Hvirlan vann aftur FM

Føroyskt met á 4×100 m
18.08.2019
Sunniva tók føroyska metið hjá Randi
19.08.2019

Hvirlan vann aftur FM

Veðrið var um møguligt enn betur annan dagin av ársins útgávu av ”Stóra FM” (FM á breyt fyri vaksin). Hetta gjørdu hvirlurnar sær dælt av við at taka bróðurpartin av heiðursmerkjunum, og i fleiri førum við føroyskum metum.

100 m rimarenning, kvinnur (Edna Maria Debes)

Fyrsta kappingin var 100 m rimarenning hjá kvinnum, har Edna Maria royndi seg. Edna Maria eigur sjálv føroyska metið, men hevur ikki roynt seg í kapping síðan FM 2017, tá hon tók føroyska metið. Hon hevur í seinastuni mest arbeitt við longdarlop, og tí var tað við spenningin at hon fyrireikaði seg til at renna uppum teir tíggju 84 cm høgu rimarnar. Hon kom væl yvir fyrstu rim, sum er størsta avbjóðingin, so helt hon stabilt fýra fet millum hvørja rim, men at skula taka fýra fet, seta av og leypa uppum rimina fyri síðan at sprinta 4 fet afturat er krevjandi, og móti endanum var truplari at halda lætta høga rennilagi. Hon helt tó rútmuna á mál, har tíðin segði 19,00 sek, sum bara var 0,34 sek seinni enn hennara føroyska met. Hon fekk silvurmerkið fyri avrikið.

Spjótkast kvinnur (Børka Berg Jørgensen, Elin Niclasen, Helena Svabo Ziska, Sunniva Bogadóttir, Guðrið Káradóttir Petersen og Edna Maria Debes).

Heilar fimm ungar hvirlur royndu seg við 600 g tunga spjótinum. Sunniva legði út við at leggja seg á odda við 34,26 m, frammanfyri Elin, sum kastaði 32,82 m og Børku (27,32 m). Í øðrum umfarið bøtti Elin um sítt persónliga met til 35,78 m, og legði seg harvið á odda frammanfyri Sunnivu sum bøtti til 34,39 m, og Børku sum kastaði 30,29 m. Sunniva økti aftur í triðja umfarið, og hesaferð bøtti hon um sítt persónliga met eisini. Kasti bleiv máta til 35,96 m. Í fimta umfarið kom Sunniva heilt út á 38,46 m, sum er næstan tveir metrar longri enn føroyska metið hjá Randi Kúrberg. Børka bøtti aftur, hesaferð til 31,63 m. Endaliga støðan gjørdist sostatt at Sunniva tók gullið frammanfyri Elin, við Børku á triðja plássi. Guðrið Kastaði 25,38 m á sætta plássi, Edna Maria kastaði 21,07 m á sjeynda plássi, meðan Helena, sum gavst eftir trý umførð fyri at fara at venja ung hvirlubørn, kastaði 17,56 m á áttanda plássi.

Trýstøkk, menn (Miso Buha)

Primergreinin hjá Miso er trýstøkk, har hann hevur bøtt um sítt met fleiri ferðir í ár. Venjingin hevur eisini givið ábendingar um, at hann er klárur at økja enn meir. Hann føldi seg væl til upphiting, og royndar atrenningarnar sóu gott út. So byrjaði kappingin, og longu í fyrsta lopið bøtti hann um sítt persónliga met við 30 centimetrum til 13,16 m. Bæði í øðrum og triðja umfarið sakk hann eitt veit í atrenningini og tískil gjørdust fetini ov lang, og harvið gjørdi hann yvirtrakk við nøkrum centimetrum. Í fjórða riggaði aftur, og aftur var hann uttanfyri 13 m strikuna, men tó ikki heilt so langt úti sum í fyrsta umfarið. Fimta lopið miseydnaðist, meðan hann í sætta leyp 12,74 m. Hann ognaði sær gullmerkið fyri teir 13,16 m hann leyp í fyrsta umfarið.

Spjótkast, menn (Helgi Geyti, Tóki Bak Sørensen, Miso Buha, Tórur Mortensen og Magnus Dal-Christiansen)

Spjótkast hjá monnum gjørdist líka spennandi sum hjá kvinnunum. Her var tað ungi veteranurin Helgi, sum legði hart út við at kasta 43,02 m, sum er tað longsta, hann hevur kastað í fýra ár. Tórur legði seg á annað pláss við einum kasti uppá 39,60 m, og Magnus á triðja við einum kasti uppá 35,69 m. Tórur økti í øðrum til 40,23 m og í triðja til 41,69, meðan Magnus í triðja økti, og í sama viðfangi bøtti um sítt persónliga met til 39,96 m. Síðan hendi ongin broyting í oddinum fyrr enn í síðsta umfarið, har Helgi økti til 43,73 m. Tórur økti eisini, hesaferð til 41,97 m og cementeraði harvið silvurmerkið frammanfyri Magnus, sum endaði á 39,96 m. Miso gjørdist nummar fýra við 34,07 m í hansara fyrstu kapping við 800 g tunga spjótinum og Tóki bøtti um sítt persónliga met til 28,73 m á fimta plássi.

1500 m, menn (Dánjal Dahl Ljósheim)

Dánjal, sum hevur tikið seg nógv fram á 400 m, royndi seg á 1500 m, har hann áður hevur runnið væl. Frá byrjan legði hann seg beint í hølinum á tí fremsta, men tempo var so mikið høgt at hann valdi at seta tempo eitt vet niður. Hann helt síðan eitt støðugt tempo inntil 300 m vóru eftir, so royndi hann at økja aftur, men har var ikki meir eftir. Hann kom tískil á mál við tíðini 4 min 41,96 sek, sum rakk til eitt trygt silvurmerki.

Hæddarlop, menn (Miso Buha, Tóki Bak Sørensen)

Fyri einum árið síðan slerdi Tóki fast, at hann dugir hæddarlop, og aftur í ár var hann til dystin fús. Hesaferð skuldi hann dystast móti Miso. Báðir løgdu varliga út við at leypa 1,34 m, sum teir kláraðu uttan trupulleikar. Soleiðis fylgdust teir upp á 1,39 m, 1,44 m og 1,49 m. So fór yvirliggjarin upp á 1,54 m. Her rivu báðir niður tvær feðir. So var ein roynd eftir. Fyrst royndi Miso, men aftur kom yvirliggjarin niður, og sostatt bleiv hansara besta 1,49 m, sum er persónligt met við 14 centimetrum. Tóki kom uppum i triðju royndini, og helt so áfram til 1,56 m. Her kom hann uppum í fyrstu royndini, meðan honum tørvaði tvær royndur á 1,58 m. So var yvirliggjarin komin heilt upp á 1,60 m. Her var serliga tann triðja royndin nær við, men hesaferð kom hann ikki uppum, og sostatt ognaði hann sær gullmerkið við at leypa 1,58 m, frammanfyri Miso á øðrum plássi við 1,49 m.

Trýstøkk, kvinnur (Edna Maria Debes)

Edna Maria royndi seg eisini í trýstøkk, her legði hon út við at leypa eitt stak flott lop, sum tíðanverri var yvirtrakk við nøkrum centimetrum. Næsta lopið var eins gott, men aftur var yvirtrakk, hesaferð bara við millimetrum. Í triðja sat atrenningin betur, men her misti hon eitt sindur av ferðini í fyrsta avsettinum. Hon kom tó út á 9,77 m, sum er hennara longsta lop í 3½ ár. Hon helt tó áfram, tí í fjórða umfari økti hon til 9,83 m, og í fimta til 9,95 m. Tað sætta miseydnaðist, men hon ognaði sær bronsumerkið fyri teir 9,95 m, hon leyp í triðja umfari.

Kúlustoyt kvinnur (Edna Maria Debes, Guðrið Káradóttir Petersen, Sunniva Bogadóttir og Lydia Poula Simonsen)

Dysturin um føroyameistaraheitið hjá kvinnum gjørdist áhugaverdur á øllum økjum, har bæði intens kapping um heiðursmerkini og føroyskt met var úrslitið. Kappingin byrjaði við at Lýdia legði seg á odda við 10,54 m, meðan Edna Maria tók annað pláss við 8,02, Guðrið triðja við 7,95 og Sunniva fjórða pláss við 7,72 m. Í øðrum umfarið býttu tær næstu um, tí Sunniva tók annað pláss við 8,28 m, meðan Guðrið fór framvið Ednu Mariu við 8,12 m. í triðja svaraði Edna Maria aftur, við at koma út á 8,15 m og taka triðja pláss aftur, men her var tað Lýdia kom ordiliga í gongd, tí við 11,22 m bøtti hon um føroyska metið, hon setti tá hon tók bronsumerkið á Gibraltar. Ongin broyting hendir í fjórða, men í fimta fór Guðrið aftur framvið Ednu Mariu í dystinum um bronsumerkið við 8,22 m. Lýdia bøtti aftur um føroyska metið, hesaferð til 11,58 m. Síðsta umfarið byrjaði við at Sunniva kom út á 8,52 m, sum tyktist sementera silvurmerkið, men har var onki avgjørt. Edna Maria økti eisini munandi, og við 8,31 m legði hon seg á triðja pláss aftur. Guðrið svaraði tó aftur við at stoyta kúluna út á 8,46 m og harvið tryggja sær bronsuna. Lýdia, sum var í serflokki, bøtti aftur um føroyska metið, hesaferð til 11,78 m.

200 m, menn (Tórur Mortensen)

Meðan kvinnurnar dystaðust við 4,0 kg tungu kúlunum, gjørdi Tórur Mortensen klárt til at renna 200 m. Her var tó avgjørt at halda eitt sindur aftur, tí føroyska metið á 4×100 m hevði givið sprintarunum blóð uppá tonna. Nú var málið at taka 28 ára gamla føroyska metið á 4×400 m eisini. Tórur hevur tó eitt støðið soleiðis at ein róligur túrur er skjótur. Tíðin segði 23,81 sek (w: -1,3 m/s), sum er so mikið skjótt at ongin føroying hevði skala hann í løtuni, og fekk hann gull fyri avrikið.

Kúlustoyt, menn (Tórur Mortensen, Dánjal Dahl Ljóseim og Magnus Dal-Christiansen)

Tað vóru tríggir mans sum høvdu skund, sum fóru í gongd við kúlustoyt, tí allir tríggir vóru partur av 4×400 m kvartettini, og har nærkast starturin í stórum. Tí blivu tað bara til seks royndir í alt til teir 3 luttakararnar. Tórur royndi tvær ferðir og tók gullið við 10,52 m, Dánjal royndi tríggjar ferðir og við 8,93 m tók hann silvurmerkið, meðan Magnus einans gjørdi eina roynd, sum tryggjaði honum bronsuna við 7,68 m.

4×400 m, menn (Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha, Tórur Mortensen)

Fyrstur avstað var Magnus. Hann hevði, í mun til hinar tríggjar, ikki servant sprint úthaldni, og tá er trupult at halda ferðina á einum 400 m. Magnus er tó ein fightari, og megnaði hann at halda stíl og tempo allan vegin, og so bleiv Dánjal sendur avstað. Dánjal hevur servant 400 m, men 1500 m fyrr uppá dagin sat enn í beinunum, hann helt tó eina góða ferð, og avleveraði síðan boðini til Miso, sum helt somu ferð sum Dánjal. Síðsti maður var Tórur, og tá hann fór avstað var ferðin øgilig. At spesial venjingin hevur riggað sást á, at hann megnaði at halda ferðina allan vegin. Á málinum var so bíða í spenningi, og gleðin var stór tá speakarin segði tíðina: 3 min 36,67 sek. Hvirlu-kvartettin hevði aftur strikað eitt av teimum gomlu føroysku metunum. Speakarin segði eisini, at Tórur rann teir 400 m uppá 49,27 sek, sum er eitt sekund skjótari enn føroyska metið. Av tí at hetta var við rullandi starti, so telur tað tó ikki sum føroyskt met.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *