Hvirlur aftur í eldin triðja dagin í Gøteborg

Trý bólkamet í sjey startum á øðrum degi á VU-spelen
30.06.2018

Hvirlur aftur í eldin triðja dagin í Gøteborg

Síðsta dagin vóru tað fýra ungar hvirlur, sum royndu seg í ávikavist kast, sprint, lop og miðteini.

Diskuskast, Gentur 16-17: Helena Svabo Ziska

Triðji dagurin byrjaði við at Helena fór í gongd við at kasta diskus. Helena hevur arbeitt nógv við at fanga ávísar positiónir í kastinum, og enn er tað ikki heilt trygt, men tá man kappast, so er tað rútma og tempo sum telur, og tí var fokus har í dag. Í fyrsta kastinum kom hon væl útum vinstra bein, og fram í ringinum, og rakti eina góða “power positión”, sum er støðan kastarin lendur í áðrenn hann avleverar og so smekkaði hon til. Tað er ivasamt um hon hevur fingið eins nógva ferð á diskin áður, men tíðanverri hevði hon hála eitt vet ov skjótt við arminum, og tí fór diskurin í netið heldur enn út úr búrinum. Næsta kasti var líkt tí fyrsta, ikki heilt líka nógv ferð á, men eitt gott kast. So var eitt kast eftir. Avtalan var at hon skuldi halda áfram við at fokusera uppá at ferðina, og so mátti tað bresta ella bera. Hon kom aftur væl frá byrjan, og lendi í einari góðkendari power positión, men so gav hon eftir í vinstru síðu fyri at fáa diskin út, og kostaði hetta metrar í longd. Diskurin lendi innanfyri, og bleiv tí mált. Hóast hon ikki fekk eina avlevering á diskin, so gjørdist longdin heilar 26,32 m, sum bara er lítlan metur frá bólkametinum.

 

300 m, Dreingir 15: Miso Buha

Meðan Helena kappaðist skuldi Miso royna seg á 300 m teininum. Veika punkti hjá Miso í sprint er at topferðin er ov lág, tí hevur primert verið arbeitt við ferðini, og er ferðin økt munandi. At ferðin var ov lág er eisini orsøkin til at tað ikki hevur verið arbeitt við sprint úthaldni, tí um ferðin ikki er har, so er onki at úthalda. Hann hevur tó longu bøtt munandi um sítt persónliga met fyri stuttari tíð síðan, men hann hevur vant væl og umstøðurnar vóru góðar. Tá skotið fór, leyp Miso avstað, tíðanverri reisti hann seg ov skjótt, og misti tí væl av ferðøking, so eftir fyrstu 10 metrarnar var hann nakað aftanfyri rennarin beint uttanfyri. Miso kom so upp í cruise-ferðina hjá sær, sum áður hevur givið honum góðar tíðir á hesum teini. Eftir fyrstu 200 m, var hann farin framvið fleiri, og síðstu 100 metrarnar, megnaði hann at renna seg heilt upp til teir fremstu í riðlinum. Tíðin hjá Miso gjørdist 38,49 sek, sum er 0,6 sek skjótari enn persónliga metið, hann setti fyri trimum vikum síðani.

 

Trýstøkk, Menn: Tórur Mortensen

Tórur Mortensen hevur í longri tíð stríðst við ein skaða í høgra knæ, og tað er ongin grein innan frælsu ítróttina, um ítróttina í heila tikið, sum belastar knæði meir enn næsta avsett í trýstøkk. Mátingar siga, at hjá góðum leyparum er belastningurin 22 ferðir kropsvekt. Tí hevur Tórur skift avsettbein, soleiðis at hann nú lækkar við vinstra beini. Ein slík umstilling krevur tilvenjing, og tí var tað við spenningi, at bíða var eftir fyrstu verðuliga testini eftir at skift var bein. Ein test, sum fyrigekk sama stað, hann vann kappingina í bólkinum Dreingir 18-19 fyri tveimum árum síðan. Í fyrstu royndini misti hann ferð, og rann tí ígjøgnum uttan at leypa. Næsta atrenningin hevði góðan intensitet, men tað var yvirtrakk, so hann tók bara fyrsta avsett. Hetta avsett vísti tó at har var kraft í. Nú var so ein roynd eftir, so nú skuldi tað verða. Tíðanverri misti hann ferð inn móti plankanum, og harvið eisini momentum. Hann leyp tó, og var longdin eftir fyrsta avsett góðar 5 metrar, sum vanliga merkir at okkurt stórt er ávegis, tí næsta avsetti er vørumerkið hjá Tórur, men manglandi momentum inn í fyrsta avsett merkir, at hann roterar framyvir og tí lendir hann ov tung til annað avsett, sum tí miseydnast heilt, sum so aftur ger at hann kemur skeivur og við alt ov lítlari ferð inn til síðsta avsett, og tí er ikki annað at gera, enn at traðka í sandin og renna víðari. Onkursvegna gerst lopið heilar 13,63 m hóast ongin partur eydnaðist. So har er nógv at heinta tá timing og tempo í øllum pørtunum situr. Støði hjá Tórur sæst eisini við, at Tórur nú hevur klára oyggjaleikakrav í trimum greinum.

 

800 m, Dreingir 18-19: Dánjal Dahl Ljósheim

Síðsti maður í eldin var Dánjal, og eftir flotta 400 m leygardag, var tað nú favoritteinurin 800 m sum skuldu rennast. At ferðin er í lagi, hevur Dánjal prógvað við at skera eitt lítið sekund av sínum persónliga metið á 100 m. Úthaldni hevur hann víst við, at ogna sær silvurmerkið í langteina grand prix hjá monnum. Dánjal er tó ikki vanur við, at renna 800 m dagin eftir ein so harðan 400 m. So nú var bara eftir at vita, hvat hann megnaði á tveimum umgangum á Nya Ullevi. Útgangsferðin var góð, tí á 200 m segði klokkan uml. 29 sek. Kanska í so skjótt, men tá hann fór inn í annað sving yvirhálaði ein, sum legði seg beint frammanfyri, og setti síðan ferðina brádliga niður. Ein lá við síðuna av, so tað einasta Dánjal kundi gera, var at seta ferðina niður við hinum báðum. Komin út svinginum royndi hann so at koma upp í ferð aftur, men tað er tungt, og beinini byrjaðu eisini at gera vart við, at tey høvdu arbeitt hart dagin fyri. Á 400 m segði tíðin 67 sek, so har var ikki hugsingur um at takað persónligt met. Dánjal rann tí støðugt næstu 300 m, og setti spurt inn, so hann tók nakað aftur síðstu 100 m. Tíðin á málinum segði 2 min 13,83 sek. Ikki nakað hann er nøgdur við, men kappingin var góður lærdómur í taktikki.

 

Nú eru kappingarnar av á hesum sinnið. Ungu hvirlurnar koma heim mánadagin, og longu týsdagin verða tær aftur at síggja á Tórsbreyt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *