Hvirlan til Íslands

Áhugavert venjaraskeið í ÍSF húsinum
18.01.2010
Hvirlurnar komnar til Reykjavíkar
22.01.2010

Hvirlan til Íslands

Hetta vikuskiftið fara 11 limir í Hvirluni at royna seg í Stórmót ÍR, ið er stór innandura kapping í Reykjavík. Hesi fara at royna seg í so ymsum greinum sum 60 m og 400 m renning, 60 m forðarenning, longdarlop, trýstøkk, hæddarlop og kúlustoyt.

Endamálið við túrinum hjá Hvirlunum er at geva íðkarnum møguleikan fyri at uppliva kapping aðrastaðin og serliga innandura, sum ikki er møguligt í Føroyum. Hetta er liður í menningini av teimum ungu soleiðis at tey eru optimalt fyrreika tá tey koma at fáa stórar ítróttaraligar avbjóðingar í framtíðini.

Hvirlu-ferðalagið gistir í húsinum hjá ÍR, ið er vinarfelag hjá Hvirluni. Tað er eisini ÍR sum skipar fyri kappingini.

Við í ferðalagnum eru

  • Bjørk Reynagarð Svabo (gentur 14)
  • Tummas Napoleon Arge (dreingir 15-16)
  • Hallur Simonsen (dreingir 15-16)
  • Tróndur Arge (15-16)
  • Hanus Bergsson (dreingir 15-16)
  • Gwenael Helmsdal Carré (dreingir 15-16)
  • Steinolvur Geyti (dreingir 15-16)
  • Trygvi Laksáfoss (dreingir 15-16)
  • Bjarni Kárason Petersen (dreingir 15-16)
  • Helgi Geyti (dreingir 17-18 / menn)
  • Rógvi Højgaard (menn / leiðari)
  • Birgir Sondum (leiðari / bussførari)
  • Heri Ziska (leiðari)

Vit fara at royna at kunna umvegis hvirlan.fo hvussu leikur ferð meðan vit eru í Íslandi.

2 Comments

  1. Hallur Holm says:

    Hetta sær spennandi út. Kanskan onkur tykkara klárar krøvini til talentbólkin – tað hevði verið stuttligt. Góða eydnu!

  2. Heri says:

    Jú, spennandi er tað. Tað er fyrsta innandura kapping hjá øllum og fyrsta kapping hjá onkrum, men tað heldur teimum ikki aftur, og fleiri góð úrslit hava verði, og eri sikkur uppá at fleiri koma

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *