Hvirlan væl umboðað í ólavsøkurenningini

Tvey felagsmet í kúlustoyt
27.07.2008
Hvirlan í skrúðgonguni
29.07.2008

Hvirlan væl umboðað í ólavsøkurenningini

Ungir rennarar í Hvirluni tryggjaðu felagnum góða umboðan í ólavsøkurenningini, sum eftir ætlan var fyri seinastu ferð á Skálatrøð. Tað vóru heili sjey børn, sum runnu vegna Hvirluna.

Emma

Fyrsta kapping var hjá gentum upp til sjey ár. Har var Emma við, og rann hon sum vant flott og endaði hesa ferð á einum fjórða plássi. Hvussu skjótt hon rann er ikki til at vita, tí á úrslitalistanum stendur út fyri hennara navn “ongin tíð tøk”.

Kristian

Síðan vóru tað yngstu dreingirnir, sum skuldu royna seg, og har vóru heilir tríggir luttakarar úr Hvirluni. Bárður, Kristian og ein av nýggju limunum, Róar Arge. Teir kempaðu allir flott og komu á mál sum ávikavist nr. 6, 9 og 22.

Ragnar Ey.

Hjá dreingjum 8-10 ár vóru eisini tríggir hjá Hvirluni, sum royndu seg. Tað vóru Ragnar Ey., Jóhan og Karl Martin. Ragnar var fremstur av hvirluvindunum og endaði á einum 6. plássi, meðan Jóhan bleiv nummar 27. Hvat nummar Karl Martin bleiv er ikki gott at vita, tí á úrslitalistanum er hann endaður í bólkinum hjá gentum 8-10 ár.

Fleiri myndir eru at finna her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *