Hvirlan styrknar støðugt á langu teinunum

Broytingar í innandura venjingum
17.03.2015
Góð úrslit í nógva vindinum á Tórsbreyt
31.03.2015

Hvirlan styrknar støðugt á langu teinunum

Leingi var Rigmor einsamøll um at bera reyða Hvirlu búnan í kapping á longru teinunum. Hetta gjørdi hon bæði við at luttaka í kappingum og við at skipa fyri venjing, fyri á tann hátt at fáa fleiri við. Hetta eydnaðist væl. Fyrst øktist talið av kvinnum, og nú eru mennirnir við at koma eisini. Úrslitini gerast allsamt betur, bæði tá tað snýr seg um tal av luttakarum, tíðum, og placeringum. Hetta sást eisini nú síðsta umfarð var á skránni, har átta hvirlur luttóku.

Hjá kvinnunum er veteranurin Rigmor enn tann stinnasta, og endaði hon á triðja plássi í opna bólkinum og nummar tvey í veteran bólkinum. Henni á baki komu Adelaid Kirke, Birna Abrahamsen, Eydna Petersn og Dagmar í Heiðunum. Onkrar hava verði við í fleiri ár, meðan aðrar eru meir nýliga byrjaðar at luttaka í kapping. Í samlaðu vetrarkappingini gjørdist Rigmor nummar tvey í opna bólkinum, meðan hon vann veteranbólkin. Í liðkappingini fóru kvinnurnar aftur í ár heim við gullinum. Liðið var í ár manna við Rigmor N. Arge, Adelaid Kirke og Birnu Abrahamsen.

Hjá monnunum royndu Páll Vesturbú og Jákup Dahl Ljósheim seg. Teir hava báðir tikið seg nógv fram í ár, bæði tá tað snýr seg um tíðir og placeringar.

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg í bólkinum Dreingir árg. ’03-’99. Hann rann seg til eitt flott broncumerkið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *