Hvirlan; nógv heiðursmerkir Runt Agnið

Rigmor vann í Danmark
28.10.2018
Ein gevandi venjingarlega í Væxjø (Svøríki)
27.11.2018

Hvirlan; nógv heiðursmerkir Runt Agnið

Tá skotið var í gongd til ársins útgáva av klassikarnum “Runt Agnið” leygardagin 3. november, var tað samstundis startskotið til vetrarkappingina. Hvirlan var sjálvandi væl umboðað í flestu bólkum.

 

Kvinnur

Hjá kvinnunum royndu Birna Mohr Joensen, Marita Andrasardóttir, Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Sigvør Lamhauge seg. Sum altíð, tá runnið verður kapp á longru teinunum her heima, so var Rigmor við í oddinum, men hesaferð var hon ikki einsamøll hvirlan í oddinum, tí bæði Marita og Birna vóru við heilt har frammi. Rigmor kom í so tætt uppá eitt av portrunum, sum rennast skuldi ígjøgnum, og umhugsaði hon tí at steðga, men helt áfram. Hon vann sær eitt trygt silvurmerki við tíðini 42 min 42 sek. Marita tryggja sær eitt líka so trygt broncumerki við tíðini 44 min 58 sek, meðan Birna bara var nøkur heilt fá sekund frá at blíva nummar fýra við tíðini 46 min 32 sek, men tríggjar hvirlur í top fimm er flottasta úrslit hjá felagnum higartil. Sigvør rann teinin uppá 66 min 49 sek.

Í veteranbólkinum gjørdist Rigmor tryggur vinnari, frammanfyri Birna, sum var góðar 3 min frammanfyri nummar trý. Sigvør gjørdist nummar 15 í veteranbólkinum.

 

Menn

Meðan reyðu kvinnurnar í nógv ár hava roynst hollar í vetrarkappingini, so hevur tað víst seg at verði meir avbjóðandi at fáa reyðar menn at renna. Her er tó framgongd í tilmeldingum. Dánjal Dahl Ljósheim, Ragnar Rasmussen og Páll Højgaard Vesturbú royndu seg allir. Ragnar var ein av teimum fyrstu, sum vandi við hvirluvindaliðinum tá felagið blevi stovna, og er tað tí stuttligt at hava hann við aftur. Hann er einans 18 ára gamal, men rann stak væl. Eftir hálvan tein lá hann sum nummar tvey, men móti endanum var hann tann sterkasti og vann ein tryggan sigur við tíðini 39 min 5 sek. Dánjal, sum er javngamal við Ragnar, rann seg til eitt fimtapláss við tíðini 41 min 59 sek. Páll, sum var so óheppin at leggjast sjúkur undan kappingini, kom á mál við tíðini 49 min 10 sek.

Í unglingabólkinum vóru Ragnar og Dánjal tryggir á teimum  báðum fremstu plássunum, meðan Páll gjørdist nummar sjey hjá superveteranunum.

 

myndina hevur Jóannes Poulsen tikið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *