Hvirlan skipar fyri kastikapping, sunnudagin 1. juni

Sólirnar hjá Hvirluni :-)
21.05.2008
Fyrstu hvirluvindar í kapping
29.05.2008

Hvirlan skipar fyri kastikapping, sunnudagin 1. juni

Sunnudagin, 1. juni, kl. 14 skipar Hvirlan fyri kastikapping á vøllinum við Eysturskúlan. Kappast verður í raðfylgjuni: spjót, diskur, sleggja og kúla. Spennandi verður, hvussu fer at gangast hjá teimum íðkandi, nú summarið nærkast og formurin gerst skarpari.
Tilmelding fer fram hjá Randi Kúrberg á tlf. 22 92 79 ella við t-posti til kur@olivant.fo í seinasta lagi leygardagin, 31. mei kl. 18

Við frælsakvøðu og vón um at síggja nýggj andlit
Hvirlan

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *