Hvirlan í skrúðgonguni

Fartelefonin fleyg 77,03 m!
28.07.2012
Jatnatøk – program – UPPDATERA!
02.08.2012

Hvirlan í skrúðgonguni

Fyri ítróttin er tað ein sonn hatíðarløta tá feløgini ganga skrúðgongu í samband við at Ólavsøkan verður sett. Hvirlan, í gongur á fimta árið, var eins og undanfarnu fýra árini við í skrúðgonguni, og aftur í ár hevði uml triðji hvør limur valt at ganga í reyða hvirlubúnanum. Harafturat var tað stak hugaligt at síggja nógvar íðkarar, sum venja við Hvirluni, umboðandi onnur feløg.

Tað var kendi rógvarin Katrin Olsen sum setti Ólavsøkuna, og var tað við eini góðari røðu, har hon vísti á alt tað, sum bæði samfelag og einstaklingar fáa burturúr ítróttinum umframt alt tað, sum krevst, bæði av einstaklinginum og frá almennari síðu, fyri at ítróttin kann geva sum mest aftur til samfelagið.

Flaggberi hjá Hvirluni í ár var 13 ára gamli Tórur Mortensen. Tórur er mest kendur fyri longdarlop og sprint, har hann hevur verið partur av talentliðnum hjá FÍF. Hóast nógv góð úrslit, so er tað, sum eyðkennir Tórur, hansara vilji til at kempa víðari, eisini um úrslitini lata bíða uppá seg.

Fleiri myndir, av Hvirlum eins og av øðrum, eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *