Hvirlan stóð seg væl á Tórsbreyt

Venjing og kapping á sama degi
22.05.2009
Hvirluvindar í Barnaútvarpinum í morgin ári
25.05.2009

Hvirlan stóð seg væl á Tórsbreyt

Tað var hugaligt at síggja heilar 19 limir í hvirluni í dysti á Tórsbreyt tá fyrsta umfarð av Grand Prix fyri børn og ung fór fram á Tórsbreyt. Tað blivu heili tíggju fyrsta pláss, sjey annaðpláss, ellivu triðjapláss og eitt hav av góðum avrikum til hvirluna.

Tað, sum hjá felagnum og venjarnum var mest upplyftandi við at síggja íðkarnar í dysti, var hvussu tey megnaðu at fokusera uppá síni eygnu úrslit og gleðast um tað tey sjálvi høvdu megna, óðansæð um viðkomandi so var fremst ella um onkur annar var betur á degnum. Tað vísur at har er ein hugburður, sum ferð at koma væl í royndunum at náða tey mál tann einstakið hevur hug at seta sær.

Ein talva við úrslitunum hjá limunum í hvirluni sæst her (um eg havi yvirsæð okkurt úrslit, so sig vinarliga frá á hvirlan(at)hvirlan.fo, so tað blívur rættað). Øll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá FÍF (www.athletics.fo).

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum og á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *