Hvirlan skipar fyri FM kapping í olympisku kastigreinunum

Tryggingarfelagið Føroyar og Hvirlan gjørt sponsoravtalu
21.07.2008
Hvirlan í ólavsøkuskrúðgonguni
23.07.2008

Hvirlan skipar fyri FM kapping í olympisku kastigreinunum

Hvirlan úr Tórshavn skipar vegna FÍF fyri FM í teimum olympisku kastigreinunum komani vikuskiftið. Kappingin verður á fyrsta sinni skipað yvir tveir dagar, har kappast verður í tveimum greinum hvønn dag.

 

Leygardagin 26. juli verður byrjað við diskuskasti og spjótkasti, meðan kappast verður í hamarkasti og kúlustoyti sunnudagin 27. juli. Kappast verður eftir altjóða reglum, har øll fyrst fáa 3 kast og síðan fáa 8 tey bestu 3 afturat. Kappingarnar fara fram á kastivøllinum við Eysturskúlan, og verður byrja kl. 14.00 báðar dagarnar.

 

Kappingin er opin, tvs at øll sum eru fødd í 1992 ella fyrr kunna luttaka. Tilmelding er á telefon 213775, gjarna við sms. Minst til at skriva navn, árgang, møguligt felag, og kappingargreinar, ið kappast skal í. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 25. juli á middegi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *