Hvirlan síni fyrstu føroysku met

Hvirlan fingið síni fyrstu heiðursmerkið
15.06.2008
Silvurmerkið til Hvirluna á Jóansøku
23.06.2008

Hvirlan síni fyrstu føroysku met

Stutt eftir at hvirluvindarnir vunnu Hvirluni síni fyrstu heiðursmerkið vóru tað teir vaksnu kastarnir sum skuldu royna seg. Tað var í kastikapping sum Hvirlan skipaði fyri, og vóru einans luttakara úr Hvirluni.Randi setur persónligt og felagsmet í vektkast

 

Longu í fyrstu grein Randi hvussu langt hon er komin í ár. Í fyrsta kastinum við hamarnumn kom hon út á 37.31 m. Tað var 11 cm frá hennara føroyska metið. Annað kast var styttri og tað triðja fór í netið, men í fjóra umfarið kastaði hon 37.92 m, og betraði sostatt føroyska metið við ½ m. Í fimta umfarið gjørdi hon so bart. Tá kastaði hon hamaran heilt út á 39.79 m, og setti sítt næsta føroyska met á degnum. Síðsta kast var 38.02 og sostatt eisini longur enn gamla føroyska metið. Samalagt setti hon tvey føroyskt met og betraði metið við tilsamans 2.37 m.

 

Rógvi betraði sítt persónliga met í diskuskast tá hann kastaði diskin út á 32.52 m, meðan Randi betraði sítt persónliga met í vektkast tá hon kastaði vektina út á 10.07 m. Úrslitið hjá Randi er nýtt felagsmet í Hvirluni.

Rógvi hevur slept spjótinum 

 

Heri hevði ein út av lagi vánaliga dag, men tók tó felagsmet í kúlustoyt, og setti nýtt felagsmet í vektkast og kasti 5-kamp.

Heri setur felagsmet í kúlustoyt

 

Tað var ongin ivi um at Rógvi hevði betra sítt persónliga met í kasti 5-kampinum tí at hann var betur í øllum greinunum uttan kúlustoyt. Tað endaði eisini við at hann hevði sligi sítt persónliga met við meir enn 300 stigum, so tað nú er 2370 stig. Tað var ein stórur spenningur um Randi hevði megna at sligið metið í kasti 5-kampinum tí at hóast hon hevði betra seg í hamarkast og vektkast, so var aftanfyri í kúlustoyt, diskuskast og spjótkast. Men tað vísti seg at hon hevði tikið sítt triðja føroyska met á degnum við tað at hon betraði metið í kasti 5-kampinum við 40 stigum, so tað nú er 2690 stig.

 

Úrslitini vóru:

 

Hamarkast:

Navn árg. felag reiðskap Longd  
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 4,00 kg 39,79 m Føroyskt met
Heri Ziska 1967 Hvirlan 7,26 kg 41,44 m  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 7,26 kg 29,95 m  

 

Kúlustoyt

 

Navn árg. felag reiðskap longd  
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 4,00 kg 8,45 m  
Heri Ziska 1967 Hvirlan 7,26 kg 10,66 m Felags met
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 7,26 kg 8,45 m  

 

Diskuskast

Navn árg. felag reiðskap longd  
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 1.00 kg 19.31 m  
Heri Ziska 1967 Hvirlan 2.00 kg 41.00 m  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 2.00 kg 32.52 m Persónligt met

 

Vektkast 

Navn árg. felag reiðskap longd  
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 9.00 kg 10,07 m Persónligt met
Heri Ziska 1967 Hvirlan 15.00 kg 13,50 m  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 15.00 kg 9,01 m Persónligt met

 

Spjótkast 

Navn árg. felag reiðskap longd
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 600 g 29,25 m
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 800 g 49,38 m
Heri Ziska 1967 Hvirlan 800 g 25,72 m

 

samalagt – Kasti 5-kamp

Navn árg. felag úrslit  
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 2690 stig Føroyskt met
Heri Ziska 1967 Hvirlan 2840 stig  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 2370 stig Persónligt met

 

1 Comment

  1. Kristín Lív says:

    Hey góða Randi gumma.
    Tú ert sooo røsk, tillukku.
    K h Lív í Reykjavík Íslandi

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *