Hvirlan og INNI hava gjørt stuðulsavtalu

Náttúrurenning við Kerjar
17.10.2012
Teinarnir til Náttúrurenningina í Kerjum
22.10.2012

Hvirlan og INNI hava gjørt stuðulsavtalu

Hvirlan og INNI  hava gjørt tvey ára stuðulsavtalu, ið merkir, at INNI er høvuðsstuðul hjá Hvirluni tvey tey næstu árini.

Endamálið hjá Hvirluni er í einum sunnum og mennandi umhvørvi at íðka frælsar ítróttir í breiðasta týdningi, soleiðis at øll út frá egnum fortreytum kunna mennast innan tær greinar, tey hava hug til. Tað verði seg renning, lop ella kast. Harafturat virkar felagið fyri at menna áhugan fyri frælsum ítrótti við at skipa fyri tiltøkum innan renning, lop og kast fyri børn, ung og vaksin. Eisini verður dentur lagdur á at fáa í lag elitukapping við luttøku úr útlandinum.

Hvirlan er einasta felagið í Føroyum, ið hevur skipaða venjing innan stórt sæð allar greinar innan frælsan ítrótt.

Felagið varð stovnað í 2008 og hevur ment seg til eitt felag við meiri enn 100 limum. Hvirlan er sostatt eitt felag í stórari menning. Nú Oyggjaleikirnir standa fyri framman summarið 2013, hevur felagið longu trý umboð, ið hava megnað kravið til luttøku. Eisini vænta tey hjá Hvirluni, at fleiri umboð í felagnum vilja megna kravið til at luttaka á oyggjaleikalandsliði Føroya.

Sáttmálin millum Hvirluna og INNI  varð undirskrivaður á høvuðusskrivstovnuni  hjá INNI í Niels Finsensgøtu 37. Tað vóru Rigmor N. Arge, forkvinna hjá Hvirluni og Kára á Dunga, stjóri hjá INNI,  ið undirskrivaðu sáttmálan.

“Hvirlan er sera takksom fyri, at INNI  vil stuðla Hvirluni. Stuðulsavtalan ger okkum før fyri at fylgja og byggja víðari á vøksturin og menningina, sum felagið hevur verið fyri, síðani felagið varð stovnað í 2008. Ikki minst virkar sáttmálin til og eggjar okkum í trúnni á, at vit eru á rættari leið –  álit er á tí arbeiði, vit hava lagt í og leggja í Hvirluna”, sigur Rigmor N. Arge, forkvinna hjá Hvirluni.

“Hvirlan ger eitt stórt arbeiði fyri at menna frælsan ítrótt í Føroyum, og vit fegnast um, at vit kunnu vera við til at stuðla hesum. Frælsur ítróttur er ein ítróttargrein, ið er í stórari menning. Umframt at hetta er ein ítróttur, har ávís yrkisítróttarfólk hava møguleikar at standa seg væl í altjóða høpi, so er hetta eisini ein ítróttur, ið nógv kunnu luttaka í. Vit gleða okkum sum heild til framhaldandi gott samstarv við Hvirluna”, sigur Kára á Dunga, stjóri hjá INNI.

Tórshavn,  15. oktober 2012

Hvirlan og INNI

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *