Hvirlan skein á Tórsbreyt

Hanus og Edna Maria føroysk met á Tórsbreyt
Hvirlur gull í hálvum og heilum marathon

Hvirlan skein á Tórsbreyt

Anna umfarð av Grand Prix á breyt fyri allar aldursbólkar var í besta veðrið á Tórsbreyt leygardagin (30. mai). Sum vant, var Hvirlan væl umboðað.

Børn 7 ár og yngri

Tey yngstu sluppu at royna seg í longdarlopi hesaferð. Tað er altið stuttligt at síggja íðni tá tey yngstu royna seg. Hesaferð royndu heilar fýra hvirlur seg. Adrea Heinadóttir leyp 1,43 m, meðan Sigrið Hansdóttir leyp 1,81 m. Hanus Louisuson leyp 1,80 m meðan Terji Dal Christiansen leyp 2,77m.

B-7

Gentur 8-9 ár

Tær 8 og 9 ára gomlu genturnar byrjaðu við longdarlopi. Tær leypa frá zonu, sum merkir at mált verður frá har tær leypa, heldur enn, sum hjá teimum eldru frá plankanum. Báðar bøttu tær um síni persónligu met. Emilia leyp 2,78 m, sum er næstan ½ m longri enn hon gjørdi í fjør, meðan Beinta leyp 2,43 m og legði sostatt 12 cm afturat metinum hon setti fyri einari viku siðan.

Næsta greinin var kúlustoyt. Her royndu Beinta og Emilia seg. Beinta stoytti 2 kg tungu kúluna út á 2,78 m, meðan Emilia kom heilt út á 4,25 m. Úrslitið hjá Emiliu er 1,25 m longri enn hennar gamla persónliga met.

G8-9

So var spurtur á skránni, og her var Jóhanna Sunadóttir Christiansen komin at royna seg eisini, so heilar tríggjar hvirlur vóru við. Jóhanna rann teinin uppá 7,80 sek, meðan Emilia rann uppá 7,82 sek og Beinta uppá 8,33 sek.

Síðsta greinin var 400 m, har Emilia aftur var klár. Hon rann teinin uppá 1 min 36,84 sek, sum er næstan 12 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Dreingir 8-9 ár

Ólavur av Steinum og brøðurnir Aron og Benjamin Mikkelsen byrjaðu dagin við kúlustoyti. Her stoytti Aron 2 kg tungu kúluna út á 3,45 m, Benjamin út á 4,00 m og Ólavur 2,20 m.

D8-9

So fóru Benjamin og Aron til 40 m startin, har Aron rann teinin uppá 8,73 sek meðan Benjamin rann hann uppá 10,66 sek.

Dagurin endaði við longdarlopi. Her leyp Aron 2,19 m, Ólavur 1,93 m og Benjarmin 1,70 m.

Gentur 10-11 ár

Fyrsti startur var 200 m, har Børka Berg Jørgensen royndi seg. Hon var skjót úr blokkinum, og helt tempo allan vegin. Á málinum vísti klokkan 33,18 sek.

Eftir 200 m fór Børka eftir 2 kg tungu kúluni. Hesa kúlu megnaði hon at stoyta út á 7,43 m í fyrsta umfarið, sum er munandi longri enn hon hevur megnað áður.

G10-11

Síðsta grein var longdarlop, og her luttóku Barbara Hammer, Súsanna Rúnadóttir og Børka. Børka leyp 3,55 m, Barbara 3,11 m og Súsanna 2,86 m.

Dreingir 10-11 ár

Brandur Kjartanson, Harald Egholm og Niels á Reynatúgvu byrjaðu dagin við 2 kg tungu kúluni. Hesa megnaði Brandur at stoyta út á 6,76 m, Harald út á 3,65 m og Niels út á 6,58 m.

Eftir kúluna var tað 200 m, sum var á skránni, og her vóru allir tríggjir til dystin fúsir. Niels rann teinin uppá 35,64 sek, Brandur uppá 35,99 sek og Harald uppá 38,12 sek.

D12-13

So var tíð at leypa í sandgryvjuna. Her lupu bæði Brandur og Harald 3,20 m, meðan Niels leyp 3,06 m.

Dagurin endaði við at Harald royndi seg á 800 m. Her rann hann flott og var beint í hølunum á næstu dreingjunum tá hann var áhalsin og beklaði. Hann kom tó haltandi á mál, og endaliga tíðin gjørdist fyri teir tveir umgangirnar 4 min 03,38 sek.

Gentur 12-13 ár

Lý Høgnadóttir var einsamøll í reyðum tá tær 12-13 ára gomlu genturnar fóru í blokkarnar at renna 200 m. Hon rann sera væl, og kom á mál meir enn eitt sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Tiðin gjørdist 31,05 sek (w: -1,3 m/s).

G12-13

Lý endaði dagin við 2 kg kúluni. Har kom hon í síðsta umfarið heilt út á 7,13 m, sum er munandi betur enn hon áður hevur megnað.

Dreingir 12-13 ár

Teitur Eysturoy Olsen byrjaði dagin við 200 m, har onkur venjari hevði á orði hvussu flott hann rann. Her kom hann á mál við tíðini 37,37 sek.

Eftir 200 m var tað 2 kg kúlan, sum var á skrá. Teitur byrjaði við 4,61 m, men økti siðan heilt út á 5,40 m í øðrum umfari, sum gjørdist hansara longsta.

Teitur endaði dagin við longdarlopi, har hann í fyrsta umfarið leyp 3,24 m. Hann var nær við at økja í triðja, men tað fyrsta vísti seg at verða tað longsta.

Gentur 14-15 ár.

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge royndi seg á 200 m. Hon rann  sum altí¨væl, og kom á mál við tiðini 31,50 sek.

G14-15

So var spjótkast á skránni, og her vóru Eva Barba Arge, Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska klárar. Guðrið megnaði at leggja heilar 4 metrar omaná sítt persónliga met, so tað nú er 21,41 m. Eva Barba kastaði 21,18 m á øðrum plássi. Lydia kastaði 16,00 m og Helena 15,69 m.

Dreingir 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson byrjaðu dagin við hæddarlopi. Her komu báðir trygt uppum allar hæddir upp til 1,35 m. Har steðgaði tað hjá Bárður, sum harvið økti um sítt persónliga met við 25 cm. Dánjal eisini kom uppum 1,40 m og bøtti harvið um sítt persónliga met við 5 cm.

Báðir hildu teir áfram við dystinum á 200 m. Her var sera tætt teirra millum allan vegin, men á málinum hevði Dánjal munin við tiðini 27,61 sek, har Bárður nýtti 27,66 sek um teinin. Sjálvt um teir runnu inn í ein mótvind uppá 2,5 m/s, so skóru báðir meir enn eitt sek av sínum persónliga meti.

D14-15

So bíðaðu 500 g spjótini. Her legði Bárður seg á odda í fyrsta kasti, og hóast Dánjal royndi at nærkast, so var Bárður tryggur. Hansara longsta var 28,15 m, sum er neyvt saman longd, sum hann kastaði 400 g spjótið í 2014. Dánjal kastaði á øðrum plássi 26,90 m.

Síðsti dystur teirra millum hesaferð var á 800 m. Her legði Dánjal seg framum frá byrjan, men tá 200 m restaðu var Bárður við at nærkast, men Dánjal hevði nakað eftir og økti um munin á mál. Tiðin hjá Dánjal gjørdist 2 min 26,51 sek, meðan Bárður rann teinin uppá 2 min 36,60 sek. Báðir skóru teir góð 8 sek av sínum persónliga metið.

Gentur 16-17 ár

Rebecka Monja Jørgensen byrjaði dagin við 200 m renning, har hon var einsamøll í reyðum. Hon kom á mál á øðrum plássi við tíðini 32,40 sek.

So var hæddarlop á skránni. Her hevði FÍF valt at seta byrjunar hæddirna heilt upp á 1,25 m, sum er ilt at skilja. Rebekca hevði tó tvær sera góðar royndir, men hesaferð eydnaðist ikki at koma uppum hesa hæddina. Tinna Berg Jørgensen kom uppum í aðru royndini, men 1,30 m var eina tonn ov høgt hesaferð.

G16-17

Spjótkast var triðja greinin, og stóðu báðar klárar við 500 g spjótinum tá kappingin fór í gongd. Rebekca byrjaði við at kasta 21,95 m, og hóast fleiri góð kast, so gjørdist hetta longsta kast hjá hennni. Tinna byrjaði meir varliga, men í fimta umfarið kom hon heilt út á 22,46 m. Tinna bøtti um sítt persónliga met við nøkrum sentimetrum, meðan Rebecka legði góðar fýra metrar omaná sítt met.

Síðsta greinin var 800 m, har Rebecka aftur var klár. Hon rann teir tveir umgangirnar uppá 3 min 11,74 sek.

Dreingir 16-17 ár

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim byrjaðu dagin við hæddarlopi. Hvørgin venur greinina, men teir komu tó báðir trygt uppum 1,50 m. 1,55 m var ov høgt hjá Jákup, sum sostatt steðgaði á 1,50 m. Tórur leyp 1,55 um og leyp trygt uppum 1,60 m, ið er persónligt met. Her valdi hann at steðga tí fokus hendan dagin var á 200 m.

200 m var eisini onnur greinin, og her vóru báðir aftur klárir. Tórur var skjótur út blokkinum og á 100 m var alt avgjørt. Hann økti tó allan vegin, og kom á mál við tíðini 23,94 sek, hóast ein mótvind uppá 2,0 s. Jákup rann teinin uppá 26,79 sek. Tiðin hjá Tórur er uml eitt sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður og langt undir gamla bólkamet og eisini, meir enn ½ sek undir talentkravið. Jákup bøtti um sítt persónliga met.

D16-17

Dysturin helt áfram við 700 g tungu spjótunum. Her legði Tórur seg á odda í fyrsta umfarið við 36,06 m. Jákup royndi at svar aftur, men 30,30 í øðrum umfarið gjørdist hansara longsta. Báðir bøttu teir sostatt um síni persónligu met.

Síðsta kappingin var 800 m og har var Jákup aftur klárur. Jákup rann teir tveir umgangirnar uppá 2 min og 34,40 sek.

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes byrjaði dagin við hæddarlopi. Hon eigur føroyska metið, men ein skaði hevur gjørt at hon ikki hevur vant hædd síðstu 2 árini. Nú valdi hon tó at royna seg, og væl gekk. Hon kom uppum í fyrstu royndini heilt upp til 1,41 m. Tá var hon einsamøll eftir í kappingini. Á 1,44 m tørvaði henni tríggjar royndir at koma uppum, men tað gekk. So valdi hon at koyra yvirliggjaran upp á 1,48 m, og harvið 1 cm hægri enn hennara føroyska met. Fyrsta royndin var eitt sindur følandi, men onnur var flott og kom hon lætt uppum. So fór yvirliggjarin upp á 1,50 m. Serliga síðsta royndin var góð, men yvirliggjarin bleiv ikki liggjandi, so hon endaði á 1,48 m.

G18-19

Spjótkast var næsta greinin og her var Bjørk Reynagarð Svabo við eisini. Bjørk legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 22,37 m. Eyda Maria nærkaðist støðugt, men tá Bjørk í fjóra umfarið kastaði 600 g tunga spjótið út á 23,22 m, var kappingin avgjørd. Longsta kastið hjá Ednu Maru gjørdist 21,95 m.

Dreingir 18-19 ár

Magnus Dahl-Christiansen royndi seg á 200 m. Her var hann ein tryggur vinnari við 24,96 sek í sínum fyrsta starti á 200 m.

m

Menn

Mennirnir byrjaðu við spjókastt, har Hanus Bergsson, Helgi Geyti, Tróndur Arge og Hallur Simonsen royndu seg. Hanus opnaði kappingina við enum kasti uppá 60,47 m, sum er góðan metur longri enn hansara føroyska met. Hann økti til 62,32 m í fimta umfarið, umframt at hann hevði enn eitt kast omanfyri 60 m í síðsta umfarið. Helgi ognaði sær eitt annað pláss við einum kasti uppá 43,57 m, fimm sentimetrar frammanfyri Trónd á triðja plássi. Hallur Simonsen kastaði 40,63 m á fjóra plássi.

m2

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *