Hvirlan skipar fyri barnavenjing innandura

Árligi aðalfundur Hvirlunnar verður sunnudagin 22. sept kl. 16.00 í ÍSF-húsinum
04.09.2019
Náttúrurenning við Kerjar 16. november
12.11.2019

Hvirlan skipar fyri barnavenjing innandura

Nú kvøldini gerast køld og myrk, er stundin komin at fara innandura at venja. Í vetur hevur felagið fýra barnalið og er hetta tað mesta nakrantíð.

Vetrarvenjingin byrjar týsdagin 1. oktober, og heldur á til páskar.

Tilmelding er á https://bit.ly/2lRvTiL

Árgang 2005 til 2008

Vant verður týsdag kl. 17 til 18 í skúlanum á Løgmannabreyt. Hetta liðið er til tey elstu børnini.

Venjingin er skipað sum spæl og uppgávur. Endamálið er at geva børnunum kropsligar avbjóðingar sum hóska til aldurin og harumframt grundleggjandi servenjingar til ymsu frælsu greinarnar, lop, kast og sprint. Dentur verður lagdur á at hava tveir venjarar hvørja fer og tað er pláss til umleið 20 børn.

Venjarar: Tórur Mortensen, Guðrið Káradóttir Petersen, Dánjal Dahl Ljósheim og Lydia Poula Simonsen

Árgang 2008 til 2010

Vant verður mánadag kl. 17 til 18 í Eysturskúlanum. Venjingin er skipað sum spæl og uppgávur. Endamálið er at geva børnunum kropsligar avbjóðingar og grundleggjandi venjing í styrki, skjótleika og gyrði. Pláss er til umleið 15 børn

Venjari: Randi Kúrberg

Árgang 2010 til 2012
Liðið venur sunnudag kl. 14.30. Vant verðuri Sankta Frans Skúla. Venjingin er skipað sum spæl, og hevur til endamál at geva børnunum kropsligar grundvenjingar í styrki, skjótleika, gyrði og reaksjón.

byrja verður eftir heystferiuna

Venjarar: Sjøfn Gudmundsdóttir og Helena Svabo Ziska.

Tey smæstu
Hetta liðið er eitt spælilið burturav, har foreldini eru við. Vit hittast í Skt Frans Skúla sunnudag kl. 13. Ein forðabreyt verður sett upp, og so kunnu børnini saman við foreldrunum royna seg við at klatra, leypa, bjóða javnvágini av og so framvegis. Liðið byrjar aftaná heystfrítíðina og er tað frítt at verða við.

Um spurningar eru ber til at skriva til hvirlan@hvirlan.fo ella vitja okkum á www.facebook.com/hvirlan

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *