Hvirlan og Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin

Hjálparar og Stuttleikir
01.10.2008
Frælsavøllir veri vælkomnir
05.10.2008

Hvirlan og Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin

Leingi hava vit bíðað eftir, at nýggju frælsavøllirnir skuldu vera karmur um tiltak, har børn upp til 10 ár fingu høvi at royna seg í teimum trimum høvuðsgreinunum í frælsum ítróttum: lop, kast og renning. Og nú verða teir loksins tiknir í nýtslu, tí leygardagin 4. okt. kl. 15 verður stórt hátíðarhald á økinum. Hetta hevur eisini við sær, at Hvirlan útsetur sítt tiltak til dagin eftir fyri at kunna hava nýggju vøllirnar við sínum fullkomnu umstøðum av vera karmur um stóra barnatiltakið. 5. okt. kl. 14 og 16 verður tiltakið, ið ber heitið “Stuttleikir”, so á Tórsbreyt. Tilmelding fer fram á staðnum frá kl. 13.30, og luttøkugjaldið er 50,00 kr, sum fólk skulu hava í reiðum peningi, – og ongantíð betur, um tey koma við “akkurát fyri”, so avgreiðslan verður skjót.

 

 

Leikirnir eru bæði ætlaðir sum lítil sýnisgluggi til, hvat ein kann íðka, tá ein frælsast, umframt ein framvísan av øllum frælsaøkinum, tá ein rúgva av virksemi er í gongd í senn.

Leikirnir eru skipaðir sum tríkampur, har hvør íðkari luttekur í bóltkasti, longdarlopi og 60 m renning. Tíðir og longdir verða skrásettar á skreytblað, sum íðkarin fær til tilmeldingina. Tá hann hevur luttikið í øllum trimum greinum, fær hann heiðursmerki fyri hetta. Alla tíðina, so leingi leikirnir vara, kunnu luttakararnir stilla seg í rekkju og vera við, men bert tríggjar ferðir verða tíðir og longdir skrásettar á skreytblaðið. Til ber eisini bara at fáast við eina grein, men luttøka í øllum trimum er kravd, skal ein gera sær vón um medalju. Til tess at børnini ikki skulu ørkymlast meir enn neyðugt, er gott hjá teimum at hava ein vaksnan við sær, soleiðis at tey finna fram til røttu rekkjurnar og fáa neyðugu skrásetingarnar á skreytblaðið.

 

Vónandi taka fólk undir við tiltakinum og bera boðini á mannamuni, tí vit vilja gjarna, at tað er svart av fólki henda dagin.

 

Einki ber til uttan góðan stuðul, so umframt teimum, ið lata arbeiðskraft til tiltakið, vilja vit eisini takka: Tryggingarfelagnum Føroyum og P/f Poul Hansen heilsølu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *