Hvirlukvinnur ordans hál í vetrarkappingini

Fyrst vindur og regn, so heitt kakao og bollar
23.11.2014
Avsláttur upp á nýggja hvirlubúnan mikukvøldið 3. des.
01.12.2014

Hvirlukvinnur ordans hál í vetrarkappingini

Leygardagin skipaði Hvirlan fyri øðrum umfari av vetrarkappingini. Hetta var í samband við Kerjarenningina. Tað var uttan iva munandi hugaligari at renna, tá oman fyri 300 rennarar fóru avstað í senn, hóast einans ein lítil triðingur luttók í vetrarkappingini.

Hvirlan plagar at vera væl umboðað hjá kvinnunum, men hesa ferð vístu reyðu kvinnurnar, at venjingin hjá Rigmor N. Arge og Hans Harryson er stak effektiv, tí tær tóku fyrsta, triðja, fimta og sjeynda pláss í opna bólkinum, meðan tær tóku fyrsta og triðja í veteranbólkinum. Fleiri runnu, kanska eitt sindur óvæntað havandi í huga avbjóðandi veðrið, sína skjótastu tíð á teininum.

IMG_6946

Rigmor N. Joensen vann veteranbólkin, men tíðin var so mikið góð, at hon eisini vann opna bólkin, har Birna M. Joensen gjørdist nummar trý. Í veteranbólkinum var tað Adelaid Kirke, sum ognaði sær bronsumerkið.

Tað hevur verið langt millum luttakararnar hjá monnum, men hesa ferð vóru tað tríggir mans, sum høvdu avgjørt at royna seg í reyðum. Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu tað spakuliga legst afturat. Vónandi verða tað enn fleiri komandi umførini.

Øll úrslitini síggjast her.

Fleiri myndir eru í myndasøvnunum her og her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *