Hvirlan vann FM 7. árið á rað

7 gull fyrsta dagin á FM
19.08.2017
Flott úrslit á DMU 2017
28.08.2017

Hvirlan vann FM 7. árið á rað

Aftur í 2017 vann Hvirlan stóra FM (FM á breyt fyri vaksin). Í alt vann Hvirlan 14 av teimum 31 kappingunum, og átta ferðir vóru tað bara hvirlur á pallinum.

200 m, Kvinnur

Tað er í løtuni ein stór breidd í toppinum hjá kvinnunum her heima á 200 m teininum. Ein av teimum, sum er við í toppinum er Alda Sigursdóttir Lamhauge, sum aftur í ár hevur bøtt um øll síni persónligu met. Tað seinasta í gjár á 100 m. Í dag var so 200 m á skránni, har innleiðandi fyrst skuldi fáast av vegnum. Her er so at siga, at tað var ikki bara at fáa tað av vegnum, tí tær, ið ynsktu sær eitt pláss í finaluni noyddust at renna upp móti tí persónliga metinum hjá Aldu. Alda var í fyrra riðlinum, og her vísti hon sína sprint-styrki við at koma skjótast úr blokkinum, og helt hesa leiðslu úr svinginum, so var tað ein spurningur um at halda stílin, og tað gjørdi hon væl inntil 30 m vóru eftir, men tá var finaluplássi tryggja. Tíðin gjørdist 28,59 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Í finaluni var Alda aftur skjót úr blokkinum, og aftur var hon væl við eftir teir fyrstu 100 m. So bleiv tað ein harður dystur allan vegin á mál, har tríggjar stríddust um triðja plássi, beint aftanfyri tær báðar fremstu. Við tíðini 28,56 sek, endaði Alda við at renna enn skjótari enn innleiðandi, og rakk tað til eitt fjórða pláss bara 0,03 sek frá pallinum. Imponerandi at síggja Aldu renna tveir teir skjótastu 200 m hon hevur runnið við so stuttum millumbili.

200 m, Menn

Hjá monnunum royndu Tórur Mortensen og Magnus Dal-Christiansen seg. Magnus hevði yvirbelasta lyskuna í longdarlopið í gjár, og tí var tað ivasamt til tað síðsta um hann skuldi renna. Hann valdi tó at gera eina roynd. Tá starturin, eftir fleiri seinkingar, fór, var Tórur sum eitt skot úr blokkinum, og longu eftir fyrstu 10 metrarnar var hann væl fremri enn hinir. Magnus hinvegin, kendi beinan vegin at lyskan toldi ikki at hann pressaði, og setti ferðina niður, og rann róliga á mál. Eftir acceleratiónina fann Tórur rútmuna og rann lætt úr svinginum, har kendi hann, at tað byrjaði at spenna upp í øðrum lærinum, men við at avlasta og royna at renna lættan, megnaði hann at halda ferðina. Inn móti málinum var hann næstan 20 m frammanfyri nummar tvey. Tað var tí við spenningi at bíða var eftir tíðini, og ikki minst, hvat vind mátarin fór at siga. Tíðin gjørdist 22,72 sek, sum er heilar 0,28 sek skjótari enn føroyska metið. Tíðanverri var vindurin 0,7 m/s ov nógvur, og tí slapp metið at standa hesaferð. Tíðin hjá Magnus gjørdist 27,91 sek, sum er 3½ sek frá hansara persónliga metið, men bara gott sek frá broncumerkinum.

1500 m, Menn

Fyri Dánjal Dahl Ljósheim er primera málið danska meistaraheitið fyri ung komandi vikuskiftið, tí hevur hann vant hart alla vikuna, og tað sást at hann var slitin. Hann valdi tí at leggja varliga út á 1500 m. Hann helt ferðina væl, men tá 150 m vóru eftir valdi hann at gera eina roynd at heinta ein, ið lá 50 m frammanfyri. Spurturin var øgiligur, men Dánjal byrjaði eitt vet ov seint uppá spurtin, tí hann megnaði “bara” at heina 49 av teimum 50 m. Tað bleiv tó til eitt flott broncumerkið við tíðini 4 min 41,78 sek.

100 m rimarenning, Kvinnur

Í teknisku greinunum kemur tað meir enn so fyri, at bara Hvirlan er umboðað, og í rimarenning er langt síðan onnur enn Hvirlan royndu seg á FM. Ein orsøk er sjálvandi, at FÍF hevur niður raðfest hesa grein í mun til aðrar. Í ár var Edna Maria einsamøll tá starturin fór, men tað sigur onki um høga støði hon vísti, tí hon kom væl uppum fyrstu rim, og helt eina góða rútmu nærum allan vegin. Triðsíðstu rim rakti hon hart við knæðnum, og oyðilegði tað góðu rútmuna hjá henni. Hon rann tó á mál, og har vísti tað seg, at tað bara restaðu 0,2 sek í einum føroyskum metið.

3000 m forðarenning, Menn

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg eisini á 3000 m rimarenning. Hetta var fyrstu ferð hann skuldi royna seg í hesi grein, so tað var við spenningi at hann fór í gongd. Tað sást tó ikki at hetta var fyrstu ferð, tí hann kom lætt yvir forðingarnar, íroknað spektakuleru vatngryvjina. Longu á fyrsta umgangi legði hann seg á odda, og hann økti alla vegin. Endin var at hann vann ein tryggan sigur við tíðini 11 min 28,42 sek. Neyvt eitt minutt frammanfyri nummar tvey.

Trýstøkk, Kvinnur

Í  trýstøkk royndi Edna Maria seg. Edna Maria, hevur áður gjørt um seg í hesi grein, og er við at arbeiða seg upp aftur eftir longri steðg. Hon vísti í sínum lopum, at hon hevur kapacitet til at leypa langt, men hon fekk ikki lopini at sita hesaferð, men megnaði tó at leypa smáar 10 m. Við tað at úrslitalistarnir ikki eru tøkir, ber ikki til at greiða nærri frá hvussu langt hon leyp.

Trýstøkk, Menn

Tá Tórur Mortensen, sum hevur lopið omanfyri 15 m, ikki fekk lopið vegna skaðan, hann fekk á oyggjaleikunum, so gjørdist kapping sera opin, og her royndi Magnus Dal-Christiansen seg. Magnus venur ikki trýstøkk, og var dagsins kapping hansara fyrsta roynd í hesi grein síðan FM í 2016. Fyrstu lopini blivu nýtt til at fáa kensluna av atrenningini. Í fimta lopið byrjaði rútmukensla at koma, og í síðsta leyp hann so sítt longsta lop, sum bleiv mált til 10,30 m. Hetta rakk til silvurmerkið.

Spjótkast, Kvinnur

Kvinnurnar í Hvirluni eru við at flyta støði í spjótkast har tað er við at blíva ordiliga stuttligt, og tí var tað ikki minni stuttligt at síggja Maritu Káradóttir Petersen, sum hevur havt ein longri steðg í venjing, royna seg móti hinum evnaríku spjótkastarunum. Tað var tó Sunniva Bogadóttir, sum longu í fyrsta umfarið setti trumf á við at kasta 35,82 m, sum er longri enn oyggjaleikakravið, umframt at tað hevði rokki til eitt broncumerkið á Gotlandi. Marita, sum roynd seg í síni fyrstu kapping síðan hon vann FM í 2015, vísti at hon dugdi enn, tí øll hennara góðkendu kast vóru omanfyri 30 m. Tað longsta var 32,37 m, sum rakk til eitt trygt silvurmerkið. Guðrið Káradóttir Petersen vísti at hon ikki bara dugir hamarkast, tí longu í fyrsta umfarið økti hon um sítt persónliga met við 4 metrum, og legði seg á fjórða pláss. Hesa støðu helt hon til síðsta umfar, tá hon legði enn ein metur afturat sínum persónliga met, so tað nú er 27,00 m. Harvið tryggjaði hon sær broncumerkið. Helena Svabo Ziska vísti aftur hvussu nógv hon hevur tikið seg fram, tí hon bøtti í trimum umførum um sítt pesónliga met við tilsamans 5½ m, so tað nú er 21,15 m.

Spjótkast, Menn

Hjá monnunum var Helgi aftur við, og har sást beinan vegin at hann enn dugir at kasta, tí hóast hann ikki hevur vant síðan FM í 2015, so megnaði hann at kasta longri enn hann gjørdi tá. Tað longsta hjá honum gjørdist 42,50 m. Hetta rakk tó bara til silvurmerkið, tí Tórur Mortensen, vísti sítt fjølbroytni við at vinna spjótkast við einum kasti uppá 44,60 m. Á triðja plássi bøtti Magnus Dal-Christiansen um sítt persónliga met í fleiri umførum til hann í fjórða umfarið kastaði 39,02 m. Kristian Martin Garðalíð kastaði 23,89 m á fjórða plássi.

Kúlustoyt, Kvinnur

Edna Maria Debes, Helena Svabo Ziska, Guðrið Káradóttir Petersen og Sunniva Bogadóttir royndu seg allar við 4,0 kg tungu kúluni. Hetta endaði við at gerast ein tættur dystur, har dysturin um gullið ikki bleiv avgjørdur fyrr enn í allar síðsta stoyti. Tað var tá Sunniva kom út á 7,82 m. Harvið legði hon Ednu Mariu 5 cm afturum, við Guðrið 21 cm longri afturi, og síðan var einans ein metur til Helenu á fjórða plássi við 6,40 m. Sunniva, Helena og Guðrið bøttu allar munandi um síni persónligu met.

Kúlustoyt, Menn

Hjá monnunum royndu Kristian Martin Garðalíð, Helgi Geyti og Tórur Mortensen seg. Eins og hjá kvinnunum var tað ein tættur dystur millum allar, tí tá av tornaði var bara ein metur millum Tórur Mortensen á fyrsta plássi og Helga Geyti á triðja plássi. Hetta var fyrstu ferð Tórur royndi seg við 7,26 kg tungu kúluni, men her kom solidi grundformurin til sín rætt, tí hann kom heilt út á 9,52 m. Kristian Martin vísti at hann er stabilur við at stoyta 2 cm longri enn hann gjørdi á FM í 2016. Hansara longsta gjørdist 9,25 m. Helgi var bara ½ m frá sínum besta, tá hann í fimta umfarið uttan atrenning stoytti kúluna út á 8,47 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *