Hvirlur á pallin í kavarokinum

Eingin venjing í Eysturskúlanum 22.-26. februar
20.02.2016
Yngstu Hvirlur hugna sær meðan tey mennast
21.02.2016

Hvirlur á pallin í kavarokinum

“Leygardagin, 20. februar, kl. 11.00, skipaði Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár varð runnið á Fossánesi.

Teinurin var 7,3 km og varð sama ruta runnin 4 ferðir.

8 hvirlur luttóku, og var úrslitið gott.

Dánjal Dahl Ljósheim vann gull í sínum bólki. Rigmor N. Arge varð nummar 2 í opna bólkinum hjá kvinnum, og hon vann aftur gull í veteranbólkinum hjá kvinnum. Cecilie Arendal vann gull hjá kvinnuligu superveteranunum.

7. umfar í TF Vetrarkappingini verður runnið í Suðri tann 12. mars, og vónandi verða vit eisini væl mannaði tá.”

Sí úrslit og myndir á www.fif.fo (myndin ovast er lánt frá www.fif.fo)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *