Hvirlur á Jatnatøkum

Aftur í ár var føroyskt met sett á Jatnatøkum
26.07.2014
Hvirlan á ólavsøku
27.07.2014

Hvirlur á Jatnatøkum

Jatnatøk hevur verið kapping har íðkarar støðugt fáa góð úrslit, og so var aftur í ár. Hesaferð vóru tvær forkunnugar greinar við. Onnur er stutt rimarenning (onkuntíð rópt forðarenning, ið annars er onnur grein), meðan hin var mílin (1609 m). Harumframt var sprinta 80 og 100 m, runnið 600 og 800 m umframt lopið longd og kasta spjót. Luttakara talið var, eins og vantast kann á hásumri, í lægra lagi. Hetta tyktist tó ikki nerva støði, sum var javnt høgt.

Gentur 10-11 ár

Byrja var við spjótkast, har Lydia Simonsen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 400 g tungu spjótunum. Her gekk gott, tí longu í øðrum umfari legði Lydia næstan ein metur afturat sínum persónliga metið. Sama gjørdi Helena í triðja umfarið.  Tær báðar steðgaðu ikki har, tí báðar løgdu meir afturat sínum persónligu metum. Lydia kom út á 18,07 m, ið er tveir metur longur enn hon heur kastað áður. Hetta rakk til eitt silvurmerkið, meðan Helena kom út á 15,80, ið er 2½ m longur enn hon hevur kastað áður.

Helena

Helena fór síðan til longdarlop. Her byrjaði hon solidt við at leypa 3,30 m, ið er 16 cm frá hennara persónliga metið. Í øðrum umfarið rakti hon plet og kom heilt út á 3,66 m, ið gjørdist hennara longsta. Tað rakk til eitt bronsumerki.

Síðsta greinin við Hvirlu luttøku var 80 m, og her var Helena aftur klár. Aftur vísti hon at miðvísa venjingin, hon er byrja uppá í summar, ger mun, tí hon skar næstan eitt sekund av sínum 5 viku gamla persónliga meti. Hennara nýggja persónliga met er 13,33 sek. Tað rakk til eitt bronsumerkið.

Dreingir 12-13 ár

Elias Thorsteinsson hevði nógv at gera á Jatnatøkum, tí hann luttók í heili fimm kappingum. Tann fyrsta var 80 m rimarenning. Hetta var hansara debut á hesum teini. Tað var tó ikki til at síggja, at tað er blivið longri millum hvørja rim, tí hann rann væl og kom á mál við tíðini 17,17 sek.

Onnur greinin hjá Eliasi var longdarlop, har hann leyp saman við eldru dreingjunum. Ofta er tað so í teknisku greinunum at fyrst stabiliserast úrslitini á einum niveau áðrenn brotið verður gjøgnum til næsta niveau. Elias hevði eina kapping í týður uppá at hann er klárur at bróta ígjøgnum, tí tað vóru einans 12 cm millum stytsta og longsta lopið hjá Elias, og tíður tað uppá at har ferð okkurt at henda skjótt. Elias megnaði tó at bøta um sítt persónliga met enn eina ferð, so tað nú er 4,17 m.

elias

Elias fór síðan til 600 m, har hann tíanverri noyddist at renna einsamallur. Tað er altíð trupult at bøta um síni úrslit, tá man rennur einsamallur, men hóast hetta so var Elias einans 1/100 av einum sekundi frá sínum persónliga metið. Tíðin gjørdist 2 min. 7,86 sek.

Við tungum beinum frá 600 m renningini tók Elias 400 g tunga spjótið í hondina. Her sást at harða skráin var við at seta seg, tí ikki fyrr enn í sætta og síðsta umfarið fekk hann eitt kast góðkent. Tað bleiv mált til 12,51 m.

So skjótt spjótkast var av, fór Elias til startin á 80 m, har hann tíðanverri aftur noyddist at renna einsamallur. Hóast hetta var fimta greinin, so var hann bara 2/100 av einum sekundi frá sínum persónliga metið. Hann ognaði sær tó sítt fimta gullmerkið á degnum.

Gentur 14-15 ár

Rebecka Monja Jørgensen var einsamøll á 80 m startinum tá rimarenningin fór í gongd. Rebecka fekk ikki rútmuna at sita heilt, men megnaði tó at skera 0,1 sek av sínum persónliga metið.

Í longdarlopi royndu Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge og Rebecka seg. Tær høvdu ein tættan dyst um gullið. Rebecka legði út við at bøta um sítt persónliga met við nøkrum centimetrum til 3,39 m. Bjørk svaraði aftur við at leypa 3,56 m. Longu í øðrum umfarið tók Rebecka tó leiðsluna aftur við einum lopið uppá 3,61 m. Bjørk royndi at svara aftur, og var hon fleiri ferðir nær við, men hennara fyrsta gjørdist hennara longsta. Rebecka var tó ikki liðug tí í síðsta umfarið legði hon 5 cm afturat og endaði sostatt á 3,66 m, ið er næstan ½ m longri enn hon hevur lopið áður.

rebecka

Triðja greinin var var 800 m og noyddist Rebecka at renna einsamøll. Her var hon nakað frá sínum persónliga metið.

Fjóra greinin var spjótkast, og her lat Rebecka ongan iva verða um hvør átti gullið tí hon vann ein tryggan sigur við 17,66 m. Bjørk, ið ikki fekk teknikkin at rigga hesaferð, kastaði 14,48 m á øðrum plássi.

Síðsta greinin var 100 m og aftur dystaðust tær báðar, hesaferð um silvurmerkið. Rebecka fekk ein góðan start, men Bjørk kempaði væl, og kom á mál við tíðini 15,25 sek og skar eitt heilt sek av sínum persónliga metið. Rebecka var eitt vet aftanfyri við 15,42 sek, men skar ½ sek av sínum persónliga meti.

Dreingir 14-15

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við 100 m rimarenning, har hann kom á mál við tíðini 21,13 sek, ið er persónligt met. Hann fekk tó ikki langa hvíld, tí hann fór beint til longdarlop, har hann leyp stabilt omanfyri 4 m. Longsta lop kom í triðja umfarið, tá hann leyp 4,06 m.

Triðja greinin var 800 m renning, har hann royndi seg við tveimum eftirhondini tungum beinum. Hann rann teinin uppá 2 min 44,24 sek.

danjal

Spjótkast var síðan á skránni. Her gjørdi 800 m at hann ikki náddi fyrsta umfar. Hann kastaði tó trygt í øðrum og kom út á 18,28 m, ið gjørdist hansara endaliga úrslit.

Síðsta greinin var 100 m, og hevði verði áhugavert at sæð Dánjal við hvíldum beinum, tí hóast hetta var fimta greinin uppá góðar 2 tímar, so bøtti hann munandi um sítt persónliga met, so tað nú er 14,74 sek.

Gentur 16-17

Edna Maria Debes hevur mest vant rimarenning í summar, og hevur tað sæð sera gott út. Venjingin sást eisini tá hon var send avstað, tí hon hevði góða rútmu millum forðingarnar og hæk-passagurnar vóru eisini góðar. Tíðanverri krøkti fóturin allar síðstu forðingina, og tí datt Edna Maria. Hon kom tó upp aftur og kom sær um málstrikuna. Tíðin segði 20,17 sek. Var hon ikki dottin so var hon komin 2-3 sek skjótari um málstrikuna. Tíðin er tó bólkamet hjá 17 ára gomlu gentunum.

Edna Maria var skjót á føtur aftur, tí hon fór beint til spjótkast, har 500 g tunga spjótið bíðaði. Edna Maria legði út við at kasta 17,17 í fyrsta umfarið. Í øðrum kom hon so út á 21,29 m, ið er nakað longri enn hon hevur kastað 500 g spjótið áður. Hetta gjørdist hennara longsta kast.

Marita Káradóttir Petersen er farin i herna móti oyggjaleikakravinum, ið er 35,00 m. Hetta kann tó einans gerast við 600 g tunga spjótinum, ið kvinnur nýta, og tí valdi hon at kappast móti kvinnunum. Fyrsta kasti miseydnaðist, men í øðrum bøtti hon um sítt persónliga met við góðum 20 cm. Í triðja umfarið økti hon við næstan 1½ metri tá hon kastaði 33,87 m. So byrjaði hon at royna ov nógv, og tá riggar ikki heilt í teknisku greinunum. Sostatt endaði hon á 33,87 m og einans góðan metur frá kravinum. Enn er tó lang tíð eftir til kravið skal klárast.

marita

Marita og Edna Maria royndu seg báðar í longdarlop, men tíðanverri fekk hvørgin tað tekniska at sita heilt. Marita leyp 4,30 m, meðan Edna Maria leyp 3,83 m.

Síðsta greinin var 100 m, og har var Alda Sigurðsdóttir Lamhauge við saman við Maritu. Alda, ið dámar betur 200 m teinin, hevur stríðst við ein skaða, men er við at koma fyri seg. Skaði hevur tó darva venjingini. Alda misti nakað í dystinum um fyrsta plássið í startinum, men rann seg væl fram, serliga móti endanum. Hon var tó eitt vet ov stutt, men kom á mál við tíðini 14,11 sek, ið er 0,24 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Marita rann teinin uppa 14,44 á triðja plássi.

Dreingir 16-17

Eins og flest onnur, so byrjaðu 15 ára gomlu Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen við høgu rimarenningini. Teir skuldu renna uppum tíggju 91,4 cm høgar rimar á 110 m teininum. Tórur, ið primert venur lop, hevur tikið seg nógv fram í øllum greinunum í ár, og á 110 m rimarenning sást at her er hann eisini væl fyri. Hann hevði góða rútmu, men fýltist tó sjálvur á, at hann var ov høgur um rimarnar. Hann skar tó næstan tvey sek av bólkametinum við at renna teinin uppá 16,81 sek. Hóast teinurin í ár er 10 m longri enn í fjør, so rann Tórur skjótari enn hann megnaði í 2013. Úrslitið røkkur til top 10 á danska ranglistanum hjá teimum 16-17 ára gomlu. Jákup rann eisini eina flotta kapping og ognaði sær eitt persónligt met við 19,56 sek.

jakup

Longdarlop var næsta greinin, men her sást á rimarenningin hevði tikið nógv úr beinunum hjá báðum, tí hvørgin fekk lopini at sita. Tórur leyp 5,78 m í fyrsta umfarið og ognaði sær gullið frammanfyri Jákup í leyp 4,61 m í triðja umfarið.

Jákup helt beint á til 800 m. Jákup hevur tikið seg nógv fram á miðteininum í ár, og sást hetta aftur á 800 m, har hann hóast tvær kappingar í beinunum megnaði at skera góð 4 sek av sínum persónliga metið, so tað nú er 2 min 33,73 sek.

So var spjótkast á skránni, og aftur var Jákup klárur. Fyrsta umfar var tó fari framvið tá hann kom til start, tí hann hevði runnið 800 m. Hansara fyrsta gjørdist 25,44 m. Hann økti í fjórða umfarið til 25,72 m, ið gjørdist hansara besta.

Síðsta greinin var 100 m. Her megnaði Jákup at skera næstan ½ sek av sínum persónliga metið við at renna teinin uppá 13,94 sek.

Kvinnur

Louisa Svabo og Bjørk Reynagarð Svabo royndu seg móti Maritu. Marita var tó í flokki fyri seg, so tær báðar dystaðust um silvurmerki. Her var Bjørk tann stinnara, tí hóast Louisa bøtti um sítt persónliga met í fjóra umfarið, so vóru øll kastini hjá Bjørk longri enn tað longsta hjá Louisu.

bjørk

Bjørk og Louisa dystaðust aftur á 100 m teininum. Her var Louisa tann sterkara, tí eftir ein betri start helt hon allan vegin og kom á mál við tíðini 16,11 sek, ið er nakað undir hennar gamla persónliga met. Bjørk kom á mál við tíðini 16,36 sek.

Menn

Tað var stuttligt at síggja upphiting til høgu rimarenningina hjá monnum, tí tríggir stóðu klárir og sá tað gott út hjá øllum. Tíðanverri so miseydnaðist rútman hjá Helga Geyti til fyrstu rim, og so var onki at gera. Øssur Debes Eiriksfoss og Bogi Berg fingu tó góðan start, men so við og við dróg Øssur frá og vann tryggan sigur við 17,53 sek, meðan tíðin hjá Boga gjørdist 20,29 sek. Tíðin hjá Boga var tó bólkamet.

Teir báðir vóru tó ikki lidnir at dystast, tí longdarlop var á skránni. Her sást tó hvussu nógv 10 avsett uppum 106,7 cm høgar rimar á einum 110 m teini kosta, tí báðir lupu teir langt undir tað teir plaga. Øssur vann við 6,15 m, meðan Bogi, ið hevur veriði úti á 6,31 m í ár, endaði á 5,82 m.

bogi

Triðja greinin hjá monnunum var spjótkast. Her var ikki tann stóri spenningurin um fyrsta pláss, tí Hanus hevur verið í serflokki síðan Rógvi setti spjótstyvlarnar á hyllina. Tað var tó stuttligt at síggja Øssur royna seg móti Hanus og Helga Geyti. Hanus lukkaði tó kappingina í fyrsta kasti, tá hann legði kasti út á 57,02 m. Í dystinum um silvurmerkið legði Øssur seg framum í byrjani, men í øðrum umfarið forstrekti hann sær økslina, og valdi tí at steðga. So var tað upp til Helga at vita hvat hann kundi. Ikki fyrr enn í fimta umfarið bar til, tí tá kom hann út á 44,09 m, ið rakk til eitt silvurmerkið. Sætta kasti var eisini nóg mikið til silvurmerkið.

Siðsta greinin var 100 m. Her valdi favoritturin Tummas Napoleon at geva avboð tí hann kendi seg eitt sindur stívan í øðrum baklærinum. Hanus og Bogi vóru tó klárir og teir høvdu ein sera tættan dyst allan vegin. Hesaferð var Hanus tann stinnari. Tíðin hjá Hanus var 12,28 sek, meðan Bogi fekk  tíðina 12,36 sek.

Boðrenningar

Dagurin endaði við 4×100 m borðrenningum fyri ávikavist kvinnur og menn. Hjá Hvirluni var rættuliga skert við luttkarum, men eitt kvinnulið og tvey  manslið luttóku tó. Mannslið skal tó valdast, tí yngra liðið hevði ein miðalaldur uppá 14 ár.

stafett

Kappingin varð stuðla av Intersport og Hotel Føroyum.

Øll úrslit síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *