og om á mál við tíðini 2 min 20,87 sek.

stormot2016-IMG_1054

So er Stórmót av á hesum sinnið. Restina av vetrinum fara røsku íðkararnir heim aftur at venja í kuldanum á Tórsbreyt og Tórsvølli inntil summari kemur.

Fleiri myndir koma í myndasavnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *