Hvirlan vann flest heiðursmerkir á FM 2011

Fyrsti dagur á FM gjørdist hvirlu-reyður
06.08.2011
Filmur um Jatnatøk 2011
09.08.2011

Hvirlan vann flest heiðursmerkir á FM 2011

Meðan øll fjølmiðlafólk í landinum tyktust verða farin til Klaksvíkar at tosa um veðrið, fór Hvirlan ósmæðin heim við 43 av teimum 81 heiðursmerkjunum, sum blivu latin á FM 2011 á Tórsbreyt. Heiðursmerkir blivu vunnin innan nærum allar greinar. Tey sum umboðaðu Hvirluna vóru millum 15 og 44 ár.

Dagurin byrjaði við 110 m forðarenning, har Bjarni K. Petersen og Helgi Geyti skuldu royna seg. Mótvindur var, og tá báðir eru vanir við lægri hækkar, so endaðu báðir við at nýta fimm stig millum hvørja forðing. Hetta ger at ferðin er munandi minni enn um nýtt verða 3 stig, ið er tað optimala á hesum teininum. Bjarni kom betur frá byrjan, og var lítlan metur frammanfyri Helga tá teinurin var hálvrunnin, men so byrjaði betri teknikkurin hjá Helga at gera seg galdandi, og tá tað manglaðu 2 hækkar fór hann framvið Bjarna og vann at enda við tíðini 22,10 sek, móti 22,26 sek hjá Bjarna. Hetta var fyrstu ferð at hesir runnu uppum tíggju 106,7 cm cm høgar forðingar, og var tað tí persónligt met hjá báðum.

Samstundis, sum forðarenningin fór fram, byrjaði spjótkast hjá monnum og kvinnum. Hjá kvinnum vóru tað Randi Kúrberg, Sólja Jóanisdóttir og Bjørk Reynagarð Svabo sum royndu seg, meðan tað hjá monnum vóru Rógvi Højgaard, Kristian Martin Garðalíð og Tróndur Arge úr Hvirluni, umframt ein luttakari úr Bragdinum. Hjá monnunum var lítil spenningur, tí at Rógvi avgjørdi kappingina longu í fyrsta kasti, og økti meir seinni og endaði heilt úti á 51,76 m, ið var góðar 7 m longur enn nummar tvey. Tróndur kastaði seg til eitt trygt broncumerkið. Hansara longsta kast bleiv mált til 35,27 m, ið er góðar 3 m longur enn hansara gamla persónliga met við 800 g spjótinum.

Hjá kvinnunum bleiv tað ein stak spennandi kapping um gullið millum Randi og Sólju. Randi legði seg á odda við einum kasti uppá 26,48 m í fyrsta umfarið, og økti í øðrum til 26,84 m. Hóast Sólja nærkaðist í triðja við 26,45 m, so trekti Randi frá aftur í triðja umfarið við einum kasti uppá 26,90 m. Í fimta umfarið rakti Sólja tó spjótið væl betur, og lendi tað á 28,00 m, ið gav eina greiða leiðslu. Randi svaraði tó beinan vegin við einum langum kasti. Tað bleiv tó mált til 27,50 m. Sætta og síðsta umfarið broytti onki, og endaði Sólja tí ovast á sigurs-skamlinum. Á triðja plássi kom 15 ára gamla Bjørk við einum kasti uppá 18,90 m, ið er hennara næstbesta úrslit nakrantíð.

Eftir spjótkast fór trýstøkk í gongd. Har vísti tað seg at teir einastum, sum møttu vóru limirnir í Hvirluni. Hetta gjørdi tó ikki tað stóra, tí at har komu bæði long lop og ein góð kapping. Trygvi Z. Laksáfoss var í einum klassa fyri seg. Trygvi leyp trygt í fyrsta umfarið, men teir 11,54 m vóru nóg mikið til at avgera kappingina. Hann økti tó støðugt og í triðja umfarið kom hann heilt út á 11,81 m, ið er persónligt met við 40 cm. Tá var orkan uppi og valdi Trygvi tí, eftir at hava runnið ígjøgnum í fjóra umfarið, at steðga. Hann hevur higartil í ár betra sítt persónliga met við meir enn einum metri. Kappingin silvurmerki var ein endurtøka av tætta dystinum á 110 m hæk millum Bjarna og Helga.  Bjarni legði betur út, og leyp 10,69 m í fyrsta lopi. Helgi royndi at nærkast og kom støðugt nærri. Í triðja betraði hann sítt persónliga met til 10,66 m, og hesa longd endurtók hann í síðsta umfarið. Tað merkti at Bjarni kundi rætta armarnar í veðrið. Úrslitini hjá Bjarna og Helga eru persónlig met.

Allir fóru teir, saman við Kristian Martin, beint til hæddaralop, og har var tað tíðanverri aftur so at avboð komu frá umboðum úr hinum feløgunum, so tað einans vóru Hvirlur sum royndu seg. Byrja var á 145 cm. Av tí at Helgi ikki fekk hæddarpunkti at passa, so kom hann niður á stongina, og endaði tí við at steðga á hesi hædd. Kristian Martin kom uppum í fyrstu royndini, meðan Steinolvur og Bjarni komu uppum í næstu royndini. Á 150 cm var tað einans Trygvi sum kom uppum, og tryggjaði hann sær sostatt tað triðja gulli í lop-greinum av trimum møguligum. Trygvi gjørdi tvær royndir á 160 cm, men valdi so at steðga fyri at fyrireika seg til 4×400 m boðrenningina. Endin var sostatt at Trygvi vann, Kristina Martin fekk silvur meðan Bjarni og Steinolvur deildu broncumerkið millum sín.

Kristian Martin mátti renna frá hæddarlopinum til kúlustoyt, ið var komi út í triðja umfarð tá hann kom uppá pláss. Har skuldi hann kappast móti Hallgrim Hansen, Rógva og Trónda úr Hvirluni og einum úr Bragdinum. Hallgrim lat ongan iva verða um at hann vildi hava gullið við heim,eins og í 2010. Hann var einasti maður sum kom útum 9 m strikuna. Dysturin um silvurmerkið var harður. Hesin stóð millum Rógva, Trónd og Leif úr Bragdinum. Rógvi tók leiðsluna í hesum dystinum, meðan Tróndur lá á triðja eftir trý umførð við 8,30 m. Kristian Martin, sum lá beint aftanfyri hesar, noyddist at renna yvir til 200 m startin eftir fjórða umfar. Í fjóra fekk maðurin úr Bragdinum eitt gott úrslit við 8,45 m, og legði seg á triðja plássi. Tróndur kom tó ikki longur og endaði á 8,30 m við 7,26 kg kúuni. Stak flott av einum sum vanliga kappast við 5 kg kúlu. Eftir at hava runnið seg til eitt flott broncumerkið á 200 m, kom Kristian Martin beint aftur til kúlu-kappingina, har hann fekk síðsta umfarið við. Hann endaði kappingina við at stoyta sín longsta stoyt (7,96 m). Steinolvur setti persónligt met á sætta plássi við 7,13 m.

Hjá kvinnunum var dysturin í kúlu ein endurtøka av dystinum í spjót, tvs ein tættur dystur millum Randi og Sólju um gullið, við Bjørk á triðja plássi. Randi legði best út, og hóast Sólja royndi at nærkast, so megnaði Randi hesaferð at halda leiðsluna og endaði hon tí at vinna við 7,63 m, móti 7,32 m til Sólju. Bjørk, ið vanliga kappast við 3 kg kúluni, fekk 4 kg kúluna heilt út á 6,58 m.

Síðsta grein á degnum var 4×400 m hjá monnum. Her hevði Hvirlan sjálvandi tryggja sær eitt lið, hóast Hvirlan vanliga einans hevur ein man á startlinjuni á 400 m. Á liðnum hjá Hvirluni vóru leyparnir Bjarni og Trygvi, kastarin Tróndur umframt all-round atleturin Kristian Martin. Taktikkurin var at leggja hart út við Trygva fyrsta túr, og skifti hvirlan eftir uml 57½ sek, langt frammanfyri hini liðini. Næstur var Kristian Martin, og helt hann leingi, men bleiv yvirhálaður móti endanum av føroyameistarnum á 400 m. Enn var langt aftur til blandaða liðið. Bjarni fór síðan avstað í dyst móti føroyameistarnum á 100 m og móti silvurvinnarnum á 3000 m forðarenning og 5000 m. Hann helt avstandi fram til gullið fyrstu 280 m, men so rakti hann múrin. Avstandurin aftur til broncuna var tó øktur eitt vet. Tí fór Tróndur avstað við uml. 80 m forspring til føroyameistaran á 800 m, 1500 m, 500 m og 3000 m forðarenning. Hesin legði eisini út sum eitt óløgi, og tað var skjótt at tað minkaði millum teir báðar. Tá 100 m vóru eftir vísti Tróndur hvør vilji liggur í honum og megnaði hann at økja ferðina eitt vet aftur, og hóast avstandurin aftur til næsta mann minkaði støðugt, so helt Tróndur uttan trupulleikar heim og tryggjaði sostatt Hvirluni eitt flott silvurmerkið. Tiðin hjá Hvirluni var 4 min 11,53 sek, ið er nýtt felagsmet.

Næsta stóra uppgávan er FM fyri børn og ung, sum verður á Tórsbreyt 20. og 21. august.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *