Hvirlur brillieraðu í fyrsta umfarið av Grand Prix

So byrjar Grand Prix á stadion
13.05.2012
2 hvirlur afturat í talentbólkin
26.05.2012

Hvirlur brillieraðu í fyrsta umfarið av Grand Prix

Fyrsta umfarð av Grand Prix 2012 var á Tórsbreyt fríggjadagin 18. mai. Hvirlan var umboða í flestu bólkum, og hóast felagið hoyrur heima í Tórshavn, so vóru limir úr felagnum eisini komnir at luttakar úr Miðvági, Sandavági, Kollafirði og Runavík. Samanumtikið bleiv tað til 56 persónlig met í 68 startum. Millum hesi vóru, um talt er rætt, 10 bólkamet. Harumframt eru tríggir nýggjir limir í talentbólkinum hjá FÍF, har tveir kláraðu A-kravið, soleiðis at tað nú eru 4 sum higartil í ár hava klára A-kravið, umframt at tað var ein sum var langt undir kravið, men vindurin var marginalt ov nógvur. Tað bleiv til 20 fyrstapláss, 12 annaðpláss og 13 triðjapláss í teimum 49 Grand Prix greinunum, sum vóru á skránni.

G8-9 ár:

Børka Berg Jørgensen var einsamøll genta í bólkinum 8-9 ár. Hon luttók í síni fyrstu kapping á breyt, og royndi hon seg í 60 m renning, longdarlopi og bóltkasti. Fyrst var 60 m á skránni. Har kom hon á mál við tíðini 11,00 sek. Í bóltkasti bleiv tað heili 17,22 m, ið var 5 m longri enn tann næstbesta og longur enn gamla bólkametið við 150 g bóltinum. Debut’in í longdarlopi gav resulteraði í flottum 2,76 m í lítlum mótvindi.

 

D8-9 ár:

Magnus Joensen royndi seg eisini á fyrsta sinnið í kapping á Tórsbreyt. Hann rann 60 m, har hann kom á mál við tíðini 11,40 sek.

G10-11 ár:

Helena Svabo Ziska royndi seg í bóltkasti, 100 m renning og í hæddarlopi. á 100 m teininum, kom hon á mál við tíðini 18,59 sek, meðan tað bleiv til 17,74 m í bóltkasti, ið er persónligt met. Í hæddarlop kom hon á fyrsta sinnið uppum 1,00 m.

D10-11 ár:

Tríggir dreingir royndu seg í hesum bólkinum. Tað vóru Elias Tórsteinsson, Bárður Jóhansson og Kristian D. Kúrberg. Fyrst á skránni var 100 m renning. Har komu teir á mál við tíðunum 16,23 sek (Elias), 16,34 sek (Bárður) og 18,62 sek (Kristian). Næst á skránni var hæddarlop, og har kom Elias uppum 123 cm, ið er 5 cm hægri enn gamla bólkametið. Bárður leyp 110 cm í síni fyrstu kapping í hæddarlopi. Við 150 g tungu bóltunum bøttu bæði Bárður og Elias nógv um síni persónligu met. Bárður kom út á 29,86 m, meðan Elias kom út á 28,66 m. Síðsta greinin var 600 m har Elias og Bárður aftur royndu seg. Elias kom á mál við tíðini 2 min 10,38 sek, meðan Bárður kom á mál við tíðini 2 min 17,80 sek.

G12-13 ár:

Tað vóru heilar fýra, sum royndu seg í hæddarlopi í hesum bólkinum, har hæddarlop var fyrsta greinin. Tinna Berg Jørgensen bøtti um sítt persónliga met so tað nú er 128 cm. Rebecka M. Jørgensen leyp 105 cm, Guðrið K. Petersen leyp 100 cm og Kezia Vang leyp 95 cm. Hjá Keziu var hetta fyrsta kapping á Tórsbreyt. 100 m var næsta grein á skránni, og her var Tinna, sum vanligt nógv skjótast.

Hon kom á mál við tíðini 14,22 sek, tað er 1,4 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, og eisini skjótari enn bólkametið. Úrslitið er eisini undir enn A-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Rebecka kom á mál við tíðini 17,23 sek, Guðrið 17,73 sek og Kezia við tíðini 18,04 sek. Síðsta greinin, sum Hvirlan var umboða í var diskuskast. Her endaði Tinna aftur omaná tá hon kastaði 750 g tunga diskin út á 20,67 m, ið er longur enn gamla bólkametið. Guðrið kastaði 12,78 m meðan Kezia kastaði 5,83 m.

D12-13 ár:

Dánjal Dahl Ljósheim og Dávið Hentze royndu seg millum teir 12-13 ára gomlu dreingirnar. Teirra fyrsta kapping var diskuskast. Har kastaði Dánjal 750 g tunga diskin 11,69 m, meðan Dávið kastaði 10,07 m. Dánjal var einsamallur á 100 m teininum, har hann kom á mál við tíðini 15,10 sek. So var hæddarlop á skránni. Har leyp Dávið 125 cm, meðan Dánjal leyp 115 cm. Úrslitið hjá Dávið er hægri enn gamla bólkametið. Á 600 m teininum var Dánjal einsamallur á startinum. Her var hann nær við at koma niðurum 2 min á fyrsta sinnið. Hesferð manglaðu tó 16/100 sek í at klára tað. Men tó ein betran av hansara gamla persónliga metið við 5 sekundum.

G14-15 ár:

Marita Káradóttir Petersen, Emilia Larsen og Edna Maria Debes byrjaðu við at royna seg við 750 g tunga diskinum. Her var Marita, sum so ofta tann stinnasta. Hennara longsta var 23,86 m, ið er longri enn gamla bólkametið. Emilia bøtti um sítt persónliga met við meir enn 2 metrum so tað nú er 19,57 m, meðan Edna Maria kastaði 16,79 m. Á 100 m vóru tað Edna Maria og Marita, sum royndu seg. Tær runnu í sama riðli sum G16-17 og G18-19. Her legði 15 ára gamla Edna Maria seg á odda, men á málinum fór Rebekka Fuglø (G18-19) framvið. Tíðin hjá Ednu Mariu var 13,91 sek, ið er 24/100 sek skjótari enn A-kravið til talentbólkin. Tiðanverri var vindurin 0,7 m/s omanfyri mest loyvda. Til stuttleikar kann nevnast at tíðin eisini var skjótari enn kravi til elitubólkin hjá teimum vaksnu. Marita kom á mál við tíðini 14,10 sek, ið somuleiðis er undir A-kravið til talentbólkin. Síðsta greinin, sum hvirlurnar royndu seg í var trýstøkk. Her leyp Edna Maria 9,41 m, ið er neyvt 1 metur longur enn hon leyp í 2011. Tað er omanfyri B-kravið til talentbólkin. Marita leyp 9,13 m, ið var hennara fyrsta kapping har hon kom útum 9 m strikuna. Hetta er eisini longur enn B-kravið til talentbólkin. Emilia leyp 8,36 m, ið er væl longur enn hon hevur lopi áður.

D14-15 ár:

Heilir fýra dreingir royndu seg millum teir 14-15 ára gomlu. Fyrsta greinin var trýstøkk, har Tórur Mortensen leyp 9,70 m, meðan Jákup Dahl Ljósheim fyri fyrstu ferð kom útum 9 m strikuna, tá hann lendi á 9,11 m, meðan Tóri Nielsen leyp 8,07 m. Á 100 m teininum kom Tórur á mál við tíðini 14,79 s, meðan Jákup kom á mál við tíðini 15,17 sek. Í diskuskati var tað Tóri Nielsen, sum endaði omaná. Hann kastaði diskin 24,66 m. Jákup kom út á 17,27 m og Tórur 17,04 m. Síðsta greinin var 1000 m, har Ólavur Weihe Joensen bøtti um sítt persónliga met við heili 14 sekundum, so tað nú er 3 min 19,17 sek. Jákup bøtti eisini um sítt met so tað nú er 3 min 41,98 sek.

G16-17 ár:

Bjørk Reynagarð Svabo var einsamøll at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Hon royndi seg við 1 kg tunga diskinum. Hesa kapping vann hon við 15,24 m í síðsta umfarið.

D16-17 ár:

Tummas Napoleon Arge hevur víst at hann er gingin nógv fram í vetur og tí var spennandi at síggja hvat tað bleiv til á 100 m teininum hesaferð. Hann vann trygt, og hesaferð var vindurin góðkendur. Tíðin var 12,11 sek, ið er betur enn B-kravið til talentbólkin hjá FÍF. Hann vann trygt. Í diskuskast royndi Tummas Napoleon seg aftur, her var Hans Hjørleivur Magnussen eisini við, og var tað Hans Hjørleivur, sum vann ein tryggan sígur í síni fyrstu kapping á Tórsbreyt. Hann kastaði 1,5 kg tunga diskin 22,42 m. Tummas Napoleon kastaði 16,30 m.

 

D18-19 ár:

Fyrsta greinin hjá hesum bólkinum var trýstøkk. Her royndu Trygvi Laksáfoss og Helgi Geyti seg. Trygvi leyp 11,68 m, meðan Helgi leyp 10,46 m. Tað var við spenningi at 100 m hjá Dreingjum 18-19 var skotin í g0ngd, tí Trygvi hevur víst at hann aftur í ár er skjótur, men Rúni Jacobsen hevur í onkrari test víst at hann vil verða við í fremra endanum. Tað var Trygvi, sum var fyrstur úr blokkinumm, men Rúni hevði betri ferð og tók Trygva móti endanum. Tíðin hjá Rúna var 11,76 sek, ið er 0,7 sek skjótari enn hann áður hevur runnið teinin. Við tað at vindurin ikki var omanfyri 2,0 m/s, so merkir tað at Rúni tryggjaði sær pláss í talentbólkinum og tangeraði samstundis bólkametið. Trygvi kom á mál við tíðini 11,94 sek. Síðsta grein við hvirlu-umboðan var diskuskast. Hesa kapping vann Helgi trygt, men tað, sum gleddi hann mest, var tá dómarin kunngjørdi at hann hevði kasta 36,01 m. Hetta var 1 cm omanfyri A-kravið til talentbólkin. Steinolvur kastaði 26,34 m.

Kvinnur:

Sólja Jóanisdóttir var komin heilt úr Sandavági at royna seg. Hon luttók í diskuskast, har hon kastaði tann 1 kg tunga diskin út á 19,58 m.

Menn:

Øssur Debes Eiriksfoss, Birgir Hansen, Rógvi Højgaard og Kristian Martin Garðalíð royndu seg hjá teimum vaksnu. Fyrsta greinin var trýstøkk, har Øssur leyp 13,82 m, ið var meir enn 2 metur longur enn næstalongsta lop á degnum. 100 m var næsta grein, og har stóð Øssur aftur klárur. Hesaferð skuldi hann kappast móti Birgir Hansen og Kristian Martin Garðalíð. Øssur fekk besta startin, men Birgir var beint í hølunum allan vegin. Tíðin hjá Øssuri var 11,66 sek, meðan Birgir á øðrum plássi rann 11,89 sek og Kristian Martin rann 12,97 sek. Tíðanverri var vindurin 1,0 m/s ov nógvur til at úrslitini kundu góðkennast. Síðsta greinin var diskuskast. Her var Rógvi Højgaard við. Hann kastaði 2,00 kg tunga diskin 32,90 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og eru øll úrslitini at finna á heimasíðuni hja FÍF (www.athletics.fo).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *