Hvirlan tók (næstan) alt á FM

8 gull, 9 silvur og 6 broncumerkið fyrsta dagin á FM
18.08.2018
Sunniva danmarksmeistari í spjótkast
01.09.2018

Hvirlan tók (næstan) alt á FM

Annar dagurin var eins góður og tann fyrri, og tískil gjørdist samlaða úrslitið at Hvirlan fór heim við 17 av teimum 30 gullmerkjunum sum kappast var um. Tey allar flestu vunnin av ungum íðkarum, sum hava kempað í longri tíð við at bøta um sínar førleikar, og tískil støðugt blíva betri. Nú eru longu fýra oyggjaleiklár, og fleiri eru, sum vantandi klára krøvini áðrenn endalig úttøka verður til várs.

Spjótkast – kvinnur (gull, silvur og broncu)

Annar dagurin byrjaði við spjótkast hjá kvinnum, her var Hvirlan umboða av fimm kastarum. Sum so ofta innan spjótkast, so var fyrsta umfarð rættuliga spektkulert. Har var ein øgiligur intensitetur í fyrsta kastinum hjá Sunnivu Bogadóttir. Hetta gjørdi at hóast teknikkurin ikki sat heilt, so lendi spjótið heilt úti á 35,65 m. Elin Niclasen vísti at hon eisini er ein sterkur spjótkastari við at leggja út við at kasta heilar 32,91 m í síni fyrstu kapping við 600 g tunga kvinnuspjótinum. Tann altíð farliga Sólja Jóanisdóttir legði út við at kasta 29,47 m á triðja plássi, meðan Guðrið Káradóttir Petersen kastaði 25,99 og Lyldia Simonsen kastaði 18,57 m. Í øðrum umfarið fekk Lydia meir træk í spjótið og kom útum 20 m strikuna fyri fyrstu ferð. Kasti bleiv mált til 20,62 m. Í triðja var tað Sólja sum fekk meir momentum fram í avleveringini, og tað lønaði seg tí kasti bleiv mált til 30,71 m. Í fimta var tað aftur Lydia sum megnaði at økja, hesaferð til 21,23 m, meðan Guðrið var tann einasta sum økti í síðsta umfarið. Hennara kast gjørdist 26,68 m. Kasti hjá Sunnivu er longri enn kravið til oyggjaleikirnar á Gibraltar komandi summar.

Hæddarlop – menn (gull og silvur)

Tóki Bak Sørensen og Magnus Dal-Christiansen royndu seg í hæddarlopi samstundis sum kvinnurnar kastaðu spjót. Her byrjaðu báðir á 1,35 m, sum báðir lættliga lupu uppum í fyrstu royndini. Sama søgan endurtók seg á 1,40 m. Á 1,45 m kom Tóki uppum, meðan Magnus reiv fyrstu ferð, men kom so trygt yvir í aðru royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,50 m, sum er hægri enn teir høvdu lopið áður. Her miseydnaðist fyrsta royndin hjá báðum, men báðir megnaðu at fáa meir ferð inn í avsetti í næstu royndini, og gav tað neyðuga hæddina til at báðir bøttu um síni persónligu met til 1,50 m. So fór yvirliggjarin upp á 1,55 m. Her hevði Tókið funnið flogið, og kom uppum í fyrstu royndini, hóast hann streyfaði yvirliggjaran á vegnum. Magnus var nær við fyrstu ferð, men ferðin yvir yvirliggjaran var ikki nóg neyv, so yvirliggjarin fall. Næsta royndin var ikki so væl eydna, men í triðju var hæddin góð, men hann fekk ikki spænn-boga í kroppin, og tí tók hann yvirliggjaran við sær. Tóki helt áfram upp á 1,60 m. Her miseydnaðist fyrsta royndin, men aðru ferð fleyg hann uppum. So valdi hann at flyta yvirliggjaran upp á 1,63 m. Her miseydnaðist aftur fyrsta royndin, men í aðru royndini kom hann uppum, og hesaferð uttan at nerta við stongina. So fór yvirliggjarin upp á 1,65 m, men nú var ikki meir at heinta. Tóki tók sostatt gullið við at bøta um sítt persónliga met við 18 cm frammanfyri Magnus, sum eisini bøtti um sítt persónliga met.

 

Trýstøkk – menn (gull)

Ungi Miso Buha var næsta hvirla í eldin. Hann skuldi royna seg í trýstøkk. Hann hevur arbeitt við at fáa meir ferð á lopini, samstundis sum at tørvur hevur verið á at stabilisera atrenningina. Fyrstu tvey lopini vóru yvirtrakk við 2-3 centimetrum, men ferðin var góð. Í triðja tók hann eitt trygdarlop, sum bleiv mált til 11,54 m hóast ein mótvind uppá 3,2 m/s. Í fjórða setti hann aftur meir ferð á, og gjørdist úrslitið 12,16 m inn í ein mótvind uppá 1,3 m/s. Tey bæði síðstu miseydnaðust, men eitt flott gullmerkið bleiv tað til.

Spjótkast – menn (gull, silvur og broncu)

Ímeðan Miso royndi seg í trýstøkk fóru mennirnir í gongd við spjótkast. Her vóru fýra hvirlur við. Harímillum tveir gamlir kenningar. Tóri Nielsen hevur áður vunnið nógv heiðursmerkið á FMU, meðan Helgi Geyti hevur verið drúgvur í nógv ár, men hevur nú flutt inn í eysturoynna og fær tí ikki vant longur. Teir báðir kappaðust móti Magnus Dal-Christiansen og Kristian Martin Garðalíð. Tóri legði út við at kasta 41,77 m. Helgi legði seg beint aftanfyri við einum kasti uppá 40,34 m. Kristian Martin vísti at hann heldur ikki hevur gloymt spjót, hóast hann hevur fokusera uppá kúlu í seinastuni, við at kasta 24,83 m. Í øðrum umfarið setti Tóri trumf á við at kasta 45,05 m. Helgi svaraði aftur við at bøta um sítt besta, men tað bleiv mált til 41,73 m. Magnus, sum ikki fekk nakað úrslit í fyrsta umfarið, kom út á 32,65 m í øðrum og tók harvið broncuplássi frá Kristian Martin. Hann økti í triðja til 35,73 m  og til 37,01 m í fjórða. Hareftir hendu ongar broytingar í kappingini, sum sostatt endaði við gull til Tóra, silvur til Helga, broncu til Magnus, meðan Kristian Martin gjørdist nummar fýra.

1500 m – menn (gull)

Tummas Napoleon Arge og Dánjal Dahl Ljósheim royndu seg báðir á 1500 m teininum. Hetta var meistaraheitið, og tí var útleggi varði, men skjótt bleiv ferðin sett upp. Báðir fylgdu við. Eftir fyrstu tveir umgangirnar, har ferðin var skjótari enn á 800 m dagin fyri, valdi Tummas Napoleon at gevast, tí hann kendi til gamlan skaða í baklærinum. Dánjal hekk tó í, og hann slepti ikki. Tá umleið 200 m vóru eftir økti hann ferðina, inntil hinir sleptu, soleiðis at hann kundi renna heim til eitt trygt gullmerkið. Tíðin gjørdist 4 min 35,99 sek, sum hóast taktiska uppleggi, er lítið sekund skjótari enn hansara gamla persónliga met.

Kúlustoyt – kvinnur (gull, silvur og broncu)

Lydia Poula Simonsen var greiður favorittur tá 4 kg tungu kúlurnar komu fram. Hon lat heldur ongan iva verða um hvør var best, tí longu í fyrsta umfarið kom hon sum fyrsta kvinna í nógv ár útum 10 m strikuna við einum stoyti uppá 10,29 m. Sólja legði seg á annað pláss við  7,34 m, meðan Sunniva kom út á 7,24 og Guðrið út á 7,02 m. Í øðrum umfarið legði Guðrið seg á annað pláss við 7,51 m, meðan Sunniva tók triðja pláss við 7,44 m. Í Triðja kom Sunniva útum 8 m strikuna við 8,11 m og tók harvið triðja pláss frá Guðrið. Ongin kundi tó hótta Lydiu, sum var stabil uttanfyri 10 m strikuna. Henda støða helt sær til síðsta umfarð. Tá kom Guðrið eisini útum 8 m strikuna. Hennara kast bleiv mált til 8,17 m, sum var 6 centimetrar longri enn tað besta hjá Sunnivu. Lydia megnaði í síðsta umfarið at koma betur undir kúluna, og tað sást, tí longdin gjørdist heilar 10,69 m, og harvið megnaði Lydia at koma útum oyggjaleikakravið.

 

200 m – menn (gull, silvur og broncu)

Tórur Mortensen, sum eigur føroyska metið á teininum, var stórfavorittur til at vinna gull. Við sær á startinum hevði hann m.a. Dánjal og Miso. Tórur var skjótastur úr blokkinum, og eyðkenda agressiva drive’ gjørdi at hann longu eftir fyrstu metrarnar lá á odda. Dánjal hekk tó í, og fekk eitt hol til Miso á triðja plássi. Hetta var eisini støðan tá teir komu úr svinginum. Tórur økti inntil 50 m vóru eftir so føldi hann at baklæri byrjði at irritera, og setti hann tí ferðina niður. Hetta gjørdi at fjarðstøðan aftur til Dánjal ikki øktist, men hon minkaði heldur ikki. Miso, sum var yngsti maður í finaluni, megnaði at halda somu ferð sum teir báðir frammanfyrij. Á málinum segði tíðin at Tórur vann við 22,94 sek, Dánjal rann teinin uppá 24,33 sek og Miso uppá 24,96 sek. Dánjal og Misu runnu væl skjótari enn teir hava gjørt áður, men undanvindurin var 1,7 m/s omanfyr tað mest loyvda í mun til at seta met.

 

Kúlustoyt – menn (gull, silvur og broncu)

Tríggjar hvirlur royndu seg við 7,26 kg tungu kúluni. Her legði Kristian Martin út við at stoyta kúluna út á 9,15 m. Helgi kom út á 7,92 m og Tóri út á 6,55 m. Í øðrum umfarið legði Helgi góðan hálvan metur omaná, meðan Tóri legði næstan ein heilan metur omaná, so hóast Kristian Martin økti við 18 centimetrum, so minkaði munurin. Kristian Martin økti tó aftur í triðja til 9,52 m. Helgi megnaði ikki at fylgja við, meðan Tóri legði 41 centimetrar afturat sítt besta. Enn var støðan tó óbroytt við Kristian Martin á odda frammanfyri Helga við Tóra á broncu-plássinum. Tað tyktist sum allir høvdu givið sítt besta, tí ongin megnaði at bøta um sítt úrslit síðstu trý umførini, og tískil ognaði Kristian Martin, sum eisini kappast fyri ÍSB, sær eitt gullmerkið. Helgi fór heim við silvurmerkinum fyri sína 8,43 m og Tóri við broncumerkinum fyri 7,83 m.

4×400 m – menn (gull)

Avboð frá Tórur gjørdi at málið um at taka føroyska metið bleiv justera til at vinna gull. Liðið hjá hvirluni bleiv manna av Kristian Martin, Miso, Magnus og Dánjal. Kristian Martin, sum ikki er vanur við at sprinta, skuldi royna seg móti silvurvinnarnum á 800 m. Her var munur á, men Kristian Martin kempaði væl og gav Miso boðini uml 120 m aftanfyri fremsta lið. Miso, sum rann móti silvurvinnarnum á 1500 m legði hart út og skjótt hevði hann tikið fyrstu 20 metrarnar aftur, men so helt støðan sær. So fór Magnus avstað. Hann helt fjarstøðuna fyrstu 200 m, men tók seg so nakað inn á fremsta rennaran. Hetta merkti at Dánjal var sendur avstað einar 80-90 metrar aftanfyri fremsta rennaran. Dánjal legði hart út og longu eftir 150 m hevði hann tikið alt innaftur, og fór skjótt framvið tí fremsta. Hann økti og á málinum var Hvirlan góð 10 sek frammanfyri nummar tvey.

Komandi viku ferð Tórur at royna seg í dysti um danska meistaraheitið á 400 m, meðan Edna Maria, Guðrið, Lydia, Sunniva, Helena, Børka, Dánjal og Miso fara at royna seg í dysti um danska meistaraheitið fyri ung vikuna eftir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *