Jatnatøk: opin kapping við altjóða luttøku 17. juli á Tórsbreyt

So fóru Hvirluvindarnir í summarfrí
07.07.2010
Skráðin til Jatnatøkum klár
15.07.2010

Jatnatøk: opin kapping við altjóða luttøku 17. juli á Tórsbreyt

17. juli skipar Hvirlan fyri  opnari kapping á Tórsbreyt. Kvinnurnar kappast á 100 m, 800 m, 5000 m, í hæddarlopi, trístøkki og hamarkasti, meðan menninir kappast á 100 m, 800 m, 5000 m, í hæddarlopi og spjótkasti.

Jatnatøk er kapping har arbeiðtt verður fyri at fáa útlendingar at koma til Føroyar at kappast móti føroyingum. Tað eru í løtuni 10 útlendingar, sum hava boðað frá luttøku í ymsum greinum, og onkur er á støði við oyggjaleikamet, so um mann hevur hug at royna seg, so er Tórsbreyt rætta staðið.

Kappingin byrjar kl. 14.00. Skráðin kemur á www.hvirlan.fo hósdagin 15. juli

Tilmelding er á hvirlan@hvirlan.fo. Seinasta freist er mikudagin 14. juli á midnátt. Um tað verða nógvir luttakarar so verður seedning í rennikappingunum gjørd, soleiðis at tey sum hava bestu tilmeldingartíð kappast í einari a-finalu, meðan hini kappast í b-, c- o.s.fr.-finalu. Minnist til at tilskila navn, árgang, felag, ársbesta og persónligt met.

Kappingin er opin fyri tey, sum eru fødd í 1996 ella fyrr, kappast verður tó einans í opnum klassa. Tað kostar onki at luttaka. Nummar 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki.

Stuðlar eru: Tryggingarfelagið Føroyar og P/F Wenzel.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *